týsdagur 1. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 41 - 1. mars 2005
Náttúran er fantastisk:
Tá eingin stórur fiskur er gýtir tann smái
– Støddin á gýtingar-
upsa er farin úr 70-75
cm. fyri nøkrum ár-
um síðan niður í 55
cm. Tann smái fiskur-
in, sum slett ikki átti
at verið gýtingarfør-
ur, hevur stór og góð
rogn, sigur upsa-
skipari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Náttúran
goymir
nógv
loyndarmál, sum munnu
vera torfør at greiða út í
æsir. Vit kenna tað úr hav-
inum – og vit kenna tað úr
bakkanum, har fuglurin
reiðrast. Er lítið at eta við
landið, og smá útlit eru til,
at fuglaungin kemur undan,
er kent millum fuglamenn,
at ikki allur lundin verpur í
senn, men strekkir verping-
ina yvir eitt longri tíðar-
skeið. Soleiðis kanst tú eitt
vánaligt lundaár síggja
stórar pisur og smáar pisur
hvørt um annað. Og kanska
komu tær flestu pisurnar
undan – júst tí, at ikki alt
varp í senn og skuldi
ambætast í senn.
Smáur gýtingarfiskur
Upsaskipari, sum Sosialur-
in hevur tosað við, sigur, at
fyri einum átta árum síðan
var vanligt, at gýtingar-
upsin var eini 70-75 cm. til
støddar. Í dag fæst lítið og
einki av hesum fiski og
upsin, sum partrolararnir
fáa, er fyri tað mesta upsi 3
og upsi 4. Hetta er smáur
fiskur. Hendinga stórur
upsi er uppi í veiðini hjá
skipunum, men gongdin
seinastu árini hevur verið
hon, at fiskurin er vorðin
smærri og smærri. Einaferð
í fjør heyst var bati at síggja
í støddini, men aftur í vár
hevur tann nógva veiðan
verið rættiliga smáur upsi.
Men eisini fiskurin í hav-
inum dugir at "innrætta"
seg eftir umstøðunum. Og
gjørdi hann ikki tað, var
eingin upsastovnur eftir.
Skiparin sigur, at nú vár-
tíð er, og fiskurin gýtir, er
vanligt, at upsi, sum liggur
um 55 cm., ber stór og góð
rogn.
– Eftir "røttum" skuldi
hesin fiskurin ikki verið
gýtingarførur – og als ikki
verið grundarlagið undir
komandi "upsa-ættarliði".
Men soleiðis er náttúran nú
einaferð háttað, at tá ið tann
stóri fiskurin er burtur av
gýtingarleiðunum,
gýtir
tann smái fiskurin í staðin.
Soleiðis er mynstrið broytt
seinastu árini.
Upsavinnan í vanda
Skiparin sigur seg stúra fyri
hesi gongd, bæði tá ið
ræður um vinnuna á sjógvi
og landi.
– Nú eri eg so gamalur, at
eg neyvan sigli í meira enn
eitt ella tvey ár aftrat.
Hinvegin hugsi eg um teir,
sum skulu bera arvin víðari
og liva av tí, sum havið
gevur. Tí mæli eg staðiliga
okkara myndugleikum til at
taka henda trupulleikan
upp beinanvegin, soleiðis at
finnast kann fram til ítøki-
ligu orsøkina til broytta
gongdina og broytta veiði-
mynstrið, sigur skiparin.
– Eg haldi tað vera
best fyri allar partar,
at vit fáa haldgóð
prógv fyri, um stóru
svartkjaftatrolararnir
í veruleikanum fiska
tann stóra upsan, sum
annars er burtur í
veiðini hjá partrolar-
unum, sigur skipari,
sum hevur fiskað
undir Føroyum í
mong ár
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein stívliga seksti ára gam-
al skipari, sum hevur roynt
undir Føroyum seinastu
hálvt hundrað árini, ringdi
av fiskileið til Sosialin í
gjáramorgunin. Hann eggj-
aði blaðnum at leggja upp
til alment kjak um, hvør
orsøkin er til, at upsin, sum
partrolararnir fáa, hevur
verið smærri og smærri
seinastu átta árini. Skiparin
helt, at um tað er so, at stóri
upsin endar í trolinum hjá
stóru svartkjaftatrolarun-
um, hevði tað verið best
fyri allar partar, um hesin
trupulleikin varð loystur.
Eingi prógv
– Sum er, hava vit eingi
prógv fyri hesum. Men eg
havi verið saman við monn-
um, ið hava verið á svart-
kjaftaveiði undir Føroyum.
Hesir siga, at stór íblanding
stundum kann vera av upsa
og toski, tá ið roynt verður
á ávísum leiðum, eitt nú
norðanfyri og eystanfyri.
