Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 1. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. inum! Atli hevði nógv ymisk studentaarbeiði og kom soleiðis í alskyns donsk lønmóttakaraum- hvørvi, har hann í mangari dia- lektiskari samrøðu við sáttlig og rótfest donsk fakfelagsfólk fekk stimbrað, staðfest og konsolider- að sína javnaðar-ideologi. Aftaná mangt studentabaks „arvaði" hann starvið sum redak- tiónsboð á Berlingaranum frá partamanninum, Jóhan Nielsen – hetta var spennandi náttarkjansur, sum gav innlit í bæði blaðarbeiði og politiskt handverk, umframt góða løn, men tað bleiv lítil svøvnur, og vónleyst var at lesa undir slíkum umstøðum. So eftir góðum tveimum árum gavst hann á „Afturhaldstíðindi", sum hann ironiskt tók til! Tíðliga í 50-unum sá eg onkun- tíð Atla, tá ið feðgarnir Dam komu inn á gólvið hjá okkum í Jónas Broncksgøtu, eitt nú, meðan bíðað var eftir ferðaskipi, sum skuldi til Danmarkar. Eg var bara hálvvaksin tá, og góð fimm ár var aldursmunurin, so „prátið" var rættiliga avmarkað! Men afturfyri kom orðaskiftið okkara í lag nøkur ár seinni, og tann dialogurin hevur staðið við síðani, – meira og minni dialek- tiskt í næstan hálvtrýss ár, telefoniskt, brævliga ella vis–à –vis! Vit komu at kennast av álvara summarið 1958. Sum fyrr nevnt, las Atli verkfrøði, og gjørdist eisini verkfrøðingur, men megin- áhugi hansara var avgjørt sam- felagið og socialt rættvísi – eg hevði ikki áður møtt manni við so sterkari socialari indignatión – hann var ótrúliga politiskt hugaður, fylgdi sjáldsama væl við í bæði donskum og føroyskum politikki, og hevði politiska vitan sum eingin annar føroyskur útiseti. Rokmikil gerandisdagur Vergebens spähe ich umher Ich finde deine Spur nicht mehr Hann búði í hugnaligum Lejerbo- býli á Arnold Nielsens boulevard í Hvidovre, har Ása var lærarinna. Hann var ikki sørt errin av hesum vælskipaða og krútsterka social- demokratiska umhvørvi og for- taldi ofta fólki, at partamenninir leingi høvdu havt reinan meiriluta á javnaðarborgini Hvidovre! Vit eru ein ovurstórur skari av fólki, sum hava sitið væl í Atlastovu og hava nógv hugnalig og stuttlig minnir frá mongum symposium í Hvidovre! Men politikkur var næstan altíð á lofti. Serliga hugtikin var hann av teimum báðum javnaðar– politikarunum Willy Brandt, sum stríddist í Berlin og Jens Otto Krag, sum kýtti seg móti aftur- haldi í Fólkatinginum. Hann kundi tosa eitt heilt kvøld um hesar socialdemokratisku undan- gongumenn! Ofta citeraði hann ella las úr tí idealistisku skránni „Fremtidens Danmark", Krag hevði skrivað! Tað var valabókin hjá Atla! . Atli var dynamiskur studentur og megnaði ófatuliga nógv í sínum turbulenta gerandisdegi. Tíðliga á morgni hópaðust hann og Hvidovre–grannin Svend Thulesen í durunum til barna- stovnin, har báðir studentarnir komu við sjógv á baki og hvør síni dóttir. So drønaði hann heilt norður til Hellerups, har hann beint tá var farin at undirvísa á einum privatskúla fyrrapartin; seinnapartin fór hann til fyri- lestrar á Nørrebro, og um kvøldið luttók hann dúgliga í nógvum føroyskum útisetalívi í miðbý- num, bæði í studentafelagnum og føroyingafelag. Hann sást mang- an í Neystinum, sum tá lá í Nord- havn og í ítróttarfelagnum í Valby ella á Amager. Hann spældi fót- bólt á Kløvermarken við før- oyska liðinum. Og tá ið gamla fótbóltsidol hansara, javnaðar- læknin, Knud