Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 1. mars 2005 17 sum ídnir fjallmenn, roka- klæddir og við fjallstavi í hond. Á pallinum spældu teir leiklutin sum fámjiningur og sumbingur, ið prátaðu á rættini. Mitt í tí heila kom Rasmus Magnussen á pallin sum tann streymlinj- aði havnarmaðurin, ið hevði arvað haga í Suð- uroynni, men alt annað enn hevði skil fyri tí. - Hava tit sæð ærina hjá mær? Hon er »off-white« á liti, spurdi hann hinar, og so stóð øllum greitt, at her skuldi leikur snúgva seg um tey vælvitandi bygda- frellini og óvitandi havnar- mannin, ið gjøgnum arv var komin til skorin klæði, men uttan teldu neyvan var førur fyri at røkta sín seyð. Góðir eginleikar Jú, sanniliga var hetta nak- að serligt og nakað øðrvísi, ið Hotel Föroyar hevði tikið stig til. Og fólk fingu seg av álvara roynd, tá tey skuldu skriva á atkvøðu- seðilin, hvat nummar var best og hvaðani tey hildu tað koma. Tá avtornaði, hildu tey flestu, at kjøtið úr Saksun og Mykinesi fór at røkka longst. Tað vil siga, at tað kjøtið, tey høvdu smakka seg fram til sum tað besta, var úr annaðhvørt Saksun ella Mykinesi, soleiðis sum krossur skuldi setast fyri. Men hesi 200, ið høvdu skotið upp á tað eksotiska av bygd ella útoyggj, raktu ikki plett. Tvørturímóti vísti tað seg, at kjøtið frá Dalsgarði í Skálavík var tað, ið fjøldini líkaði best, tá samanum kom. Tilsam- ans 126 atkvøddu fyri skálvíkskjøtinum, 84 fyri kjøtinum úr Havn og 80 fyri tí av Eiði. Allan dagin hevði eitt panel við fjølbroyttari manning og serfrøðingum á hvør sínum øki sitið og smakkað skerpikjøt, og eftir altjóða reglum vórðu so orð sett á, hvørja dygd hetta ella hatta kjøtið hevði. Og áðrenn vinnarin varð avdúkaður, greiddi fólka- lívsfrøðingurin Jóan Pauli Joensen frá, hvørjar egin- leikar heimsins besta skerpikjøt í 2005 hevur. - Hetta er tað bleytasta kjøtið og samstundis tað minst reyða. Hetta er tað mest javnt turkaða, tað hevur lítlan ræstan lukt og tað hevur - sum kanska tað allarmest positiva - ongan rotnan lukt. Hetta kjøtið liggur í miðal av ræstum smakki, greiddi Jóan Pauli frá, soleiðis sum serfrøð- ingapanelið hevði mett fyrr um dagin. Ovurfegin Ikki fyrr enn skoðsmálið var borið víðari, avdúkaði fólkalívsfrøðingurin so, at tað altso var kjøtið frá Dalsgarði í Skálavík, sum hevði vunnið. Og harvið var kvøldið av álvara bjarg- að hjá bóndanum Páll Dalsgarð og bóndakonuni Lauru Joensen, ið als ikki hevði fyri neyðini at nýta síni frálíku sjónleikarevni, tá hon skuldi vísa, hvussu fegin hon var. - Hetta hevði eg slett ikki væntað og hetta er ein stórur heiður. Ikki er sørt, at tað eisini forpliktar, helt Páll Dalsgarð fyri, tá borð- haldið var liðugt og hann stóð við flotta hvølpalásin- um í hondini, sum Martin Tórgarð hevði gjørt sum part av høvuðsvinningin- um. Skálvíksbóndin dugir ikki ordiliga at siga, hvør loynidómurin er aftan fyri besta skerpikjøtið í land- inum, men hann heldur tað kanska hava nakað við hagan at gera. Dalshagi hevur 500 áseyðir, men lendi til 532, um tað skuldi verið. - Seyðurin hjá mær gong- ur í nokk so góðum lendi, og kanska ger tað eisini sítt, at alt verður flett í hagan- um, har hjallurin eisini er. Har er lítið av flugu, so tað átti at verið betri, enn um hjallurin stóð millum onnur hús. Eisini bóndakonan Laura Joensen fegnaðist um stóra heiðurin, sum hon serliga helt vera stuttligan, tá havt verður í huga, at góða kjøt- ið er úrslit av einum stórum arbeiði, sum verður gjørt gjøgnum alt árið. - Nú er tað sjálvandi øgiliga individuelt, hvat kjøt er gott. Men at fjórð- ingurin av 480 fólkum hev- ur valt okkara kjøt burtur úr rúgvuni, er sera stuttligt, segði hon við brosi um andlitið og stórum blómu- tyssi í fanginum. - Sjálvandi kundi tað hent, at 480 onnur fólk høvdu valt øðrvísi, og heldur ikki kunnu vit vita við vissu, at okkara kjøt verður líka gott næsta ár. Veður og vindur má sær ráða, men vit eru øgiliga glað fyri heiðurin. Bestu ummæli Millum teirra, ið høvdu sitið í panelinum, sum allan dagin høvdu smakkað sær á skerpikjøt og mett um smakk, lukt, fastleika og alt møguligt annað, vóru Jákup Ziskason úr Klaks- vík