týsdagur 1. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 41 - 1. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
ligan hátt og ikki sum eitt stjørnu-
skot! Kortini leggur hann afturat,
at hann hálvavegna hevur givið
suðuroyingum lyfti um, at hann vil
koma til Føroya, áðrenn løgtings-
valið. Og svá gjørdist! Minni enn
eitt ár seinni (december 1970)
varð hann løgmaður og er fram-
vegis tann, sum avgjørt hevur
sitið longst í hesum sessi.
Musiskur politikari
Drum Freunde reichet Euch die Hand
Damit es sich erneue
Tað vildi verið órættvíst móti
eftirmæli Atla, um fólk fingu var-
hugan av, at hann í síni útisetatíð
einans fekst við prosaiskt breyð-
strev og politikk. Atli var í orð-
sins positiva týdningi ein sannur
lívsnjótari, ein epikuræari. Hann
treivst frálíka væl við eitthvørt
veitsluborð, – hann var víttfevn-
andi, sangvinskur og skemtandi.
Hann var ofta við til at fagna
teimum nýklaktu pisunum á stu-
dentafelagsins pisuveitslum í
gamla Bispakjallaranum á Frúu
plássi, bæði við sangi, kvøðum
og skemtirøðum. Hann hevði
góða rødd og dugdi flestu før-
oysku sangir uttanat og eitt ótal av
útlendskum við.
Og sjálvt um okkara studenta-
sangur valla var merktur av bel
canto, so var ljómurin so mikið
meira merktur av eldhuga, lívs-
gleði og entusiasmu. Vit sungu
con fuoco. Hetta vertsskapslív,
hesa burschenherrlichkeit kundi
Atli ikki vera fyri uttan. Tað var
nostalgiski arvurin frá Herlufs-
holm.
Hann var við til mangt menta-
tiltakið í studentafelagnum. Í
1960 – hálvtrýss ára jubileumsári
felagsins – var hann við til at
spæla kabarett í Sjónleikarhús-
inum, har hann enntá illuderaði
sjálvan pápa sín.
Á litterera økinum hevði hann
tríggjar avgjørdar favorittar –
partamannin Heðin Brú, William
Heinesen og skyldmannin Janus
Djurhuus. Tað var ikki smávegis,
hann kundi citerað úr „Feðgum á
ferð" og „Den sorte gryde", men
allarbest dámdi honum í verts-
skapi at syngja ella deklamera úr
skaldskapi Janusar. Undir kríg-
num búði Janus á Tvøroyri, og
var tíðum gestur hjá skyldmonn-
unum. Skaldið var hábærsligt,
bergtakandi og tignarligt, men
heilsan bilaði, so Atli plagdi at
hava
sum
setning
at
bera
kuffertið hjá Janusi av keiini og
niðan. Samsýningin skuldi verða
eina krónu hvørja ferð! Annars
vóru tað russiskir høvundar sum
Tolstoj og Sjolokhov, sum høvdu
størsta áhuga hansara. Eitt nú
Krig og fred og Stille flyder Don.
Sosialrealistisku bókina Kleiner
Mann Was nun? hjá Fallada hevði
hann ofta á lofti og helt vera
framúr væl skrivaða! Endiliga
dámdi honum stak væl operettuna
Dreigroschenoper
(Leper
og
kloddar) hjá Bert Brecht og Kurt
Weill!
Interludium á
»Mannaátaranum «
Der alten Freundschaft heilges Band
Das alte Band der Treue
Men eisini í politiskum tjaki
kundi Atli vera íspegil og skemta
meira enn summum lúnivættum
dámdu. Eg kann t.d. nevna eina
smákuriøsa hending úr studenta-
felagnum heystið 1960. Hetta
hevði eitt sindur við altjóða-
politikk at gera. Ovasti russiski
politiski oddamaðurin Nikita
Khrustjov hevði stutt áðrenn á
dramatiskan hátt skapað sær í ST,
har hann var farin úr øðrum
skónum, hevði bukað hann niður
í borðið og hóttað við at blaka
skógvin eftir einum av sendi-
monnunum,
um
hann
ikki
„skikkaði sær" og lat vera við at
finnast at Sovjetsamveldinum.