Lundberg spældi, var hann trúgvur áskoðari í Ítróttarparkini úti á Eystarubrúgv og helt sjálvandi við AB. Lesast mátti um náttina!. Hann vitjaði ofta á donsku javnaðarstovuni, sum tá lá á Rosenørns allé – hann kendi næstan hvørt skrivstovufólk per- sónliga! Hann var nógv inni á Christiansborg og lurtaði eftir sínum javnaðarfyrimyndum! Hann luttók á limafundum í ymsum lokaldeildum av danska javnaðarflokkinum í øllum Keyp- mannahavnar amti! Á studenta- matstovuni, tí viðgitna Kanni- balinum var Atli næstan dagliga og debatteraði ótroyttiliga við sínar nationalistisku mótstøðu- menn! Og loysingarmenninir sluppu heldur ikki so – um kvøldið fingu teir ofta av at vita niðri á „Det lille Apotek, " sum tá í tíðini var mest vitjaða kvøld- stova hjá føroyskum studentum. Atli var stutt sagt legendariskt kendur sum stinnur og treystur debattørur! Slóðbrótari og eminentur debattørur Oh jerum jerum jerum Oh quae mutatio rerum Allastaðni fekk hann idéir og in- spiratión til tað politiska orða- skiftið! Altíð hevði hann við sær skriviamboð og -blokk, so hann fekk skrivað niður og arkiverað alt, sum hevði relevans. Hann akkumuleraði alsamt informa- tión, sum onnur ikki gáaðu eftir ella lupu um. Hann las 2-3 avísur um dagin! Harafturat tók hann sær stundir til at røkja intensivt brævasamband við P.M. Dam, Villa Sørensen og fleiri aðrar javnaðarmenn! Hann var tí fastur fúsur við posti annaðhvørt fríggjakvøld á „Kabússuni" í Strandgade, har fólk hittust, tá ið Tjaldrið fór til Føroya. Hann var eitt sindur meira mo- bilur enn hinir studentarnir, – hann koyrdi knallert, meðan vit aðrir vóru á hjólrossi. Fasti attri- buttur hansara var tann eyðkenda bláa knallertin. Atli og bláa vóru ofta við at hokna, so fullrokað vóru tey við dýrandi fullum tæg- um av rúgvismiklum politiskum tilfari, – bókum, brøvum, bløðum og politiskum skjølum. Var tað so onkur, sum andøvdi móti honum, læt Atli skundisliga ta einu tæg- una upp og blaðaði ófatuliga skjótt fram á júst tað citatið ella tað argumentið, sum avgjørdi málið! Hann var fullur uppundir hendur við søguligum javnaðar- argumentum! Um heystið 1958 eydnaðist fyri fyrstu ferð javnaðarstudent- um við Atla á odda at gerast størsti bólkur á einum politiskum valfundi í studentafelagnum. Hetta vísti seg at vera ein realist- isk prognosa, tí stutt eftir frættu vit, at javnaðarflokkurin eisini vann sjálvt løgtingsvalið heima í Føroyum. Eftir hetta sigursvalið, sum slóðaði fyri, at pápi hansara gjørdist løgmaður, var Atli næst- an euforiskur í sínum bjartskygdu framtíðarperspektivum. Hann var sum ein hvirla og gjørdi alt fyri at informera øll útisetaum- hvørvi um teir risastóru reform- ar, sum tann nógv umrødda 190 millióna–ætlanin skuldi føra til. Hann hevði veldugar visiónir eins og Viggo Kampmann á sinni um, at tað við danskari hjálp skuldi skapast eitt socialistiskt mynstur- samfelag í Føroyum. Herviligt var tí vónbrot hansara, tá ið hitt sonevnda sjálvsstýrislandsstýrið varð skipað eftir valið í 1962, hóast javnaðarflokkurin vann valið. Tað er einastu ferð, vit hava hoyrt ella sæð Atla verið merktan av mistreysti. Hann hevði in- vesterað so nógva andiliga orku í røður, skriving, fundarhald og alskyns agitatión, at frustratiónin var lemjandi. Eg minnist, at hann sarkastiskt helt fyri, at kanska átti man heldur, sum tey flestu at farið og hugsa um sítt