týsdagur 1. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 1. mars 2005
9
nógvar stillar sangir. Hon
heldur seg hava ment seg
hagar, og at hon hevur hug
til tess. Samstundis sigur
hon, at hon hevur sett sær
sum mál eisini at skriva
tónleik sjálv. Men her setur
hon sær stór krøv. Hon vil
bera ein boðskap við teksti,
sum skal verða persónliga
frá henni og við hennara
kenslum, og tí vil hon eisini
hava ávirkan á, hvussu
løgini verða spæld. Hon
metir sjálv, at hetta er næsta
stigið, sum takast skal.
Eisini sigur Guðrun, at
tað er stóribeiggi sín Eyð-
un, sum hevur givið henni
tónleikin. Sum nevnt aðra-
staðni fór hon inn á
kamarið hjá honum at lurta
og at syngja saman við
honum tá hon var lítil.
Hetta var eftir villari tón-
leiki enn tí, hon nú vanliga
syngur, og er tað kanska
haðani hugurin er at syngja
tónleik við meiri futti í.
Hon sigur, at hon tá vildi
duga at syngja tað sama
sum hann.
Nú byrjar so henna part-
urin aftur, at ferðast runt og
syngja, bæði í Danmark og
í Føroyum.
Beiggin Eyðun
Inn á kamarið at syngja
Eyðun, beiggi Guðruna greiðir frá, at Guðrun, tað hann
minnist, altíð hevur verið áhugað í tónleiki, eins og hann
sjálvur. Tá hann lurtaði og sang afturvið tónleiki inni á
kamarinum, kom hon altíð inn og skuldi syngja tað sama
sum hann. Tá hevur hon verið um eini 7-8 ára gomul.
Hetta var tónleikur sum t.d. hjá Queen, Uriah Heep og
Deep Purple.
Hon fór frá tónleikastílinum hjá beiggjanum, tá Alanis
Morrisette í 1995 bergtók heimin við útgávuni Jagged
Little Pill, har vit kanska serliga minnast lagið Ironic.
Eyðun hevði lænt hesa fløguna frá einum vini, men hann
slapp aldri at lurta, tí Guðrun tók hana til sín og gavst at
ganga inn á kamarið hjá beiggjanum at lurta og syngja.
Hon fór inn á sítt egna kamar at lurta og upp á stutta tíð
hevði hon ikki bara lært seg at syngja løgini og orðini,
men hon sang alla plátuna, sum Alanis Morrissette
gjørdi. Tí heldur beiggin, at Alanis hevur verið tann
avgerðandi ávirkanin á tónleika-ansni Guðrunar. Hon
minnist eisini enn fleiri av sangunum, tey plagdu at
syngja saman, tá hon var yngri, og tað hendir seg meiri
enn so, at tey jamma eitt Deep Purple lag.
Tey bæði eru tætt knýtt at hvør øðrum, tí tey eru jú
bara tvey systkin. Eyðun sigur at tey, sum systkin flest,
sum yngri eisini hava argað hvønn annan. Hann heldur,
at lítlasysturin er eitt fantastiskt menniskja.. Henni
dámar ikki væl at verða rættað og vil helst greiða tingini
sjálv, og at tað uttan iva er tónleikurin sum dregur. Tað er
her hon nýtir orkuna og hon veit hvat hon vil. Annars
sigur hann um systrina, at hon er ikki broytt av at gerast
eitt kent anlit. Sjálvandi mennist hon, men tað er jú eisini
ein náttúrligur partur av at gerast eldri.
Umboðsstjórin (Managarin)
Umboðsmaður Guðrunar, John Christoffersen, sigur um
hana, at hon sum menniskja er løtt at arbeiða við og at
vera saman við, tí hon hevur jú bæði beinini á jørðini.
Men hon kemur altíð ein hálvan tíma ov seint. Tá hann
sigur klokkutíðir fyri uppmøting, má hann lúgva tey ein
hálvan tíma fyrr, fyri at fáa hana at møta røttu tíðina.
Sum øll onnur vísir hann á, at Guðrun hevur eina
fantastiska rødd, og at hon tónlistarliga ikki enn er
komin heilt á mál. Flestu løgini á hennara útgávum eru
friðarlig men hon hóskar eisini væl til rokk og villari
tónleik, og hon dugir hetta væl. Hetta kann gera, at hon
á pallinum letur seg meiri upp. Men, sigur hann, Guðrun
skal ikki broyta seg, tí hon syngur so einastandi væl,
røddin er eitt fantastiskt viðfødd gáva.. Fólk elska hana
fyri hetta Guðrun skal tó sjálv útvega sær meiri tilfar,
sum antin hon sjálv ger, og tað ætlar hon, ella sum onnur
gera fyri hana. Tað er neyðugt fyri at koma áfram, haðani
hon longu er komin. Hon hevur prógvað, at dugur er í
henni, og tí skal hon tora at seta sær hægri mál, m.a við
egnum tónleiki. Men hvat verður við á fløgum, verður
ikki bert hennara avgerð, tí har eigur útgávufelagið
eisini nógv av avgerðini.
Sanne Salomonsen
Sanne Salemonsen, sum eisini hevði framførslu hetta
kvøldið, er ein av fyrimyndum Guðrunar. Eg spurdi
hana, hvat hon helt um Guðruna. Hon segði seg hava lagt
til merkis Guðruna, serliga tí at hon hevur hesa
einastandandi røddina, men eisini tí at tær báðar hava
sungið á somu tónleikatiltøkum. Hon segði, at tað
Guðruni nú tørvar, er góða og rætta ráðgeving. Hon
segði eisini, at hon sjálv ætlar at geva Guðruni góð ráð,
um hvussu hon heldur, at Guðrun kann gera, til tess at
koma enn longri í tónleikalívinum. Men legði afturat, at
Guðrun er tann av luttakarunum í stjørnukappingunum,
sum hon hevur havt mest samband við.
Onnur um Guðrun
Guðrun!
Tann eini viðmerkjandi
dómarin var so fegin um
framførsluna hjá Guðruni,
at hann broytti kendu
orðini hjá Kennedy at
vera "Ich Bin ein Færing"