Hetta var alment kent og hevði
nýliga staðið í bløðunum.
Orðaskiftið tað kvøldið var
hvassari enn vanligt og sjáldsama
harðrent, serliga millum javnað-
armenn og tjóðveldismenn, og
sjálvandi var Nato og hervaldið
á lofti. Atli hevði sum so ofta
fyrr sligið fast, at javnaðarmenn
vóru Natomenn um ein háls.
Slíkar parolur dámdu ikki tjóð-
veldismonnum! – Professarasto-
van á Kannibalinum var á tremur
av fólki, og formaður og orðstýr-
ari høvdu ilt við at stjórna fund-
inum. So reisti Atli seg uppaftur,
lat seg úr øðrum skónum, bukaði
harðliga við honum og fekk stein-
tøgn beinanvegin.. So helt hann
fyri við tjóðveldismenninar: „Je
brúki somu parlamentarisku me-
todur sum tygra maður í ST".
Tað gjørdist øgiligt rok, og
fleiri tjóðveldismenn (ikki allir
kortini) blivu ovursintur og for-
argaðir – aðrir fingu brúnasíða
gron. Slíkt kundi man ikki loyva
sær, hildu teir fyri! So erkvisnir
og kemiskt fríir fyri humor vóru
teir tá sum nú!
Vanligt var, at menn eftir slíkar
ógvisligar Kannibalfundir fóru
oman á „Det lille Apotek" til
nachspiel og eftirviðgerð. Men
hetta kvøldið vóru nógvir firtnir
tjóðveldismenn rýmdir til hús, tí
teir toldu ikki at verða skýrdir
kommunistar, og als ikki av Atla.
Hetta var eitt sindur gátuført, tí
nógvir teirra plagdu annars sjálvir
at leggja stóran dent á, at teir vóru
kommunistar. Onnur máttu bara
ikki siga tað! Politiski logikkurin
var heldur ikki sterkur tá í tíðini!
Men løtu seinni sat Atli bros-
andi á „Apotekinum", skemtaði
og sang ella hugleiddi um,
hvussu stimbrandi tað ovurment-
aða apotekaraumhvørvið var, har
so mætir menn sum Holberg,
Kierkegaard, Peter Faber og H.C.
Andersen eisini høvdu hugnað
sær.
„…. í vertsskapi fróur og glaður
við egið sum við annans borð"
Eftirmæli, eftirviðgerð
og eftirbilsni
Stosst an und hebt die Gläser hoch
Die alten Burschen leben noch
Tað hevur vakt miklan ans, at Atli
Dam, nú hann er farin, verður so
fagnaður og stórliga róstur av
mótstøðumonnum – tað er sjálv-
andi gott – sjálvt um tað, satt at
siga, er nakað seint!
Men hvussu nógv minnast í dag
ta móttøku, Atli fekk, tá ið hann
var komin til Føroya av álvara. Ja,
tað var ikki við mýkindum! Fáur
maður hevur verið so mismettur!
Vælkendur politiskur oddamaður
legði hann undir landasvik í
EEC–málinum – hann varð
skuldsettur fyri at vilja luska og
lirka Føroyar inn í Felagsmark-
naðin gjøgnum bakdyrnar, uttan
allarminsta hald í veruleikanum.
Somu vitleysu fíggindamynd
broderaði
fólkafylkingin
ein
desperat og seinpurpertil semi-
kommunistisk háskúlafløkja. Tey
mest óerligu, grotesku og óreinu
motiv vórðu líka frá 1970 til 1975
javnliga kastað Atla fyri! Tað var
ikki tað politiska runublak, sum
ikki varð grýtt eftir honum, ser-
liga í tabloidblaðnum Fjúrtanda.