egna lítla univers og „bara stremba eftir sjálvur at hava tað materielt gott" (citat)! Slík materialisma og egocentriskur lívsstílur vóru annars Atla fjart, og tað var sjálvsagt heldur ikki tað, hann reelt vildi ella kundi. Vit, sum hjástødd vóru, royndu eftir førimuni at kyrra hann við, at koalitiónin valla fór at gerast annað enn ein parentes í føroysk- ari søgu uppá maksimalt fýra ár, og so fór Petur Mohr Dam helst at venda styrktur aftur! Atli loft- aði sær skjótt og fann politiska fótafestið aftur, og tey fylgjandi árini var hann drakoniskur og náðileysur í síni andstøðu móti tí hjálparleysa sjálvsstýrislandsstýr- inum og tess útisetaverjum. Politiskir smokkuleggar Polariseringin millum javnaðar- flokkin og teir nationalu flokk- arnar, serliga tjóðveldisflokkin var hesi árini líka so gróthørð og eirindaleys sum beint eftir krígg- ið. Tað var bládýpi millum tað sociala vælferðarsamfelagið, javnaðarmenn vildu byggja, og tað ábyrgdarleysa armóðsríkið, aðrir ætlaðu, at føroyingurin skuldi smyrja seg við Atli gjørdist oddamaður fyri eina hvassa og konsekventa úti- setaandstøðu, bæði í studenta- felagnum og í føroyingafelag móti einum evnaleysum smokkuleggastýri, sum bara var tíðsspilla, tí at endamálið heilt týðuliga einans var at halda javn- aðarflokkin uttanfyri ávirkan! Slíkt var eftir hansara tykki ikki politikkur – tað var at spæla við fólksins socialu lagnu. Tiltiknar eru røður hansara frá hesum árum, eitt nú um lívsfræls- ið contra juridiskum frælsi, um nationalu undirlutakensluna, um hernaðarmálið og ikki minst um 60–millióna–grunnin, sum pápi hansara og Krag høvdu fingið í lag, og sum á ironiskan hátt gjørdist lívbjarging og kunstigur andadráttur hjá tí fantasileysu sjálvsstýrisgonguni. 60–millióna–„ránið" helt Atli beint út vera „skammleysan po- litiskan stuldur" hjá teimum nationalu! Mangur leiðandi polit- ikari úr teimum nationalu flokk- unum í Føroyum var hesi árini politiskt latin úr hvørjum plaggi, tær fáu ferðir teir hættaðu sær á fund við útisetum. Tað er vitnis- fast, at teir beinleiðis ræddust Atla sum debattør. Hesi árini vóru teir politisku hjálpaloysingarnir í Framanum eisini farnar at smágoyggja uppií studentatjakinum. Men teir mun- aðu lítið móti Atla. Teir høvdu stutt sagt for lítla søguliga bar- last til at tjakast við ein rutiner- aðan stríðsmann, sum stóð á tambi við javnaðarhugsjónum og faktuellari vitan. Tað einasta hes- ar novicur kundu borðreiða við var ein ótespuligur vavgreytur av sekteriskum kommunistafloskl- um og nationalum orðaskvaldri, men teir vórðu skjótt so dyggiliga settir til viks, at teir komu ikki fyri seg aftur, fyrr enn Atli fór til Kuwait summarið 1968. Men tá vóru teir findarglaðir, og sum ein leiðandi framamaður sjálvur tók til: „Når katten er ude, leger musene på bordet." Fá ár seinni tóku hesir politisku amatørar „ræðið" í studentatjak- inum, og spakuliga følnaði tað fyrr so stolta studentafelagið, okkara besta forum fyri debatt, og gjørdist ein líka so sekteriskur missiónsklubbi sum Framin; – fá ár seinni var felagið skinndeytt! Aftaná at Atli var farin til Miðeysturs varð beint fyri allari debatt – og menn skiftu tað livandi orðaskiftið út við sov- jettiskar fyrisagnir, kritikkleysa avskrivt og dogmatiska funda- mentalismu. Úr Kuwait til Tinganesar Miðskeiðis í trýssunum starvaðist Atli hjá kendu verkfrøðisfyritøk- uni