Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hugstoytt og sera sárt er at skulla siga heilhjartaðum studentavini og idealistiskum partamanni far- væl fyri síðstu ferð. Vit hava kenst í næstan hálva øld – vit hava prátað saman, skemtað, og ofta vitjað hvønnannan, hóast stóra geografiska distancu! Nú Atli ikki er meira, – eri eg so for- harmaður, at orð kunnu ikki siga frá tí! Tíðliga fyrrapartin sjeynda februar tosaðu vit eina góða løtu í telefon, sum vit javnliga plagdu, og fyrst og fremst skiftu vit orð um tað brandaktuella fólkatings- valið, sum skuldi vera dagin eftir. Hann var væl hýrdur, fullur av stríðshuga, men avbera spentur og kanska eitt lítið sindur stúrin um, hvussu valúrslitið fór at verða – hann fregnaðist nógv um donsku valorrustuna og harmað- ist um døpru útlitini hjá danska brøðraflokkinum. Men so herdi hann seg í huganum og fortaldi, hvussu aktivt hann sjálvur eggj- aði tí yngra javnaðarliðinum og agiteraði gjøgnum telefon, helst tí hann intuitivt grunaði, at mobili- seringin ikki var nóg effektiv! Hann kundi ikki vera óheftur eygleiðari av valdysti, men mátti luttaka og brynja seg – ein so sterkur og so eldhugaður solidari- tetur er treytaður av nógvum adrenalini! Tað er væl hugsandi, at tað hevur staðið so nógv á hon- um, at hann mentalt hevur overv- að seg! Ið hvussu er og ikki – minni enn tíma eftir okkara samrøðu, havi eg seinni frætt, mátti hann fara á sjúkrahúsið og kom ikki heimaftur á lívi! Tað varð ofta tikið til um pápa Atla, Petur Mohr Dam, at hann var homo politicus burturav. Tað mest politiska menniskja, Føroyar hava fostrað! Men júst tí, at pápin stórt sæð livdi og doyði fyri politikki, fekk Atli frá barnsbeini ta mest systematisku politisku uppaling, sum nakar føroyingur hevur fingið! Tessvegna var held- ur eingin, sum var betri fyrireik- aður til eina politiska karrieru enn hann. Kortini helt hann gerandisdagin í uppvøkstrinum vera mest sum ov politiskan viðhvørt. Hann hevur sjálvur fortalt, at tað ikki var heilt sørt av eskapismu í, at hann valdi polyt – framum polit- lesnaðin! Frá Herlufsholm til Falkonércentrið Oh alte Burschenherrlichkeit Wohin bist du entschwunden? Atli tók matematiskt students- prógv í 1952 frá Danmarkar av- gjørt besta gymnasium, tí heið- urskrýnda kostskúlanum, Her- lufsholm, sum var settur á stovn 1566 av hjúnunum Herluf Trolle og Birgittu Gøye í einum fyrr- verandi benediktinarakleystri, sum tey høvdu makaskift við kongin, Fríðrikk Annan. Allar- elstu partar av teimum hábærsligu miðaldarbygningunum eru frá 12. øld. Hjúnini vóru av mætum aðalsfólki, men barnleys. Hann var ríkisadmiralur og Birgitta var sera ognarrík og hartil mentað kvinna, sum hevði stóran áhuga fyri undirvísing og upplýsningi. Tey gjørdu av, at tey vildu geva góðs og garð til ein lærdan skúla fyri „menige ædlingers og andre menige mænds børn i Danmarks rige". Tey trý árini hjá Atla í hesum søguliga umhvørvi og stak vakra landslagi í tí saftiga suður- sælendska feitilendinum við Næstved vóru spennandi, frukta- góð og andiliga mennandi. Hann tosaði ofta og sera fegin um ta av- bera stimbrandi og stuttligu gym- nasiutíðina. Serliga væl dámdi honum tær føgru og villu skóg- irnar nærhendis tí romantisku Súsánni, sum rennur tætt fram við skúlanum. Lærararnar helt hann vera framúrskarandi – tað vóru menn, sum gloppaðu ungdómi dyrnar til klassiskt dannilsi og kon- templativt erkennilsi eftir Goethe-uppskrivt. Orðið kon- templativt brúkti Atli sjálvur ofta um sítt lívssýni! Næmingarnir harafturímóti drógu ikki bein- leiðis somu línu sum Atli. Teir vóru flestallir ríkmannasynir frá donsku yvirstættini og alt annað enn javnaðarmenn. Atli hevði kortini samband við nógvar av hesum monnum alt lívið. Seinast teir hittust var fyri góðum tveim- um árum síðani (summarið 2002), tá ið klassin hevði 50 ára stu- dentagildi. Tað er eingin loyna, at eitt danskt studentsprógv gevur víðari sjónarring og munandi størri intellektuelt viðføri enn eitt før- oyskt prógv. Tað vardi altíð eina tíð, áðrenn „heimføðingar" av VBV komu á niveau við teir, sum høvdu fingið danskt artium. Atli skuldi ikki akklimatiserast til Burschenleben – hann var longu scenuvandur og í orðsins besta týdningi millum allarkát- astu og mest mentaðu synir Minervu. Hann gjørdist aldri hvørki heimføðisligur national- istur ella bornertur smáborgari – var tvørturímóti víðskygdur heimsborgari. Danska partablaðið Social- demokraten hevði samrøðu við hann longu tíðliga í 50 unum, tá ið hann sum blaðungur studentur gjørdi politiskt vart við seg á kongress (landsfundi) hjá danska javnaðarflokkinum, har hann um- boðaði føroyskar javnaðarmenn. Hann kendi fleiri av donsku oddamonnunum frammanundan, eitt nú Viggo Kampmann, sum var vinmaður Petur Mohr Dams, men í so frálíkum politiskum um- hvørvi fekk hann persónligt sam- band við nógvar aðrar og seinni leiðandi socialdemokratar, so sum H.C. Hansen, Erhard Ja- cobsen, Jens Otto Krag, K.B. Andersen og studentajavnaldran Knud Heinesen. Teir tríggir síðst- nevndu royndust honum, sum frá leið av allarbestu persónligu vin- monnum – Atli var ein heilan mansaldur javnligur gestur á landsfundi hjá donskum javnað- armonnum, oftast í Falkonér- centrinum, og hann treivst eina- standandi væl millum hesar mentaðu hugsjónarmenn! Burschenschaft Nie kehrst du wieder goldne Zeit So froh und ungebunden Atli og Ása hittust í studentatíðini og giftust longu miðskeiðis í 50 unum. Tað er ikki øllum givið at kunna syfta ta truplu fusiónina millum tað óbundna studentalívið og tað borgarliga hjúnabandið, og tá í tíðini var tað heilt sjáldsamt.. Men tey bæði tóktust leingi at hava funnið eina skilagóða prag- matiska symbiosu millum tvinnar krevjandi kulturar. Tað fjølbroytta studentalívið í 50 unum var als ikki berur romantikkur, heldur var tað spar- tanskur og fátæksligur gerandis- dagur, – lestrarveiting, so sum SU, fanst næstan ikki – tí máttu tey flestu arbeiða afturvið lesnað- 12 Nr. 41 - 1. mars 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. ATLI Pæturssonur DAM in memoriam