Sólvá fekk heldur ikki frið – hon
varð saman við Atla jagstrað av
einum talentleysum tjóðveldis-
politikara í fleiri ár fyri, at tey
ikki skuldu vera gift (!!!), og tað
blandaði hesin ússaligi kannu-
stoypari uppí EEC–málið! Næst-
an hvør debattfundur bleiv for-
giftaður av „giftarmálinum",
hann hevði krøkt seg uppí. So
„høgt" var klombruta tjóðveldis-
flogið eisini tá!
Táverandi
sambandsblaðið
Dimmalætting hevði heldur ikki
nógv hógv. Teir samanbóru
menniskjansligu og demokratisku
sjónarmið Atla í abort-spurning-
um við mansmorð! Vit javnaðar-
menn hava aldri verið nógv fyri
privatisering, men vit fara kortini
altíð at halda, at allar lívmøður
skulu privatiserast, og eingin
fariseari, heldur eingin politikari
skal blanda seg uppí hvørja
avgerð, kvinnur taka í abort-
málum!
Í Molsbáta-málinum náddi
hysteriski ágangurin móti Atla
olympiskum metum! Tað er
tankavekjandi at gera analogiskar
metingar við Norrønu, sum menn
nú kanska eru farnir at avreiða til
Íslands!
Men sum frá leið, erkendu tey
flestu, um enn við ringum tanna-
biti, at tað var einki alternativ til
Atla í føroyskum politikki. Hann
var í politiskum serklassa, ikki
minst, sum maðurin, ið fekk
konstruktivar loysnir í lag. Sum
samráðingarmaður, ikki minst í
uttanlandsmálum var hann
genialur. Fysiskt spardi hann seg
aldri! Hann noyddist við fugla-
dúr! Tol, seiggi og treiskleiki
góvu frálíka góð úrslit! Her
bregðaði hann ikki burtur úr ætt!
Tí eiga vit aldri at gloyma og ilt
verður at fyrigeva, hvussu flestir
menn krokaðu og skulkaðu sær
undan ábyrgdini av „kreppuni" í
90 unum og løgdu alla byrðuna á
Atla. Hann fekk psykologisku og
moralsku
„skyldina".
Hann
gjørdist syndabukkur fyri eitt
stórt lið av rædduskítum! Intrig-
urnar móti Altla og politiska
svævingin av honum í 90-unum
eru størsta politiska justitsmorðið
í føroyskari søgu! Hann tók
politisku avleiðingarnar, og sum
hann tók til: „Je havi breiðar
herðar og skal nokk taka mína
politisku ábyrgd, men um allir
teir, sum hava juridisku ábyrgd-
ina av tí, sum fyrifórst, komu fram
í ljósið, ja, so hevði verið trongt í
geglinum!" Atli var ikki korruptur
og spann avgjørt ikki persónliga
gull av tí fíggjarliga meldri, sum
herjaði í 80 unum! Hetta eiga
serliga yngri javnaðarfólk at
leggja sær í geyma, nú nógvir
menn eftirrationalisera, sum
vant, og royna at skriva Føroya-
søguna umaftur. Endamálið er,
sum tað plagar, at teir vilja útvega
sær sjálvum eina betri fortíð!
Men eingin teirra kendi sína
vitjunnartíð, tá ið á stóð, og
eingin stuðlaði Atla, tá ið teir
áttu! Alt annað eru retrospek-
tivar kávalótir!
Sum fleiri eldri javnaðarfólk
hava sagt hesar seinastu dagarnar:
Tað eru nógvir kendir menn, sum
í dag prísa seg lukkuligan fyri, at
Atli ikki náddi at skriva sínar
endurminningar!
