Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 41 - 1. mars 2005 Stilla Guðrun rann. Men í framtíðini fara vit helst at hoyra eina villari Guðrun, segði Guðrun Sólja Jacob- sen aftaná finaluna í stjørnukappingini fríggjakvøldið Nógv høvdu Guðruna sum eina av favorittunum at vinna hesa seinastu stjørnu- kappingina. Tað varð tí heldur óvantað, at hon ikki varð millum trý tey fremstu, og kanska óskilj- andi fyri fleiri okkara, sum hava fylgt við í gongd Guðrunar. Men soleiðis eru treytirnar í kappingum, sjálvt um vit ikki altíð seta sang í samband við kapp- ingar, er hetta vorðið alt meiri vanligt hesi seinastu árini, eins og heima hjá okkum í t.d. framúrskar- andi Prix Føroyar kapp- ingini. Um vit samanbera hesa stjørnukapping við ítrótt, eru ikki eins greiðar reglur at ganga eftir. Stig verða ikki givin fyri ávís framd avrik. Skal kapp- ingin samanberast við ítrótt, t.d. renning, er tað kanska sum um allir luttak- ararnir renna ymiskar teinar. Síðani eru tað dóm- ararnir, í hesum føri hyggj- ararnir, sum meta um hvør rann best, tí tíðirnar ikki eru beinleiðis samanber- andi. Guðrun royndi at renna og at røkka okkum við sanginum Run to You, men hyggjararnir mettu ikki hennara avrik sum tað besta. Guðrun sang tvær ferðir í Herning Messecenter henda dagin. Fyrst í undan- framførsluni sang hon kanska tað besta, hon nakr- antíð hevur sungið. Áskoð- arnir stóðu og sótu sum negldir, hetta var sum sekundini undan avgerandi sparkinum í eini brots- parkskapping í eini fót- bóltsfinalu. Áskoðarnir vóru lamslignir. Tá Guðrun fór inn í sangin, rann mynd- in fram fyri mær av henni, gangandi í eini dreymaverð niðri í fjøruni, á sandinum, í haganum í føroysku náttúrini. Bergtakandi. Undanframførslan í Herning var merkt av, at Lene sum gjørdist nummar tvey, sang fantastiskt, Jacob’sa Hey Jude var framúrskarandi, at Samson skuffaði og at Guðrun, sum sagt sang so heilt ótrúliga væl, men so samstundis ein kensla av at hetta ikki var hennara rætti sangur. Sang- urin hevur ikki somi rá- styrki sum Hey Jude, sum eisini fleiri ættarlið kenna aftur. Harafturat eigur Jacob kanska heimsins bestu útgávu av Hey Jude. Tí var beinanvegin greitt, at hann var favoritturin. Guðrun væntaði eisini at Jacob fór at klára tað. Hetta segði hon mær, tá eg tosaði við hana, fyrst mikudagin og aftur hósdagin undan kappingini. Guðrun segði eisini, at hon helt ikki at Run to You var rætti sang- urin at syngja í finaluni. Hon vildi helst havt sungið Imagine, men av tí at hesin sangurin er á fløguni, hon júst hevur latið úr hondum, bar hetta ikki til. Hon segði eisini at hon sjálvandi vónaði at vinna, og ætlaði sær inn at gera sítt besta, men eisini njóta at vera partur í einum so stórum tiltaki, tí tað er jú stuttligt at syngja fyri so mongum fólki. Finalan Aftur til finaluna. Áskoð- arin leggur til merkis upp- runan hjá leiklistafólkinum -, tí tá Guðrun syngur verða altíð føroysk fløgg víst og var hendan finalan heldur einki undantak. Eg helt hana syngja Run to You sera væl. Tann eini við- merkjandi dómarin var so fegin um framførsluna hjá Guðruni, at hann broytti kendu orðini hjá Kennedy at vera "Ich Bin ein Fær- ing". Tað var einki at ivast í, at eisini Lene Mathissen kom væl frá síni fram- førslu. Serliga Jacob førdi showið eins og í undan- framførsluni. Sigast kann at hann fylti okkum "Hey Jude" inn í sjónvarpsstov- una. Tað var tí ikki óvantað, at hann vann. Tað undraði meg tó, at Guðrun ikki gjørdist