Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 1. mars 2005 7 Arbeiðarafeløgini fara nú at tosa saman um, antin tey skulu samráðast saman, ella ikki SÁTTMÁLASAM- RÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er væntandi, at vit eisini fara at krevja meiri í løn. Tað spáa bæði Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, nú samráðingar skulu verða við arbeiðsgevararnar um nýggjar sáttmálar. Ingeborg Vinther, Hans Joensen, Hanna Isaksen, forkvinna í Klaksvíkar Ar- beiðskvinnufelag, siga øll, at tey fýra feløgini nú fara at tosa saman um, hvussu samráðingarnar skulu skip- ast og um tey skulu samráð- ast saman, ella hvør í sær. Kortini sigur Hans Joen- sen, at eftir hansara tykki heldur hann at tað er fræg- ast at øll feløgini samráðast saman. Undir øllum umstøðum væntar hann, at Havnar Ar- beiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag fara at samráðast saman. – Vit hava eitt gott sam- starv og eg vænti fyri heilt vist, at í hvussu so er hesi bæði feløgini fara at sam- ráðast saman, sigur hann. Men hann leggur stóran dent á at fáa øll feløgini at samráðast saman fyri at vinna verkafjøldini so góð- ar umstøður sum gjørligt. – Tað er altíð betri, at øll feløgini draga eina línu og tí er tað best, um øll sam- ráðast saman, leggur hann afturat. Tá ið feløgini nú fara at tosa saman, fara tey eisini at umrøða, hvørji krøv skulu setast til arbeiðsgev- ararnar, nú samráðingarnar verða. Tí vilja tey ikki siga nak- að um krøvini enn, men bæði IngeborgVinther og Hans Joensen vænta, at lønarhækking verður eitt av krøvunum. Men hvussu stórt kravið verður, kann hon ikki siga nakað um. Ger ikki støðuna veikari Hvørki Ingeborg Vinther ella Hans Joensen halda, at tað fer at gera samráðingar- støðuna hjá arbeiðarafeløg- ini veikari, at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ikki hevur tikið hevur sagt sátt- málan upp. – Eg haldi at tað er óheppið at arbeiðsmenninir í Klaksvík ikki siga sátt- málan upp, men eg haldi ikki, at tað ger okkara støðu veikari, sigur Hans Joensen. – Arbeiðsmannafelagið í Klaksvík eigur sjálvt av- gerðina um, at teir ikki vilja siga sáttmálan upp. Men eg haldi, at tað er óheppið, at teir ikki skulu fáa somu ágóðar, sum øll hini ar- beiðsfólkini í landinum fáa. Men tá ið teir ikki vilja stríðast fyri ábótum á sátt- málanum, kunnu teir heldur ikki krevja nakað. Ingeborg Vinther er samd. Hon sigur, at ar- beiðsmanninir í Klaksvík hava fullan rætt at halda at sáttmálin er so góður, at ongar ábøtur eru neyðugar og at alt er gott, sum hon, málber seg. Men hon heldur ikki, at tað ger samráðingarstøðuna hjá hinum feløgunum veikari. Hon hevur fyrr sagt, at hon heldur at tað er rætt, at sáttmálarnir verða sagdir upp, tá ið skeiðið er úti, tí tað eru altíð ábøtur, sum eiga at verða gjørdar, bæði lønarútreiðslur, men eisini ábøtur, sum ikki kosta so nógv. – Vit hava lagt okkum boðskapin frá Klaks- víkar Arbeiðsmanna- felag í geyma, sigur stjórin í Vinnuhúsinum SÁTTMÁLASAM- RÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er greitt, at tað ger okkara støðu sterkari, at Klaksvíkar Arbeiðsmanna- felag ikki sigur sáttmálan upp. Tað heldur Jan Morten- sen, stjóri í Vinnuhúsinum og oddamaður