týsdagur 1. mars 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 41 - 1. mars 2005
Fríggjakvøldið vóru
480 fólk á Hotel
Föroyum dómarar í
fyrstu kappingini
nakrantíð um, hvat er
besta skerpikjøt í
Føroyum - fyri ikki at
siga allari verðini. Tá
fólkið hevði sagt sítt,
stóð Páll Dalsgarð úr
Skálavík sum vinnari
við undirtøku frá
fjórðuhvørjari at-
kvøðu
SKERPIKJØT
Hilmar Jan Hansen
Tað var ikki sørt stuttligt at
síggja hesi 480 fólkini, sum
fríggjakvøldið høvdu leitað
sær á Hotel Föroyar at
smakka skerpikjøt - enntá
úr sjey ymsum høgum
spjaddir um alt landið.
Fyrsta punktið á skránni
hetta frálíka væleydnaða
kvøldið var, at fólk fingu
ein borðisk settan fyri seg,
har sjey bitar av skerpikjøti
lógu á. Og so var bara at
lukta, prika, smakka, býta,
tyggja og annars royna at
taka dagar ímillum, hvat nú
mundi vera tað besta.
- Eg ætli mær at stemma
upp á kjøtið hjá Júst, segði
síðumaðurin, ið ikki duldi
fyri, at hann heldur enn
fegin vildi hava bóndan úr
Havn at eiga heimsins besta
skerpikjøt.
Tað gekk tó bara ein lítil
løta, so var ruðuleikin
fullkomin, tí hann kundi
ikki siga við vissu, hvør
bitin var tann besti. Og so
hvørt sum hann royndi ein
fyri og annan eftir av teim-
um sjey bitunum, gjørdist
hann meira ørkymlaður.
- Hetta má vera tað hjá
Júst, ha? Nei, hetta! Ella
kanska tað kundi verið
hetta, segði síðumaðurin, ið
skjótt mátti ásanna, at tað
ikki var so lætt at finna
útav, hvat var hvat á
borðiskinum.
Hinumegin borðið tóktist
uppgávan meira ella minni
vónleys, hóast metodan hjá
útlagna sumbinginum var
at útiloka tað, sum ikki var
so gott.
- Nummar eitt og tvey
smakka av ongum, men
nummar sjey er gott. Eisini
nummar fimm er gott,
segði hann, samstundis
sum hann onkra løtuna
eisini hevði fingið gott
eyga á onkran av hinum bit-
unum, ið bóðu seg eta.
Umframt hesar báðar
sótu 478 onnur upp á sama
máta og royndu at meta um
tað nógva og góða skerpi-
kjøtið úr øllum landinum,
sum var sett fyri tey. Og
sum skiltist, vóru tað fá, ið
veruliga kláraðu at finna
útav, hvør átti hvat.
Sjálvt tá tú spurdi onkran
bónda aftaná, vistu heldur
ikki teir, hvat nummar
teirra egna kjøt hevði havt,
tí uppgávan veruliga var
torfør.
Skerpistjørna
Fríggjakvøldið var sam-
stundis stóra finalukvøldið
í »Stjerne for en aften«, so
stórskíggi syrgdi fyri, at øll
eisini fingu fylgt við, tá
endaliga úrslitið har skuldi
almannakunngerast.
Ikki er ov nógv sagt, at
fjøldin tóktist eitt sindur
skelkað, tá tað gjørdist
greitt, at okkara Guðrun
Sólja ikki kom upp í part
millum trý tey bestu, hóast
fólk niðri í móttøkuni
høvdu hoyrt hana sungið
sum ein dreymur.
Vónsvikið slapp kortini
ikki at yvirskugga alt
skerpikjøtið, ið framvegis
var miðdepilin hetta kvøld-
ið, og fólkalívsfrøðingurin
Jóan Pauli Joensen helt
eisini, at tað var ikki minst
spennandi,
hvør
bóndi
skuldi gerast »Stjerne for
en aften« á Hotel Föroyum.
Hann greiddi væl frá
kjøti og skerpikjøti, nú sjey
bóndur úr øllum heraðs-
hornum í landinum høvdu
latið lomb í 30-35 punds
vekt til hesa forkunnugu
kapping, ið er tann fyrsta av
sínum slagi - men neyvan
tann seinasta.
- Enn er tað so, at tað
frægasta, sum tú kanst seta
á borðið, er eitt gott turt
kjógv. Tað er eitt sindur
undarligt at hugsa sær, at
orsøkin til at vit hava
skerpikjøt, er tann, at for-
fedrar okkara høvdu ikki
nóg mikið av salti og kendu
ikki kunstin at roykja mat-
in, sum er vanligt aðra-
staðni, greiddi Jóan Pauli
frá.
Eisini
nevndi
hann
møguleikan at útflutt før-
oyskt
skerpikjøt
sum
delikatessu, eitt nú skorið í
passaliga tunnar bitar og
selt í smáum.
- Tað er bert at fáa ein
marknað og duga at selja
kjøtið sum nakað avbera
fínt, sum saman við onkr-
um
hóskandi
ávøkstri
kundi ligið tunt, næstan
esoteriskt, á borðiskinum
eins og tann føroyski polla-
mjørkin, ið einum ráka av
stormi og regni.
Til undirhalds
Umframt Jóan Paula var
ein annar røðar hetta kvøld-
ið, og hann smæddist sanni-
liga ikki burtur ímillum.
Tað var Júst Rubeksen,
bóndi í Havn, sum sjálvur
var við í kappingini.
Hann var sera skemting-
arsamur og sýndi í løtum
slíkan røðuklassa, at hann
stundum fleyg enntá langt
upp um tann annars óal-
menna føroyameistaran í
røðum,
eysturoyarting-
mannin Tórbjørn Jacobsen.
- Eg havi í 35 ár ferðast
nógv kring alt landið. Tá eg
var boðin við til hesa
kappingina og fekk at vita,
at tað var kjøt, tað snúði seg
um, var eg ongantíð í iva, at
so var Rubeksen nummar
eitt. Fyri skomm skyld havi
eg lært at nikka og vera
høviskur, men heimaftur-
komin noyðist eg altíð at
smakka upp á kjøtið hjá
mær
sjálvum,
segði
ósmædni bóndin úr høv-
uðsstaðnum, ið á framúr
undirhaldandi hátt hevði
hug at gera gjøldur burtur
úr bæði sær sjálvum og -
ikki minst - onkrum av
kappingarneytunum.
- Nú ein dagin, eg var í
Mykinesi, fekk eg kjøt frá
bóndanum. Tá hugsaði eg
við mær sjálvum, at »Guð
forbarmi seg«. Tað nærm-
asta tí, eg átti heima, var ein
gomul og yvirkoyrd ær.
Eisini annað var til und-
irhalds, og mong hvukku
við, tá Magnus Magnussen
og Robert McBirnie komu
stunandi inn eftir gólvinum
Skerpistjørna í eitt kvøld
- Seyðurin hjá mær gongur í nokk so góðum lendi, og kanska ger tað eisini sítt, at alt verður flett í haganum, har hjallurin eisini er. Har er lítið av flugu, so tað átti at verið betri, enn um hjallurin
stóð millum onnur hús, segði bóndin, sum nú hevur Føroya besta skerpikjøt