týsdagur 1. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 1. mars 2005
11
Sjálvhjálparbólkar fyri
børn og ung
Umleið 50 børn hava
higartil verið við í
sjálvhjálpar-
bólkinum fyri børn
og ung, sum hava
mist foreldur ella
systkin
SJÁLVHJÁLP
Tíðindaskriv
Arbeiðið við sjálvhjálpar-
bólkum fyri børn og ung,
ið hava mist foreldur ella
syskin, hevur nú hálvt
annað ár á baki. Hetta
tíðarskeiðið hava umleið
50 børn, í aldrinum 8 til
17 ár, verið við.
Bólkarnir eru saman-
settir eftir aldri. Møgu-
leiki er fyri, at hava tveir
bólkar í senn.
Hvussu aldurssamanset-
ingin verður hesaferð, er
greitt, tá vit vita, hvørji
tekna seg.
Í sorgarbeiðinum eru
kenslur og tankar, sum
hesi børn og ungu kenna
aftur hvør hjá øðrum. Tað
hevur stórsta týdning fyri
tey, at vera saman við øðr-
um, sum hava uppliva
stóra sorg. Hetta gevur
teimum eina vitan um, at
tey ikki eru einsamøll, og
tað eru onnur børn, sum
eru í somu støðu. Børn
sum hava mist, føla seg
ofta øðrvísi og einsamøll,
bæði í skúlanum og ímill-
um vinir.
Fundirnir eru skipaðir
soleiðis, at pláss bæði er
fyri at práta, tekna, mála,
spæla og ikki minst at
hugna sær. Tað er sera um-
ráðandi, at tað er trygt at
koma til fundirnar, so
hetta leggja vit stóran dent
á.
Eftir at hava havt trý
skeið, halda vit, at hetta
tilboðið eigur at verða
verandi. Tær afturmeld-
ingar, ið eru komnar, hava
verið positivar, og børnini
og tey ungu hava sum
heild verið ógvuliga trúgv
at møta til fundirnar.
Tey, ið hava hug at
verða við, kunnu venda
sær til Annu S. Dalsgaard,
tlf.: 319552/519552, ella
e-mail: Janna@kallnet.fo
Lesið
-so eru tit við!
TÍÐINDASKRIV
Norðuratlantsbólkurin
- Vi skal styrke vores eget
samfunds sociale sammen-
hængskraft og kulturelle
identitet — og på det
grundlag uddanne os til at
klare os i en mangfoldig
verden, segði Høgni Hoy-
dal
í
setanarrøðuni
á
Fólkatingsins røðarapalli
24. februar
Føroyski fólkatingslim-
urin Høgni Hoydal var á
Fólkatingsins røðarapalli,
tá danska Fólkatingið varð
sett hósdagin 24. februar
2005.
Røðan tók fyrst og fremst
útgangsstøði í teimum av-
bjóðingum og spurningum,
Føroyar og ríkisfelags-
skapurin standa yvir fyri í
eini alsamt vaksandi glob-
alisering. Ljós varð kastað
á, hvørjar fortreytirnar eru
fyri at standa seg í alheims-
geringini,
og
viðmerk-
ingarnar um ríkisfelags-
skapin í nýggju donsku
stjórnarskránni (regerings-
programm) vórðu eisini
viðgjørdar av føroyska
fólkatingsumboðnum.
Av ítøkiligum málum tók
Høgni Hoydal eisini málið
upp um uttanríkispolitisku
heimildarlógirnar og yvir-
tøkulógina. Avleiðingarnar
av eini ES-grundlóg vórðu
eisini uppi at venda, áðrenn
spurningurin um limaskap í
Norðurlandaráðnum
til
seinast varð viðgjørdur av
føroyska fólkatingslimin-
um.
Til seinast boðaði Høgni
formliga frá, at Norður-
atlantsbólkurin heldur fram
í danska Fólkatinginum.
Globaliseringin eisini
galdandi fyri Føroyar
www.sosialurin.fo
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
i