Skiparin heldur ikki, at
teir, sum eru við stóru
svartkjaftatrolarunum,
høvdu mist nakað sum
helst, um sannleikin kom á
borðið.
– Hesi skip liva jú av tí,
sum í fyrsta lagi svartkjaft-
urin, sildin og makrelurin
geva. Er upsi og toskur uppi
í veiðini, er tað kortini bert
viðfáningur í mun til tær
velduga stóru nøgdirnar,
sum hesi skipini føra til
lands gjøgnum árið.
Hann heldur, at ein neyv
kanning av svartkjaftafiski-
skapinum eisini hevði styrkt
okkara
støðu
mótvegis
øðrum tjóðum, sum fiska
svartkjaft undir Føroyum.
– Okkum nýtist prógvini,
áðrenn tað ber til at gera
nakað við henda trupul-
leika, leggur hann dent á.
Skiparin sigur, at tá ið tað
er prógvað, um hesir stóru
trolarar fiska tann stóra
upsan og partvís toskin,
eiga myndugleikarnir at
krevja, at ryst verður sett í
trolið hjá hesum skipum,
soleiðis
at
tann
stóri
fiskurin sleppur útaftur –
og ikki verður tikin.
– Tað kann væl ikki vera
so torført at finna út av, um
illgrunin hjá okkum, sum
fiska upsa undir Føroyum,
er rættur.
Veiðan broytt
Hann vísir á, at upsaveiðan
undir Føroyum er nógv
broytt, síðan tann nógva
svartkjaftaveiðan tók seg
upp, og skipini bæði gjørd-
ust størri, betri og nógv
effektivari.
– Vit hava tvey sløg av
upsa; summarupsa, sum er
smáur og gýtingarupsa, sum
er stórur. Summarupsin
gongur uppi í reyðæti og
smádjórum, meðan tann
stóri fiskurin gongur uppi í
svartkjafti, sild og øðrum
fiski.
Sjálvur hevur upsaskip-
arin verið á sildaveiði í
sínari tíð, og tá var ikki
óvanligt, at teir lógu við
snellu og fiskaðu sær nakr-
ar yvirvaksnar upsar ella
toskar til døgurða.
– Eg haldi, at støðan við
upsafiskiskapinum undir
Føroyum og harvið eisini
við virkisliðnum á landi nú
er so álvarsom, at myndug-
leikarnir noyðast at gera
nakað við hetta. Tað er
eingin orsøk til, at nakar
missir nakað við, at hesi
viðurskifti verða løgd undir
sjóneyku. Heldur er tað so,
at allir partar kunnu fáa
meira burtur úr – og somu-
leiðis betri samvitsku, um
uppíblandingin er so stór,
sum vit stúra fyri, at hon í
veruleikanum er.
Jú, sigur skiparin. – Her
er okkurt á vási, sum ikki
hevur verið fyrr, um vit fara
eini átta ár aftur í tíðina.
– Tað er so nógvur upsi at
fáa, sum ongantíð áður,
men eingi prógv eru fyri,
hvar tann stóri fiskurin er –
og hvar hann endar. Hin-
vegin er greitt, at hann er
onkustaðni. Tað kann væl
ikki bera til, at tá ið nøgdin
av upsa í havinum er so
stór, at so lítið av stórum
fiski er at fáa.
Tænir best
Skiparin vísir á, at tað er
ikki langt síðan, at íslend-
ingar noyddust at steingja
leiðir í íslendskum sjógvi,
tí uppíblandingin av upsa
og toski í veiðini hjá
svartkjaftatrolarunum var
so stór.
– Eg haldi, at vit eiga at
fáa prógvini á borðið og
halda okkum til sannleikan.
Á tann hátt koma vit longst,
og hetta kemur í longdini at
tæna okkum øllum best.
Hann heldur, at tað skal
vera undarligt, um ikki eitt
hvørt samband er millum
munandi broyttu upsaveið-
ina hjá partrolarunum og
nýggju, stóru og effektivu
svartkjaftatrolararnar, sum
vit hava í føroyskum sjógvi
ein stóran part av árinum.
– Veiðimynstrið broyttist
fullkomiliga
við
stóru
svartkjaftaveiðini,
sigur
hann og heldur fram:
– Eg stúri fyri, at tann
stóri upsin kemur ikki inn á
grunnin sum vanligt um
heystarnar og várarnar, tí
hann verður tikin í teimum
stóru svartkjaftatrolunum,
har hann gongur uppi í
svartkjaftinum og sildini,
sigur skiparin at enda.
Upsastøddin broyttist við
svartkjaftaveiðini
– Vit hava eingi prógv, men undrunarvert er tað, at upsaveiðan undir Føroyum broyttist so nógv, tá ið vit fingu teir stóru og
effektivu svartkjaftatrolarar, sigur gamal upsaskipari. Myndin er tilvildarliga vald
Mynd: Vilmund Jacobsen