týsdagur 1. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HF til HM
– Nú hava vit vunnið
í fýra ár á rað, men
kappingin hevur ong-
antíð verið so jøvn
sum í ár. Tað segði
Rannvá Klein, venjari
hjá kvinnuliðnum hjá
Havnar Fimleikafelag
beint eftir kappingina
leygardagin
FIMLEIKUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Fjórða árið á rað vann HF
stórkappingina í rútmiskum
fimleiki, og hetta gevur
teimum beinleiðis atgongd
til heimsmeistarakapping-
ina sum verður í mei. Tí
stóð serliga nógv upp á
spæl til hesa kappingina.
Rannvá Klein er venjari
hjá Havnar Fimleikafelag,
og hon helt tað vera eina
serstakliga
javna
og
spennandi kapping.
– Tað vóru bert marginal-
ar, sum gjørdu at vit vunnu
í dag. Kappingin var heilt
ótrúliga jøvn og øll liðini
vóru góð, segði hon beint
eftir at kappingin var liðug.
Góð gularót
Í ár høvdu kvinnurnar tó
ikki bert heiðurin og gull-
krónurnar at kappast um, tí
fimleikasambandið kunn-
gjørdi í fjør, at vinnandi
liðið fór at fáa luttøkupláss
í Heimsmeistarakappinini í
estetiskum fimleiki, og
fimleikasambandið fór at
rinda allan kostnaðin.
Rannvá heldur, at henda
góða gularótin avgjørt hev-
ur ávirkað kappingina og
venjingina.
– Úrslitið í dag er tað
javnasta úrslitið í fýra ár.
Tað var so ræðuliga lítið,
sum gjørdi munin. Men í ár
hava vit vant meiri enn vit
plaga, tí tað er jú ein ótrú-
liga góður møguleiki at
sleppa við til HM og kapp-
ast við heimsins bestu lið.
Eg haldi eisini, at vit hava
verið meiri uppsettar enn
vit plaga, sigur Rannvá.
Kvinnurnar hjá Havnar
Fimleikafelag hava vunnið
hesa kappingina í fýra ár á
rað. Undanfarin ár hevur
vinnandi liðið luttikið í
danmarksmeistarakapping-
ini, sum gestalið, og tað
hevur altíð gingið ótrúliga
væl.
Spurd hvør serliga styrk-
in hjá HF kvinnunum er,
svarar Rannvá, at tað er ilt
at siga.
– Men skal eg taka nakað
framum, so haldi eg, at vit
eru ótrúliga væl fyri tekn-
iskt. Men tað eru jú so nógv
krøv sum skulu lúkast, at
man má vera nøkulunda
góður til alt, svarar hon.
Men hon heldur eisini, at
psykan hevur nógv at siga í
eini slíkari kapping.
– Tað er ótrúliga nógv
trýst á fimleikarunum, tá
tær standa úti á gólvinum.
Serliga tá liðini eru so jøvn,
sum tey vóru í dag. So tí
haldi eg at ein góð psyka er
minst líka nógv verd sum
styrki, teknikkur o.s.fr. Og
vit hava eina góða psyku,
so tað er greitt ein fyrimun-
ur, heldur Rannvá.
Hon nevnir tó eisini, at
Havnar Fimleikafelag altíð
hevur havt góðar venjarar,
sum hava sína stóru ávirkan
á góðu úrslitini hjá kvinn-
unum í dag.
Millum heimsins
bestu
21.-22. mei í ár fara kvinn-
urnar hjá Havnar Fimleika-
felag sostatt út í heim at
kappast við hini stóru
liðini. Men hvussu
fyrireikar
man seg
til tað?
– Vit
fara
sjálvsagt
at halda
fram við
at venja
hart, við
hesi
somu
seriuni
sum vit
kappað-
ust við í
dag. 7.
mars fara
vit á
dómarafund, har vit fáa at
vita júst hvat vit blivu
trektar fyri í dag, so vit fara
sjálvandi at arbeiða við at
rætta teir feilirnar, sigur
Rannvá, og leggur afturat,
at smidigheitin eisini fer at
verða raðfest høgt komandi
tíðina.
Hon sigur, at liðið ikki
væntar sær tað heilt stóra í
Heimsmeistarakappingini.
Tað eru jú so nógv lið, og
støðið er ótrúliga høgt, so
fyrst og fremst verður hetta
tikið sum ein uppliving.
– Hetta er fyrstu ferð, at
vit eru við í eini slíkari
kapping, og tí fara vit bert
avstað fyri at royna nakað
nýtt og fáa íblástur. Tá man
stendur á gólvinum vil man
sjálvandi altíð vinna, men
spurningurin
er,
hvørji
oddsini eru fyri tí. Men vit
fara at læra av tí, og so geva
vit okkum hundrað prosent
komandi ár, tá vit veruliga
vita hvat tað snýr seg um,
greiðir Rannvá frá.
Hon dylir ikki fyri, at tær
longu hava gjørt nakað av
fyrireiking. M.a. hevur hon
roynt at bygt seriuna upp
eftir teimum krøvunum sum
eru til estetiskan fimleik.
Føroysku
dómararnir
hava júst verið til eitt skeið
um krøvini í estetiskum
fimleiki, so kanska vit fáa
kunnu fáa teir at hjálpa
okkum, og útvikla seriuna
enn meiri í tráð við krøvini,
heldur Rannvá Klein at
enda.
Nr. 21 • týsdagur • 1. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Kvinnur, samanlagt
HF
nr
1
33,2
Ljósið
nr
2
32,95
Støkk
nr
3
32,5
Fi m l e i k a s a m b a n d i ð
sendir HF at luttaka í HM
í estetic fimleiki í Greve
18 mai. Tað er tó møgu-
leiki hjá trimum teimum
fremstu liðunum – og
harvið øllum, at luttaka í
kappingini. Nr 2 og 3
mugu tó rinda kostnaðin
sjálvi.