Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 1. mars 2005 5 Triðja umfarið av Prix Føroyum var merkt av melodiøsum popptónleiki, og dómararnir valdu Eyðun Nolsøe og Lawetz burtur úr teimum seks bólkun- um, sum spældu PRIX Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Nú eru seks bólkar klárir til hálvfinaluna í Prix Føroy- um, eftir at tveir bólkar leygarkvøldið spældu seg víðari í kappingini. Triðja innleiðandi um- farið var í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði, og seks bólkar vóru á pallinum. India legði fyri, og síðani spældu eisini Direct Level, Rok, Lawetz, Frostbit og Eyðun Nolsøe. India legði fyri við tung- um og myrkum rocktón- leiki, men annars var meira popptónleikur á skránni, enn vanligt hevur verið, og tað vóru eisini tveir popp- bólkar, sum komu víðari í kappingini. Lawetz spældi sín ser- merkta svingandi popptón- leik, sum við blásarum og frískum rútmum stundum nærkaðist latíntónleiki. Eyðun Nolsøe spældi meira klassiskan popptónleik, og væl varð spælt og sungið. Hesir báðir bólkar komu víðari í kappingini og skulu saman við GoGo Blues, Lama Sea, All That Rain og Makrel spæla til hálvfinal- una í Trongisvági. Fjórða og seinasta inn- leiðandi umfarið í Prixnum verður leygarkvøldið. Sosialurin hevur meira um Prix Føroyar í blaðnum í morgin. Helga skal stjórna Bryggjuni Nevndin fyri grunnin "Den Nordatlantiske Brygge" hevur gjørt av at seta Helgu Hjörvar sum stjóra frá 1. apríl 2005 at rokna Í tíðindaskrivi verður, sagt, at fleiri enn 30 um- søkjarar til starvið sum stjóri mentamiðdeplinum fyri londini í útnorðri, sum lat upp fyri stívliga einum ári síðani. Sagt verður annars, at við Helgu Hjörvar hevur Norðurbryggjan fingið ein dugnaligan stjóra við drúgvum leiðsluroyndum úr Íslandi og Føroyum og við íslendsk/danskari út- búgving innan leiklist og hartil knýttum virksemi. Helga Hjörvar hevur í meira enn 20 ár arbeitt við mentanarligum sam- starvi millum Norðurlond og londini í Útnorðir, tey seinastu 5 árini sum stjóri fyri Norðulandahúsinum í Føroyum. Stóra talið av sambondum, hon hervið hevur knýtt, kemur nú Norðurbryggjuni tilgóð- ar, verður sagt í tíðinda- skrivinum. Søren Haslund Christ- ensen, nevndarformaður sigur annars, at hann gleðir seg til at samstarva við Helgu Hjörvar í kom- andi árunum, og hann væntar, at Norðurbryggj- an av álvara fer at menn- ast og fáa enn størri virk- semi undir leiðslu av nýggja stjóranum. Móttøka fyri nýggja stjóranum verður á Norð- urbryggjuni týsdagin, 29. mars. -jm Ali Celebi eitur nýggi stjórin hjá P/F Trygd Hesum boðaði felagið frá fríggjadagin. Christian C. Nielsen hevur annars verið stjóri í felagnum síðani 1997, tá Føroya Banki tók kappingina upp við Tryggingarfelagið um marknaðin. Ali Celebi hevur áður verið deildarstjóri í Den nordiske Projekteksport- fond í Finnlandi, har hann hevur havt ábyrgd av virksemi grunsins í norr- ønum íleggingarverkætl- anum. Seinastu fimm árini hevur hann starvast hjá Codan Forsikring. Hann er giftur føroysku Onnu Mariu Joensen úr Havn, og hevur tí góðan kunnleika til føroyskt mál og mentan. -jm Eyðun Nolsøe og Lawetz víðari Eyðun Nolsøe og Lawetz spældu seg víðari frá triðja innleiðandi umfari í Prix Føroyum, sum varð hildið leygarkvøldið Mynd: Jens Kristian Vang