Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nr. 41 - 1. mars 2005 15 Karton er farin! Aftur ein liðugur kapitul. Karton er farin, sam- felagið slitið, eitt nýtt tíðarskeið uttan endan byrjað hjá góða vinmanni mínum ið er lagdur í mold, men sálin er flutt til ein betri stað - til heimstað Guds í Himli. Eftir sita vit fleiri, ið kunnu siga við stórum takksemi mangar ferðir takk fyri lív og vitnis- burðin, ið Karton bar í hesum mangan vónleysa heimi. Men broytingin í lívi hansara gav vón, og vitnaði um at Gud var náðiríkur og var til fulnar mentur at endureisa og frelsa djúpt falnar syndarar til nýtt lív og eitt ævigt lív í Kristusi. Løturnar í hugnaligu stovuni har Karton búði á Tvøroyri vóru ikki fáar. Men hin lívgandi, næstrakærleikin, gleðin, frið- urin og tað milda sinni, sum Karton bar, kendi eg so væl hesar góðu løtur. Høvuðsevnið hvørja ferð var endurloysari og Frelsari okkara Jesus, prátið fall hvørja ferð á Frelsaran. Báðir høvdu vit smakkað vald syndarinnar, men kundu vit báðir sita og gleðast saman hesar ríku løtur, gleðast um Guds náði, at Hann kallaði okk- um til eitt nýtt lív at liva fyri tann livandi Gud. Og hesa ríku vón sum vit lósu um í bíbliuni, at eftir hetta lív komu vit at liva í Himlinum, heima hjá Gudi. Hóast sakn so er hetta gleðiligt at minnast aftur á. Eitt nýtt lív eitt nýtt tíðarskeið, loystur frá valdi syndarinnar og hesum deyðuligu umstøðum vit nú einaferð liva í, hetta er lívsælt at hugsa um. Lívið er á ein hátt júst byrjað hjá mínum góða vinmanni. Lívið í ævinleikanum har tey ið trúgva á Kristus til frelsu eiga ein arvalut í Kristusi, ein himm- alskan lut ið eingin kann stjala frá okkum í Krist- usi. Hvat kann vera størri á at líta. Tá man missir ein kæran vinmann – at lív er at fáa í Kristusi. Hetta var vitnisburðurin Karton so hugreystur vitnaði fyri mær og øðrum, at ALT var fullgjørt- Skuldi hann síggja himmalin við verkum ella við at liva eitt pent lív, so Gud náði meg, tók Karton mangan til. Men Gud, sum er ríkur í náði síni, hevur gjørt synd okkara til einkis á Golgata, vit skulu bara taka ímóti frelsuni við trúgv. Og síggja at okkum tørvar náði til at liva í ævir, hetta var ður hansara fyri mær og mongum øðrum. Tí hvílir ein søtur friður yvir minnunum um Karton Vil enda við at siga tær takk góði Karton - takk fyri alt tað góða tú gavst mær. Eg gleðist saman við tær, at Harrin heldur lyftir Síni, hvar eg hugsi um nýggju umstøðurnar hjá tær heima hjá Harranum, har hetta versið frá Gudi er upprunnið fyri tær. Op. 21, 4, Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur - tí hitt fyrra er farið. Minnini verða goymd og verkið Harrin gjørdi gjøgnum teg livir. Harrin styrki tykkum øll ,,Helgi,, og familjan ið eftir situr. Svein Sunnudagin 27. februar var stórt hátíðarhald við Gjógv í sambandi við at Karl Jacob Sigvardsen fylti 100 ár. Í morgin hava vit myndafrásøgn frá føðingardegnum. Umleið 400 fólk vóru í føðingardegi hjá Karl Jacob Sigvardsen Mynd: Jens Kristian Vang Karl Jacob Sigvardsen 100 ár: 100 ára føðingardagur við Gjógv Í dag, týsdagin 1. mars 2005, hevur Martin Mikkelsen í Syðrugøtu 25 ára starvsdag á Føroya Tele í Saltangará. Martin, ið er 46 ára gamal, er ættaður úr Syðrugøtu. Hann lærdi til elektronikk- mekanikara hjá Tróndi Simonsen í Fuglafirði og bleiv útlærdur í 1979. 1. mars 1980 fekk hann starv sum teknikari hjá Telefonverki Føroya Løg- tings í Søldarfirði. Frá 1981 til 1989 ar- beiddi hann ein stóran part av tíðini sum teknikari á flogvøllinum í Vágum við saman við Tummas Hans Gaardlykke, teknikara. Telefonverkið umsat tekn- isku útgerðina fyri Statens Luftfartsvæsen. Í dag er Martin formaður fyri telesamskiftinum hjá Føroya Tele í Eysturoy. Martin sigur, at hesi 25 árini hann hevur arbeitt hjá Telefonverkinum hava ver- ið spennandi og broyt-ing- arnar ómetaliga stórar. Tá hann byrjaði vóru t.d. bæði sjónvarp og fartelefonir í síni byrjan, og nevnir hann sum dømi, at tá vóru bert tvær basis-støðir, ein á Støðlafjalli í Eysturoy og ein á Kambinum í Suðuroy, nú eru tær úti við hundrað í tali. Fyrstu tíðina vóru bert fimm kanalir, so einans fimm fólk kundu tosa í fartelefon samstundis í øllum landinum. Eisini er vanliga telefonin broytt frá teimum analogu sentralun- um til digitalar sentralar við ljósleiðarasambandi bæði innanlanda og við útheimin. Martin er sonur Janu, f. Olsen, ættað úr Streymnesi, og Hans Mikkelsen úr Syðrugøtu. Hann er giftur Atu, sum er ættað úr Leirvík, dóttir Hannu, f. Clementsen av Sandi, og Eirk Justinussen í Leirvík. Ata og Martin eiga trý børn: Jana 24 ár, Eirik 21 ár og Karin 15 ár. Martin Mikkelsen, Syðrugøta: 25 ára starvsdag hjá Føroya Tele