Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 41 - 1. mars 2005 Aldubáran í Listaskálanum VÁRKONSERT tíðindaskriv Várkonsertin hjá Aldubáruni er nú aftur á skránni. Árliga Vár- konsertin, ið er á hvørjum árið í sam- band við Várframsýn- ingina hjá listafólkun- um, verður í Listaskál- anum leygarkvøldið 5. mars kl. 19.00. Tey fara at frum- framføra 4 nýggj tóna- verk eftir Kára Bæk, Atla Petersen, Trónda Bogason og Kristiani Blak. Harafturat verð- ur spennandi filmur til tónleikin hjá Atla Pet- ersen. Tað er Marianna Mørkøre, ið hevur lisið í London á "Ravens- bourne College of De- sign and Communica- tion", har ið hon fekk "the Media and Design Award", ið hevur gjørt film til verkið "summi siga" fyri solotrom- bon, ið Atli skrivaði til Andras Olsen í 1998. Aldubáran hevur á mongu Várkonsertun- um dúgliga nørt um vavið av føroyskum tónleiki og í so máta er henda Várkonsertin einki undantak. Kon- sertin byrjar sum sagt kl. 19.00 og høvi býðst at síggja Várframsýn- ingina í steðginum av konsertini. Aldubárumanningin hesuferð er: Anna Elisabeth Klett, klari- nett, Andras Olsen, trombon og Thomas Gooseman, klaver og Marianna Mørkøre hevur gjørt filmin, ið verður vístur. Kvinnubólkurin í Vágum fer í vár at skipa fyri fleiri almennum tiltøkum. Tað fyrsrta verður týsdagin 1. mars TÍÐINDASKRIV 01.03.05 kl. 19.00: Al- mennur fundur í Bygda- skúlanum í Miðvági. Evnið hesaferð er skatturin, hvar fara krónurnar? Til hvønn, hvat og hví? Fyrilestur og tjak við Ingrid Henriksen. Felagssangur og drekka er eisini á skránni. 08.03.05 kl. 20.00: Al- tjóða kvinnudagur í Bygd- arskúlanum í Miðvági, yvirskriftin í kvøld er: "Kvinnur sum íbirtarar". Kvinnur í og úr Vágum, sum hava egna fyritøku, luttaka við innleggi og í tjakinum um hetta evnið. Um tú ætlar at stovna egna fyritøku, er møguleiki at fáa íblástur og góð ráð her. Á skránni er eisini felags- sangur, drekka og undir- hald við sangi og skemti. 26.03.05 kl. 14.00: Temadagur um ferðavinnu í Vágum undir yvirskriftini: "Dreymar og visiónir". Oda Andreasen heldur fyrilest- ur. Ólavur Poulsen hug- leiðir. Fólk í ferðavinnuni og almennir mynduleikar í Vágum luttaka. Upplegg og tjak. Hvussu kunnu vit fáa ferðavinnuna í oynni til at geva meira av sær? Brúka vit tað vit hava at bjóða? Eru vit ov bundin av tí, vit plaga at gera? Hvar er ný- hugsanin? Verja vit tað vit hava, nóg væl? O.s.fr. Tú kann sjálv/sjálvur koma við fleiri spurningum og svarum. Hevur tú dreymar og visiónir, so kom við og ver við til at gera oynna betur at ferðast í, bæði hjá føringum og útlendingum. Dagurin verður í Bygdar- skúlanum í Miðvági. 21.04.05 kl. 19.00: Al- mennur fundur um friðing av gomlum býlingum í bygdunum í Vágum. Hvussu verja vit gamlar gøtur og hús? Skulu vit hava ein felags friðingar- politikk fyri alla oynna ella skal hvør bygd sær syrgja fyri hesum? Luttøka av serkønum og politikkarum. Starvið sum hjálpar- prestur við Suður- streymoyar eystara prestagjald, sum í gjør var fyribilssett í eitt ár, gongur nú út, og gerast skal av, um verandi starv skal halda fram, ella søkj- ast skal av nýggjum PRESTASETAN Edvard Joensen Fyri einum ári síðan varð Jóannis Fonsdal settur í starv sum hjálparprestur við Suðurstreymoyar eyst- ara prestagjald. Starvið varð tíðaravmarkað til eitt ár. Hendan tíðin er nú um at vera farin. Um mánaðarskiftið mars - apríl gongur setanin út, og so skal støða takast til, um presturin skal halda fram í starvinum, ella søkjast skal av nýggjum. Tá hevur ver- andi prestur sama møgu- leika sum onnur at søkja starvið. Men áðrenn eit slíkt starv kann setast, ella setanin leingjast, skal presturin hava møguleika fyri eini hoyring, har hann sigur sína hugsan um starvið og starvsviðurskiftini. Tað ger so, at tað dregur eitt sindur út við avgerðini, skilir Sosialurin. Um vikuskiftið var eitt ógvusligt lesarabræv prent- að í bløðunum, har dóm- prósturin varð lagdur undir at hava koyrt prestin úr starvi. Sosialurin hevur tosað við ymsar kirkjuligar myndugleikar, eins og hjálparprestin sjálvan, men eingin vil gera nakrar við- merkingar til málið uttan tað, at einki er í slíkum uppáhaldi. Øll siga sam- svarandi, at eingin avgerð er tikin í hesum málinum. Tað er danska Kirkju- málaráðið, sum setir prestar í starv og loysir teir úr afur starvi. Áðrenn tað skulu ymsir partar, millum annað Prestafelagið, eisini hoyr- ast. Almenn tiltøk í Vágum Hjálparprestastarv gongur út