týsdagur 1. mars 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 41 - 1. mars 2005
Nýggja býráðið Í Klaksvík
hevur valt Gunvá við
Keldu sum umboð býráðs-
ins í nevndini fyri Ferða-
vinnuna í Norðoyggjum.
Jórun Høgnesen, ið var
býráðsumboðið seinasta
valskeið,
er
nú
eykaumboð.
John
B.
Hansen heldur fram sum
formaður í nevndini.
Nevndin er nú soleiðis
mannað:
John B. Hansen, for-
maður
Olivar Askham, næstfor-
maður
Elisabeth Akursmørk,
skrivari.
Magnus Pállson Joen-
sen, nevndarlimur.
Gunvá við Keldu, bý-
ráðsins umboð.
Eykalimir:
Heini Mohr
Erikka Eltør
Jórun Høgnesen, býráðs-
ins umboð.
Christian Olsen er dagl-
igur leiðari á Kunningar-
stovuni, sum hevur til-
vísing til nevndina fyri
Ferðavinnuna
í
Norð-
oyggjum.
Tað er lítil ivi um, at
listamaðurin Pól
Skarðenni er sera væl
umtóktur í Norð-
oyggjum. Leygardag-
in lat hann framsýn-
ing upp í Klaksvík, og
eftir bert lítlari løtu
vóru út við helvtin av
málningunum seldir
LISTAFRAMSÝNING
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Rættiliga fitt av fólki
høvdu leitað sær á ferniser-
ing í Norðoya Kunningar-
stovu leygardagin, tá nýggj
framsýning hjá listamann-
inum Pól Skarðenni lat
upp. Og fáar tímar seinni
vóru 7 av teimum 16 máln-
ingunum seldir.
Fjøltáttaður
listamaður
Pól Skarðenni er mestsum
ógjørligur at seta í bás sum
listamaður. Hann hevur
roynt seg við øllum frá
sniðgeving til oljumáln-
ingar, og motivini fevna um
alt frá menniskjum og
lutum til útróðarbátar og
náttúruna. Eitt nú arbeiddi
Skarðenni leingi við at
sniðgeva djóragarðar í Dan-
mark, har hann millum
annað gjørdi klettar, fossar,
ís, trø og skriðdjórabúgv.
Við teimum 16 oljumáln-
ingunum, sum í løtuni eru
at síggja í Norðoya Kunn-
ingarstovu, gongur Skarð-
enni í motivum aftur á
gamlar gøtur til Klaksvíkar
og Norðoyggjar, har hann
eisini sjálvur hevur sínar
røtur. Flestu motivini eru av
útsyni yvir Klaksvík og
bygdir og náttúru har um
leiðir, men listamaðurin
hevur avgjørt eisini ein ser-
ligan tokka til útróðarbát-
arnar og stemningin á kaj-
økinum.
Las Vegas í Klaksvík
Stílurin hjá Skarðenni kann
kanska best lýsast sum
hálvabstraktur, har litavalið
allatíðina brýtur frá vanlig-
um náttúrumyndum og
skapar sínar heilt egnu
stemningar. Eitt nú gevur
serliga samansetingin av
brún/hvítum litum í mynd-
ini »Kunoyar Bygd« bygd-
ini ein sjáldasaman heitan
vetrardám, vit ikki hava sær
fyrr, hóast sjálvt útsýni í
myndini er nógv brúkt.
Hóast Skarðenni allatíð-
ina tekur upp nýggjar tættir
í síni list, er mest týðiliga
broytingin á hesi framsýn-
ingini at ein ávísur boð-
skapur nú trokar seg framat
í
stemningsmyndunum.
Serliga er tað málningurin
»Kvøldmynd«, sum fær tey
flestu at steðga á og undr-
ast. Motivið í myndini er
parkeringsøkið við Stat-oil
støðina í Klaksvík, sum øll,
ið vanliga ganga framvið,
kenna aftur. Nakrir hálva-
vegnað
koppaðir
bátar
liggja við síðuna av perker-
aðu bilunum, men mitt í
myndini
dagar
Stat-oil
støðin upp, lýsandi knall-
reyð og blá, sum var hon
tikin úr eini mynd av einum
kasino í Las Vegas. Bæði
litir og strok víkja full-
komiliga frá myndini ann-
ars og geva tær varhuga av,
ikki at hoyra til í umhvørv-
inum yvirhøvur. Hvør boð-
skapur fjalir seg aftanfyri,
má verða upp til tann, ið
skoðar myndina, at gera av.
Men sæð í samband við
restina av framsýningini er
hon sera provokerandi og
nýskapandi, alt meðan tú
fært varhuga av at hon er
gjørd við einum vinarligum
skálkabrosið afturvið.
Vælumtóktur Skarðenni
Nevndin fyri Ferðavinnu í Norðoyggjum skipað seg