Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 1. mars 2005 3 Alivinnan í Norðoyggjum stendur á einum vegamóti. Steðgar hon heilt upp, verður einki arbeiðið til 120 fólk í hesi vinnuni aftaná mai í ár. Men ein lítil glotti sæst kortini í havs- brúnni, nú íslending- ar eru farnir av vísa Norðoyggjum sína áhuga ALING Snorri Brend Norðoyggjar: Í løtuni eru umleið 60 arbeiðspláss á Kryvjing, ímeðan nakað tað sama av arbeiðsplássum eru á Faroe Salmon og Eystlaks. Afturat hesum eru helst ikki so fá arbeiðis- pláss í vinnum, sum hava tilknýtið til alivinnuna. Men Norðlýsið hevur fingið váttað tíðindi um, at Faroe Salmon hevur keypt rogn úr Skotlandi. Hesi komu á smoltstøðina í Knússdali fyri tveimum vikum síðan, og verða rognini klakt í komandi mánaði. Samstundis hevur Faroe Salmon gjørt eitt upplegg til ein fíggingarstovn um virksemi í framtíðini. Her er talan um pening at seta hesi smoltini út. Verður hendan ætlanin veruleiki, verður roknað við, at Kryvjing ikki kemur at liggja stilt í meira enn eitt ár. Sum støðan er beint nú, verður allur tann tilkomni fiskurin liðugt kruvdur í mai mánað, og tá steðgar kryvjingin av sær sjálvum. Aling á Hvannasundi Tað er ikki óhugsandi, at íslendingar fara at ala á Hvannasundi. Íslendiskir íleggjarar eru nevniliga farnir at vísa Faroe Salmon áhuga. Norð- lýsið hevur fingið upp- spurt, at ein áheitan er komin frá íslendingum um at fáa ein fjørð í Norð- oyggjum at at ala á. Faroe Salmon hevur bjóðað íslendingum norð- ara part av Hvannasundi til aling, men endalig semja er ikki gjørd millum partarn- ar. Roknað verður kortini við at íslendingar fara at gera eina roynd. Í Íslandi hava teir havt stórar trupulleikar við alingini. Hetta kemst fyri stóran part av, at sjógvurin har er nógv kaldari enn hjá okkum. 120 arbeiðspláss kunnu hvørva í mai Ungdómstiltak: leygardag- in 2. apríl verður ítróttar- høllin á Eiði karmur um eina »kristiliga« fótbólts- kapping, sum bæði er ætlað dreingjum og gentum. Kappingin byrjar fyrra- partin og verður hildið á til út á seinnapartin, tá vinnar- arnir verða funnir í dreingjakappingini og í gentukappingini. Eins og vanligt er fáa trý tey fremstu liðini heiðurs- merki. Á skránni fyri dagin verður kortini ikki bert fót- bóltur, hóast hann fer at fylla mest í tiltakinum. Har verður andakt eins og ein undir kappingini hevur møguleika at fara til áhugatímar við fleiri spennandi evnum. Serligar reglur verða gjørdar fyri kappingina, m.a. hava mannfólkini í mesta lagi loyvi at hava ein spælara úr 1. deild ella tveir úr 2. deild. Aldurs- markið hjá dreingjunum er 15 ár, meðan tað er 13 ár hjá gentunum. Tað er ókeypis at hyggja eftir dystunum. sb. Hvalba: Hesar seinastu mánaðirnar hevur flaka- virkið í Hvalba fingið dúgliga umrøðu í fjølmiðl- unum eftir at tað varð latið aftur herfyri. Hvørja ávirkan hetta fer at fáa á fólkatalið í framtíð- ini er ilt at meta. Eitt yvirlit um manntalið í føroysku kommununum vísir kortini, at fólkatalið í Hvalba og í Sandvík er økt hetta sein- asta árið. Enn hava so tey vánaligu útlitini ikki havt stórvegis ávirkan á bygd- ina. Við ársbyrjan í fjør búðu 769 fólk í báðum bygdun- um, sum hoyra til Hvalbiar kommunu, og tá árið var at enda komið var fólkatalið økt við fimm upp í 774 fólk. Gjøgnum alt 2004 eru íalt 11 fólk flutt í og níggju fólk úr kommununi í onnur lond. Samstundis eru 26 fólk flutt hagar úr øðrumj føroyskum kommunum, og 20 úr Hvalba til onnur støð í Føroyum. Níggju nýggir hvalbingar sóu dagsins ljós, meðan seks andaðust í fjør. Sam- anlagt gevur hetta so ein vøkstur til fólkatalið, sum tað var við ársskiftið, nevniliga 774 fólk. sb. Fólkatalið øktist hóast vánalig útlit Kristilig fótbóltskapping á Eiði Alingin í Norðoyggjum hevur tað ikki ov lætt í løtuni. Onkur glotti er tó at hóma, nú íslendingar hava víst hesum aliøkinum áhuga Savnsmynd