millum trý tey fremstu. Men tað er hyggj- arin, sum er dómari í hesi kappingini. Guðrun var tó fegin um, at tað var Jacob sum vann. Tey bæði tosa javnan saman og hava verið vinir, síðan tey saman luttøku í stjørnukappingini. Vit mugu tó eisini ásanna, at hesa ferð mátti tað verða ein dani sum vann. Fyrstu sigurin fór jú til James Samson úr USA, annar fór til Guðruna og tann triði til Gunnar, sum jú eisini er ein okkara. Samanumtikið má sigast at støðið í finaluni var høgt, her serliga James Samson, Lene Mathissen, Jacob og Gurðun skaraðu framúr. Guðrun Aftaná kappingina prátaði eg við Guðruna. Eg vænt- aði at hon var vónsvikin, men um so var, so sást tað ikki á henni. Hon tóktist glað um at hetta nú var liðugt. Hon segði eisini so vera. Hon hevur verið glað fyri at hava verið við, og at hon jú hevur vunnið kapp- ingina einaferð. Tað er altíð stuttligt at syngja fyri nógvum fólki og at verða sjónvarpað víða um. Tað er "feitt", sum hon tekur til, og samstundis er tað góð reklama, kanska serliga nú nýggja fløgan júst er komin á marknaðin. Hon tykist eisini meiri avgjørdog sigur seg nú ætla at leggja seg eftir at syngja tónleik við meiri futti í, og ikki so MARKNAÐARRÁK Stóri vøksturin í amer-ik- onsku framleiðsluprísunum er ikki enn sligin ígjøgnum til brúkaraprísirnar. Frá- roknað olju og matvørur hækkaðu teir 2,3% í januar í mun til fyri einum ári síð- an. Framleiðsluprísvøkstur- in var í sama tíðarskeiði 4,2%. Bíligu framleiðarar- nir í fjareystri og hørð inn- lendis kapping á amerik- anska marknaðinum halda brúkaraprísunum niðri. Virkini noyðast tískil sjálvi at rinda fyri størstapartin av hækkandi framleiðslu- prísunum. Oljuprísurin er hækkaður umleið 15% seinastu tvær vikurnar, og Brentoljan kostar nú umleið 50 doll- arar fyri tunnuna. Eftir- spurningurin í 2005 er júst uppmettur av bæði altjóða orkuumboðnum, IEA, og av OPEC. Haraftrat letur OPEC ikki til at vilja økja um framleiðsluna. Sveiggjandi lánsbrævarentur 10-ára rentan hækkaði stívliga 0,10% í farnu viku. Stórir íleggjarar seldu nógv lánsbrøv, tá rentan var á 3,51%-botninum 10. febru- ar, og rentan er hækkað síðan tá. Tað, at stórar nøgdir av lánsbrøvum eru seldar brádliga, og at fleiri týdn- ingarmikil lyklatøl koma í vikuni, viðførir, at láns- brævarenturnar væntandi fara at sveiggja lutfalsliga nógv hesa vikuna. Góð partabrævavika Partabrøv stóðu seg væl í farnu viku. Størsti norrøni bankin, Nordea, kunngjørdi eitt avlop fyri 2004 uppá góðar 14 milliardir krónur, serliga orsakað av eini út- reiðslulækking á 5%. Roknskapurin hjá TDC fyri 2004 varð eisini bjartari enn íleggjarar væntaðu. Hesa vikuna kunnger kapp- ingarneytin hjá Mærsk Sealand, P&O Nedlloyd, sín roknskap og hesin kann fara at ávirka Mærsk parta- brøvini. Hesa vikuna Fríggjadagin kemur amer- ikanska arbeiðsmarknaðar- frágreiðingin fyri februar. Í februar vóru fáir dagpen- ingaumsøkjarar, og tað kann benda á nógv nýggj størv uttan fyri landbún- aðin. Marknaðirnir vænta 225.000. Um talið verður hægri, fær tað partabrøv og lánsbrævarentur at hækka. Rávøruprísirnir hækka Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 5,62 -1,3% Lánsbrøv í DKK 106,84 -0,2% JPY 5,34 -1,0% Evru Lánsbrøv 171,53 -0,7% GBP 10,78 0,0% Norrøn Partabrøv 90,49 1,5% NOK 0,90 0,5% Altjóða Vøkstur 60,95 -0,7% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. 3,5% 4,0% 4,5% 2004 2005 700 800 900 2004 2005 Vika 9, 2005 www.kaupthing.fo Stilla Guðrun verður Villa