Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 53 - 17. mars 2005 Nú skjótt 30 ár eftir at fyrsti VW Golf GTI kom á marknaðin, er ein heilt nýggjur GTI komin í fimtu gene- ratión. Bilurin fær framúr góð skotsmál frá motorjournal- istum um allan heim BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað vóru VW ið skaptu GTI-klassan við Golf GTI, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1976. Nú eru teir so aftur á marknaðinum við einum heilt nýggjum Golf GTI í fimtu genera- tion. Hesaferð við FSI motori og 200 hk við beinleiðis innspræning, turbo og intercooler. Talan er um ein sera kvikan bil við 6-trins girkassa og koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,2 sek og topp- ferðin er 235 km/t. Golf GTI sær eisini út av nøkrum við t.d. stórum svørtum net-kølaragittari, 17" alufelgum við 225 profil dekkum, spoilarum og dupultum útstoyti. Eisini kabinan er í GTI stíli við t.d. nýdesignaðum sportssetrum, leðurbetrekt- um alu- ratti og girknøtti og alu-pedalum. Alt hetta er sanniliga ikki bara til pynt. Ljóðið frá dupultu út- stoytunum ger eisini sítt til, at bilurin fær ein rættuligan rally-dám. Har er onki at bíða eftir, tá traðkað verður á spitaran. Bilurin er sera kvikur. Alt er sum tað skal, setrini eru væl formaði og stuðla heilt einfalt perfekt og kunnu stillast til per- sónar í øllum støddum. Undirvognurin, ið er senkaður 15 mm í mun til ein vanligan Golf, livir fult upp til tey krøv, ið tað setur, at bilurin hevur 200 hk motor og toppferðin er ikki minni enn 235 km/t. Bil- urin hevur gott og fast vegtak, hetta merkist ser- liga væl í svingum. Bilurin fær framúr góð skotsmál frá motorjournal- istum um allan heim. Við nýggja Golf GTI hava VW endurskapt GTI-aran frá 70 og 80-unum, sum eisini var fyrimyndin hjá kappingar- neytunum tá. Motorurin. 2,0 litur 4 syl. bensin 200 hk 0-100 km/t: 7,2 sek Toppferð: 235 km/t Bensinnýtsla: 12,5 km/l Dekkstødd: 225/45-17 Stødd og vekt Longd: 420,0 cm Breidd: 176,0 cm Hædd: 148,0 cm Eginvekt: 1.328 kg Viðførisrúm: 350 litrar Prísur: kr. 339.000,- Søluumboð Bilasølan v.Øssur Johannesen Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 315354 www.bilasolan.fo VW Golf GTI 2,0 Turbo: Reindyrkað koyrigleði VW Golf GTI 2,0 FSI Turbo VW Golf GTI 2,0 FSI Turbo sær út av nøkrum við t.d. stórum svørtum net- kølaragittari, 17" alufelgum við 225 profil dekkum og Ljóðið frá dupultu útstoytunum ger eisini sítt til, at bilurin fær ein rættuligan rally-dám. Golf GTI koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,2 sek og toppferðin er 235 km/t Kabinan er í besta GTI stíli við t.d. nýdesignaðum sports- setrum, leðurbetrektum alu-ratti og girknøtti og alu-pedalum