hjá arbeiðs- gevarunum í sáttmálasam- ráðingunum, sum verða við arbeiðarafeløgini í næsta mánaði. – At Arbeiðsmrnninir í Klaksvík ikki siga sáttmál- an upp, merkir, at tað er eitt felag, sum vil halda fram við sama sáttmála og sum fer at arbeiða sum vant, sama, hvar hendir í samráð- ingunum við hini feløgini. Og tað styrkir støðuna hjá arbeiðsgevarunum, sig- ur Jan Mortensen, uttan at hann tó ætlar at yvirtulka samráðingar longu nú, áðr- enn tær eru byrjaðar. Hann sigur, at hann hevur lagt sær boðskapin frá Klaksvíkar Arbeiðsmanna- felag í geyma. Og boðskapurin er, at sum tíðirnar í fiskivinnuni eru nú, er hetta ikki stundin at krevja meiri í løn. Annars vónar Jan Mort- ensen, at arbeiðarafeløgini fara at samráðast saman,tí tað er lættari at samráðast við ein part enn við fleiri partar. – Men tað er ein avgerð, sum arbeiðarafeløgini mugu taka og vilja tey samráðast hvør sær, er tað eisini ílagi, leggur hann afturat. Annars heldur hann, at støðan í fiskivinnuni er sera vánalig. – Fiskivinnan er lønar- tung og tað er ein spurning- ur, um hetta slagi av vinnu hevur nakra framtíð í okk- ara parti í heiminum, sigur Jan Mortensen. Og fyri hvørt oyra, sum lønin hækkar, ger tað kapp- ingarførið uppaftur verri, leggur hann afturat. Kunnu vænta at arbeiðsfólk fara at krevja lønarhækking Bæði Ingeborg Vinther og Hans Joensen vænta, at lønarhækking verður eitt av krøvunum til arbeiðsgevararnar Støðan hjá Arbeiðsmannafelagnum í Klaksvík ger arbeiðsgevarar sterkari – Fyri hvørt oyra, sum lønir hækkar, ger tað støðuna uppaftur verri, sigur Jan Mortensen Arbeiðsmenn í Klaksvík standa einsamallir Øll arbeiðarafeløg- ini, uttan Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, hava nú endaliga av- gjørt at siga sáttmál- arnar við arbeiðs- gevarnar upp SÁTTMÁLASAM- RÁÐINGAR Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at fýra av teimum fimm arbeiðara- feløgunum í landinum, fara at siga sáttmálarnar við arbeiðsgevararnar upp. Freistin at siga sáttmál- an upp er í dag. 1. mars og bæði Føroya Arbeiðara- felag, Arbeiðsmannafelag- ið og Arbeiðskvinnufel- agið í Havn og Arbeiðs- kvinnufelagið í Klaksvík, hava nú sent arbeiðsgevar- unum boðini um, at tey siga sáttmálan upp. Tað er langt síðani, at Føroya Arbeiðarafelag gjørdi av at siga sáttmálan upp. Ingeborg Vinther hevur fyrr sagt, at hon heldur at tað er rætt at siga sátt- málan upp, tí tað eru altíð ábøtur, sum kunnu gerast í sáttmálanum. Á aðalfundinum í Havnar Arbeiðskvinnu- felag leygardagin, varð samtykt at siga sáttmálan upp. Í Havnar Arbeiðs- mannafelag hevur tað leingi verið ætlanin at at siga sáttmálan upp og á aðalfundinum fyri eini viku síðani, tóku limirnir einmælt undir at siga hann upp. Í Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag fekk nevndin heimild at siga sáttmálan upp, og tað hevur hon gjørt. Tí er tað greitt, at sam- ráðingar skulu verða ímillum Arbeiðsgevarar og tey fýra arbeiðarafel- øgini í apríl um nýggjan sáttmála. Sostatt er tað eisini greitt, at Klaksvíkar Ar- beiðsmannafelag kemur at standa einsamalt við síni avgerð um ikki at siga sáttmálan upp. Tað er ikki avgjørt enn, hvussu samráðingarnar verða skipaðar, ella um feløgini fara at samráðast saman ella ikki.