og hósvíkingurin Helgi í Brekkunum, búsitandi í Havn. - Hetta hevur verið sera stuttligt, og smakkisansurin hevur av álvara fingið seg royndan. Tað er jú lætt at villast, tí viðhvørt tykist alt bara at smakka líka, segði Jákup Ziskason, sum hevur drúgvar royndir sum kokk- ur og ikki so sjáldan hevur borðreitt við góðum mati fyri bæði hundrað- og tús- undtals gestum. - Alt kjøtið var sera gott og væl hagreitt, og eg haldi at kappingin eisini endaði væl, tí hetta høvdu skál- víksfólkini uppiborið. Sjálvur atkvøddi eg ikki fyri teirra kjøti, nú vit skuldu seta krossin undir borðhaldinum, men her var jú yvirhøvur sera torført at finna útav, hvat var best. Alt var jú av besta kjøti. Nakað tað sama helt eisini Helgi í Brekkunum, sum serliga hefti seg við, at atkvøðugreiðslan hevði manað onkra mýtu í jørð- ina, og tá sipaði hann til ta kanska vanligu fatan, at mest eksotiska kjøtið kem- ur av útoyggj. - Tvørturímóti vísti hetta bara, at tú so sanniliga eisini kanst fáa vælsmakkandi kjøt av einum gerði í Havn- ini, segði Helgi, ið hevði hug at venda kjøtprátinum burtur frá bara at tosa um, hvussu hagagott tað var og hvussu nógv fiti er í. - Tá tað kemur til stykkis, er tað kanska ikki minst áhugavert, hvønn týdning hjallurin hevur fyri gott føroyskt skerpikjøt. Spurn- ingurin er, um vit ikki áttu at konstruerað ein hjall, so vit fingu eina einsartaða vøru, tá tað snýr seg um ræsingarprosentið. So kundu vit útflutt okkara deiliga kjøt. Bæði Helgi í Brekkunum og Jákup Ziskason vóru á einum máli um, at hetta tiltakið var framúr gott, tí hetta var fyrstu ferð, at føroyska kjøtið var smakk- að til eftir altjóða leisti. Vælnøgdur stjóri Tá alt var yvirstaðið og fólk farin frá borðunum, kundi stjórin á Hotel Föroyum vælnøgdur staðfesta, at alt hevði gingið sera væl. Men Johannes Jensen ivaðist tó í, um henda føroyameist- arakappingin í skerpikjøti kundi verið endurtikin á sama hátt. - Áðrenn vit fóru undir hetta, vóru vit greið yvir, at vit ikki kundu gera alt perfekt, og sjálvur haldi eg, at rættast hevði verið at latið dómarapanelið dømt saman við fólkinum, so at- kvøðurnar vóru vektaðar og serfrøðingarnir kanska fingu eitt sindur meira at siga, heldur Johannes. - Tað sigur jú seg sjálvt, at 480 gestir í royki og parfumulukti kunnu ikki vera førir fyri at gera eina fullgóða meting av hvørj- um kjøtbita. Ikki minst er tað tíðin ímillum teir ymsu bitarnar, ið verður alt ov stutt, tá tiltakið verður gjørt upp á henda mátan. So tað skuldi verið øðrvísi eina aðru ferð, tí reint akadem- iskt er tað ikki korrekt. Sjálvur var Johannes Jen- sen tann einasti av øllum, ið visti av, hvussu skerpikjøtið var lagt á borðiskarnar, ið fólk fingu inn at døma eftir. Sjálvur tók hann ímóti hvørjum einasta kjógvi, sum kom inn til kapping- ina, og síðani gav hann nummar til hvønn bónda, uttan at nakar annar visti nakað. - Hetta gjørdi so sjálv- andi, at tað var púra ómøguligt hjá nøkrum at ávirka úrslitið, tí tað var bara eg, sum visti raðfylgj- una frá nummar eitt til sjey, ið starvsfólkini í køkinum høvdu fingið at leggja kjøtið eftir. Hóast vit vistu, at ein sovorðin kapping ongantíð kann gerast á ein 100 prosent rættvísan hátt, so kundu vit í øllum førum syrgja fyri eitt sindur av rættvísi við at halda hetta fullkomuliga loyniligt, greiðir Johannes frá. Ikki fyrr enn úrslitið av hesi forvitnisligu føroya- meistarakappingini var endaliga greitt um hálv- gumtólv tíðina fríggja- kvøldið, kom undan kavi, hvar kjøtið frá trimum teimum fremstu - Páll Dals- garð í Skálavík, Júst Ru- beksen í Havn og Olaf í Garði Joensen á Eiði - lá á borðiskinum. Og so var sjálvandi aftur tað stóra kjakið í gongd við borðini, tí nú fingu fólk sjón fyri søgn, at tað er nokk ikki so lætt at rokna út, hvaðani besti bitin er. Og tá bóndin ikki sjálvur smakkar sín egna bita, verður tað ikki lættari hjá okkum øðrum! - Hetta má vera tað hjá Júst, ha? Nei, hetta! Ella kanska tað kundi verið hetta, segði síðumaðurin, ið skjótt mátti ásanna, at tað ikki var so lætt at finna útav, hvat var hvat á borðiskinum Smakkisansurin fekk seg av álvara royndan á Hotel Føroyum