Haldor Topsøe í Lyngby . Um tað mundið hittust hann og Sólvá, og nú varð knallertin skift út við scootara, so Sólvá fekk pláss aftan fyri á javnaðarfarinum. Tá ið ein fríløta var, drønaðu tey runt sum hvirluvindar í øllum Keypmannahavn og Jútlandi við og agiteraðu metodiskt fyri sjónarmiðum Atla. Tey búðu fyrst á Bispabergi, so á Nørrebro, men so fluttu tey aftur á Bispaberg til Vilhelm Birkedalsvej, beint við ta tignarligu Grundtvigskirkjuna. Har vóru ofta skemtilig symposia við stórfingnum blíðskapi! Polit- iska orðaskiftið var alsamt høgt prioriterað! So politiskt engageraður var hann, at hann til løgtingsvalið í 1966 fekk sær farloyvi frá ar- beiðinum, fór til Føroya og legði persónliga út í valstríðið, m.a. í Kollafirði, hóast hann sjálvsagt ikki var uppstillaður. Tað kravdi nógv áræði, og hann fekk eisini hervilig álop frá firtnum mót- støðumonnum! Javnaðarmenn, serliga á Tvøroyri vildu hava hann til Føroya beinanvegin, men Atli helt ikki, at tíðin var búgvin. Kravið varð aftur framsett, tá ið Petur Mohr Dam doyði heystið 1968 – eisini hesu ferð sýtti Atli, tí hann ikki metti sítt vaktarskifti hóskandi júst tá. Men tá ið flokk- sins landsstýrismaður, Villi Sør- ensen doyði nýggjársdag 1970, fekk javnaðarleiðslan Atla at taka sessin sum landsstýrislim javn- aðarflokksins í samferðslumálum góðan mánaða seinni. Um hetta mundið arbeiddi Atli, sum fyrr nevnt í oljustatinum, Kuwait, framvegis fyri fyritøkuna Topsøe, sum hevði stórar verk- frøðisuppgávur í Miðeystri. Orient-syndromið Nationalu mótstøðumenn hansara vóru febrilskir og gjørdu alt, teir vóru mentir fyri at styggja Atla burtur úr Føroyum. Teir og summir fjølmiðlar skaptu tí al- skyns mytur, okkultar smettu- søgur og orientalskan mystikk um „mannin úr Kuwait", sum við »dubiøsum intrigum" royndi at troka seg framat „úr erva", altso uttanum flokksorganisatiónina og vanliga javnaðarmannin „í neðra". Eg veit frá fólki, sum aldri høvdu hoyrt um Atla áður, at tey av fjølmiðlum nærmast fingu varhugan av, at tað snúði seg um ein suspektan, allarhelst arabisk- an oljumatador í turban og oyði- markabúna! Serliga leikaði út- varpið púra hysteriskt í um, at javnaðarflokkurin noyddist at fara heilt til Miðeysturs eftir púra „ókendum" og óroyndum manni, sum „bara" var 38 ára gamal. Ten- densiøsir vóru teir tá sum nú! Hvat rakaði tað útvarpið og hinar flokkarnar, hvønn javnaðar- menn valdu sær til framtíðarmann í flokkinum? Var tað teirra pro- blem? At útvarp og mótstøðu- menn vóru so í øðini og „álvars- liga stúrdu", javnaðarflokksins vegna, er hykleriskt og ólogiskt, tí teir ynsktu, ið hvussu so er, ikki javnaðarflokkinum nakað gott! Teir mugu bæði hava verið bangnir og naivir! Annars vóru tað júst teir mein- igu og vanligu limirnir „í neðra", serliga í Suðuroynni, sum kravdu av Atla, at hann tók við sum val- evni og formaður har suðuri og sum landsstýrislimur í Tinganesi. Harumframt hevði sjálvur táver- andi flokksformaðurin, Jákup Fr. Øregaard eisini heitt á Atla. Í brævi úr Kuwait, dagfest 16. januar 1970 til Øregaards skrivar Atli næstan játtandi, men dregur á bæði – himprast og fregnast eftir, um ikki onkur annar persónur kann finnast. Hann heldur seg ikki vera nóg kendan av vanliga veljaranum í Føroyum enn, bara millum útisetar! Hann skrivar beinleiðis, at honum hevði dámt betur at komið á meira náttúr- Framhald á næstu síðu