Evstu orð um trúgvan vin
Noch lebt die alte Treue
Noch lebt die treue Alte
Fyri góðum ári síðani hittust vit í
Keypmannahavn og sjálvandi
vóru, sum eldri monnum vant
nógvar nostalgiskar metingar á
lofti um tað stutta mannalívið,
men aðaltemaið hjá Atla hetta
kvøldið var tað stóra bókaverkið
um partamannin og fyrimyndina
Jens Otto Krag. Hesar bøkur vóru
nýliga útkomnar tá, og lógu við
høvdalagið hjá honum! Atli tos-
aði leingi og hugtikin um, hvussu
mætan og stringentan statsmann,
hann helt Krag vera, men eisini
ein sera einsamallan mann! Hann
endurtók fleiri ferðir, hvussu
krevjandi, ótakksamur og harður
politikkur kann vera fyri privata
gerandisdagin og ofta fyri lívið
sum heild – hann tosaði kanska
ikki bara um Krag!
Tað kvøldið skiltust vit móti
midnátt á Valby heyggi við
Fasanvegin, har vit so mangan
høvdu spákað í yngri árum, og
hann vissaði meg fleiri ferðir um,
at hann gleddi seg til at lesa
bøkurnar lidnar. Tað var helst ikki
sørt av symbolikki í, at teir báðir
undangongumenninir, sum longu
møttust fyri góðari hálvari øld
síðani, „hittust aftur" á náttborði
Atla, og ikki høvdu teir so lítið til
felags. Báðir vóru miðvísir í síni
lívsstevnu og báðir fingu gjøg-
numført og avrikað stóran part av
sínum ætlanum. Báðir fingu eis-
ini rættiliga lítla tøkk, meðan teir
livdu! Báðir stríddust kompro-
misleyst móti kommunistisku
sóttini! Umenn ymiskir sum
fænotypur, vóru báðir kontempla-
tivir av lyndi! Harumframt vórðu
báðir mettir sum jarðbundnir
teknokratar, men høvdu sam-
stundis potentiellar musiskar
gávur!
Flestu fundir okkara vóru eftir-
hondini telefonin! Og hóast tað í
skrivandi løtu eru farnir meira
enn fjúrtan dagar, síðan Atli
andaðist, má eg framvegis leggja
bond á meg sjálvan, tí eg
refleksivt eri á veg yvir til tele-
fonina og ta fiktivu samrøðuna,
av tí at vit áttu at tosað um hetta
ella hatta! Men nú er alt sam-
skifti bara konjunktivur! Saknið
er ræðuligt hjá okkum, sum vóru
vinfólk hjá honum, og eg kann
ikki ætla, hvussu ringt tað er hjá
familjuni.
Tankar mínir eru hvønn dag hjá
tær, Sólvá – líkaleiðis hjá Onnu,
Peturi og Magnusi. Tit hava mist
ófatuligt, og somuleiðis hava
Helena og Finnur! Men tit hava
hábærsligari og mætari minni enn
tey allarflestu!
Lat meg við hesum orðum siga
hugdjørvum
javnaðarmanni,
hollum stríðsfelaga og heiðurlig-
um vini farvæl fyri allarsíðstu
ferð!
Virgar T. Dalsgaard
á Pætursmessu,
22. februar 2005
Framhald av s. 13
80 ára føðingardagar
Í dag, 1. mars, fyllir Martin Tórgarð í Havn 80 ár. Dagurin verður
hildin saman við familjuni.
Í dag, 1. mars fyllir Jóhanna Petersen, Saltnes, 80 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 5. mars frá kl. 18.30 hjá Ragnhild og Helga,
Leitisvegur 44, Saltangará.
Silvurbrúdleyp
Í dag, 1. mars hava Gurli og Guðjon Egholm, Klaksvík, verið gift í
25 ár. Tey eru burturstødd.
Í dag, 1. mars, hava hjúnini Andrea og Jørgen Álvheygg Sørensen
silvurbrúdleyp. Andr. Engvej 8, 4291 Ruds Vedby, Danmark.
Dagurin
1. mars. Albinus, deyður ár
550. Abbati og biskupur í
Angers í Fraklandi. Varð stutt
eftir
deyða
sín
skírdur
halgimenni. Navnið merkir
hvítur.