Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 41 - 1. mars 2005 Íslendski forsætismálaráðharrin, Hallgrím Ás- geirsson, sum kemur úr Framsóknarflokinum, hevur nú sett ES á politisku dagskránna í Íslandi. Á landsfundi Framsóknarfloksins, sum var um vikuskiftið, boðaði forsætisráðharrin frá, at Ísland framvegis eigur at vera uttanfyri ES. Men hann førdi samstundis fram, at Ísland nú eigur at fyrireika seg til eina støðu, har limaskapur í ES er ein veruligur møguleiki. Hann kundi síggja fyri sær eina støðu, har eitt nú Noregi av álvara fór at umhugsa ES lima- skap. Forsætisráðharrin gjørdi greitt, at Ísland sjálvsagt ikki var bundið av einum møguligum norskum limaskapi, men bert fór at handla sambært landsins áhugamálum. Hinvegin er tað eingin, ið dugir at ímynda sær, at norskur lima- skapur ikki kemur at fáa sera stóra ávirkan á íslendsku støðuna. Í Noregi reageraði norski forsætisráðharrin beinanvegin. Tað var næstan, sum sat hann til reiðar við eini sterkari viðmerking eftir lands- fundin hjá Framsóknarflokkinum. Flokkurin hjá norska forsætisráðharranum, Kjeld Magne Bondevik, er kendur fyri at vera ímóti ES limaskapi. Kortini segði Bondevik, at fer Ísland at umhugsa limaskap, kemur Noreg í eina heilt nýggja uttanríkis- og marknaðarpolitiska støðu. Fer Ísland upp í ES, nakað sum Bondevik ikki vil afturvísa, so verður Noreg einasta suverena norðurland uttan fyri europæiska samveldið. Tann støðan er ikki haldgóð fyri Noreg. Hetta merkir alt sambært Bondevik, at Noreg í sein- asta lagi 2007 noyðist at taka orðaskiftið um norskan ES limaskap uppaftur av álvara. Hann helt sum Hallgrím, at tað ræður um at fyrireika seg til støðutakan í góðari tíð. Tað er eitt sera áhugavert orðaskifti, ið nú er um at taka seg upp í okkara grannalondum. Tað, sum fyri bert fáum árum síðan var óhugsandi, nevniliga norskur og íslendskur limaskapur, er nú ein veruligur møguleiki. Noreg og Ísland eru kappingarneytar á ES marknaðinum. Fer annað landið upp í ES, so er hitt noytt at fylgja eftir. Henda hugsaða framtíðarmynd hevur fylgjur fyri Føroyar. Henda framtíðarmynd setir Føroy- ar í eina sera trupla støðu. Noreg og Ísland eru eisini okkara fremstu kappingarneytar á ES marknaðinum. Hvat gera vit í hesi støðu? Tað er ikki ov skjótt, at landsstýrið ger seg út til at fyrireika okkum til eina radikalt broytta markn- aðarpolitiska støðu í Útnorði. DAGSINS MEINING Sosialurin ES á dagskrá VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Unn í Dali unnidali(a)kallnet.fo Tað vil so verða, at vit menniskju seta búgv tætt saman og har okkum lystir. Tað er eisini ein natúr- ligur holningur hjá kristnu vesturlendingunum, at nátt- úran má vikað. Vit, menn- iskjur, hava fyrsta rætt. Vit byggja og manerera, dálka og spolera. Vit meina, at vit eru tey einastu verðurnar á jørð, sum eru hevjaðar, Guds útvaldar og heilagar og sum hava rættindi til tað. Og vit eru djóravinir. Vit dáma at skaffa okkum djór at kela við. Hundar, kettur, mys, hamstarar, marsvín o.sfr. sum vit keypa okkum til. Ja, summi djór kosta líkað nógv sum ein bilur og vit eru stolt. Stolt av okkara ríkidømi. Og náttúruna, ja, hana elska vit. Ein summardag á Sandagerði. Vit hugna okk- um. Hava mat við, ein- gangsgrill, ís, te, kaffi, øl og sodavatn. Vit møta fjøl- ment við fullum bili av øllum tí, vit máa hava við, fyri ordeliga at nyta løtuna við sjóvarmálan. Tann transporteraði sand- urin, liggur so mjúkur om- an á teim gomlu leikapett- unum og fjølbroyttu gogg- unum. Og vit spæla, at vit eru á Malorca. Børnini slikka ein Sun Lolly og blaka papíri beint har tey standa. Mamman opnar matpakkan og stanioli ferðast bleytt og latt eftir sandinum. Pápin opnar eina dósa øl. Hann tømir hana í einum, knytur nevan saman so dósin kroystist í lógvanum. Kastar hana upp í luft og afturum, vekk úr eygsjón. Brettir sær á, tendrar tað lítla radio og luftin fyllist við kvøðuljómum. Hann leggur seg niður á tað væl slættaða teppi á sandinum... "Hvat er lívi ikki herligt at ...." Lítla Marin fær eina pylsu, sum hon blakar á sandin og lítlibeiggji missir breyði. Mamman smílist. Áh, sum alt er gott... Kvøldi kemur og fólk reisast, fara til hús. Bilurin vigar nú bert helvtina av tí, sum hann gjørdi tá hann dreyðaði av, oman á Sanda- gerð, fyrr uppá dagin. Alt hettar varnast lykkan. Har er nú veipan og gákkan, um restirnar frá ríkamanna- borði. Og rottumamman, hon er í "afterparty" við øllum sínum avkomi, og tey fylla í seg. Og øll hava góða lív, njóta summarveðrið kanska enn meir enn tey gudsútvaldu menniskju, sum fyri kortum fóru. Náttin fellur á, og tann einasti sum varnast tað, sum veruligani hendi er mánin. Og bert hann minn- ist tað. Tað sum einaferð var og ikki. Nógvar rottur ein gáva Marjus Dam, løgtingsmaður Týsdagin 1 marts fellur kortavgjaldið tíbetur burtur aftur í Danmark. Sjálvandi skal tað eisini fella burtur í Føroyum beinanvegin. Grundgevingin fyri at krevja avgjaldið inn, var at hetta varð gjørt í Danmark. Tí er ongin grundgeving fyri at halda fram at krevja tað í Føroyum longur. Eg vóni, at kortavgjaldið verður avtikið aftur í Før- oyum 1. marts. Hetta av- gjaldið átti ongantíð at verið kravt. Tí hví skulu fólk rinda avgjald, fyri at nýta egnan pening. Kortið er mátin at gjalda við peningi í okkara tíð. Um avgjaldið ikki verður avtikið eigur samgongan at taka málið upp, við atlitið til at avtaka avgjaldið pr 1 marts. Kortavgjaldið burtur Skeivur høvundur Í lesarabrævi í leygar- dagsblaðnum undir heit- inum »Teir leggja á, har garðurin er lægstur« framgekk, at Jákup Joen- sen úr Lopra skuldi hava skrivað hetta bræv. Tað skal við hesum stað- festast, at talan var um ein navna hjá áður nevnda Jákupi Joensen. Og at hesin Jákup Joensen er úr Sumba. Vit á blaðnum harmast um mistakið, og vilja vit við hesum geva teimum báðum Jákup Joensen eina treytaleysa umbering fyri mistakið. -sosialurin