týsdagur 1. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 1. mars 2005
19
FIMLEIKUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Dómararnir
hava
eina
ógvuliga týðandi uppgávu í
fimleikakappingum. Teir
skulu
fylgja
væl
við
allatíðina, geva stig fyri tað,
sum verður gjørt, og draga
frá fyri tað, sum ikki verður
gjørt.
Í
Føroyum
eru
fáir
dómarar, og umboð fyri
fimleikasambandið siga tað
vera sera torført at fáa dóm-
arar til árligu stórkapp-
ingina.
Trupulleikin
við,
at
landið er so lítið og øll
kenna øll, tykist ganga
aftur, og hann sæst eisini í
fimleikinum.
Fimleikararnir byrja at
venja í september mánaði,
og nústani nú, í februar,
sleppa tær at kappast. Og
tað er ein kapping, sum
avgerð alt. Liðini eru sera
jøvn, og tað er tí eitt
rættiliga torført arbeiði at
døma liðini. Man veit
hvussu hart tey hava ar-
beitt, og tey fáa bert henda
eina møguleikan at vísa
hvat tey duga. Tí er trýstið
eins stórt á dómararnar,
sum tað er á fimleikararnar.
Fimleikararnir vita júst
hvat teir vera trektir fyri, og
hvat hini liðini verða trekt
fyri. Tað er tí til tíðir eitt
sera ótakknemmiligt ar-
beiði, og tað sást serliga
aftur við, at so skjótt sum
síðsta stigi er latið, sleppa
dómararnir sær avstað.
Til kappingina um viku-
skifti vóru seks dómarar, úr
ymsu fimleikafeløgunum,
men
fimleikasambandið
heldur, at tað hevði verið
ynskiligt at havt 9 dómarar.
Tað hevði givið latnu
stigunum ein breiðari fót at
standa á, og harvið tikið
nakað av trýstið av einstøku
dómarunum.
Dómararnir eru býttir
upp í tríggjar bólkar, sum
skulu geva stig hvør sær
Tøkniligu
dómararnir:
hyggja at torleikunum og
uppstillingunum.
Teir
kanna, at torleika- og upp-
stillingarkrøvini
verða
lokin.
Teir hava 3,4 stig at geva
av, og trekkja so frá, um
okkurt manglar í seriuni.
Teir hava eisini 0,6 stig at
leggja afturat, um serian
inniheldur torleikar, ið eru
torførari enn kravt er.
Listarligu
dómararnir:
hyggja at samanhanginum
ímillum rørðslur og tónleik.
Teir leggja eisini til merkis
um rørðslurnar eru ymisk-
ar, um tónleikurin skiftir
tempo og um fimleikararnir
virka sum ein heild. Teir
ansa somuleiðis eftir, at
allir fimleikarar útføra allar
torleikarnar, og at fimleik-
urin endar, júst tá tónleik-
urin endar.
Listarligu
dómararnir
hava 6,0 stig frá byrjan av
íðkanini, og trekkja so frá
hesum karakteri.
Framførðsludómararnir:
hyggja at, hvussu fimleik-
ararnir bera seg, um teir
strekkja hendur og føtur,
um teir hyggja upp, gera í
takt og útføra rørðslurnar
sum tær skulu.
Hesir dómarar hava 10,0
at geva av, men trekt verður
av, tá mistøk verða gjørd.
Eftir hvørja framførðslu
geva dómarabólkarnir stig,
og tey vera síðani løgd
saman til endaliga úrslitið.
Ì alt eru 20 stig at vinna
um øll framførðslan er full-
komin, og øll krøv eru
møtt.
Hesi krøvini verða link-
að, jú yngri íðkararnir eru.
Tað vil siga, at genturnar
hava nakað linari krøv,
smágenturnar hava uppaft-
ur linari krøv og pinkurnar
hava fægst krøv at lúka.
Krøvini til kvinnurnar í
íðkanini við amboðum, í
hesum førum hoppibandi
Tøkniligu krøvini: Íðkanin skal vísa ymiskar rytmiskar
rørðslur, og minst 12 torleikar skulu takast við.
Torleikarnir verða býttir upp í fýra bólkar.
- Javnvágir: Á tá, á einum fóti ella sitandi. Minst
einaferð skal javnvágin haldast í 2 sekund
- Totalrørðslur: Bylgjur og sving
- Pivot: Fimleikarin skal,á einum beini á tá,snara eina
ferð runt um seg sjálvan.
– Lop: Lopið sjálvt og landingin skulu útførast væl.
Harafturat skulu fimleikararnir:
skifta um band minst 4 ferðir, tvær ferðir við minst 4
metra fjarstøðu.
Arbeiða við hoppibandinum, t.d. hoppa, svinga og
kasta
Nýta báðar hendur tá arbeitt verður við hoppi-
bandinum
Arbeiða við tveimum hoppibondum í minst 16 taktir
Umframt hetta skal:
uppstillingin broytast minst 10 ferðir,
alt gólvið nýtast.
Tíðin liggja millum 2 og 2,3 minutt
Talið av fimleikarum liggja ímillum 6-8
Krøvini til kvinnurnar í
fríu íðkanini
Tøknligu krøvini: Torleikar, ið skulu nýtast í seriuni,
verða býttir upp í fýra bólkar.í seruni skuli vera minst
12 torleikar
- Javnvágir: Á tá, á einum fóti ella sitandi. Minst
einaferð skal javnvágin haldast í 2 sekund
- Totalrørðslur: Bylgjur og sving
- Pivot: Fimleikarin skal,á einum beini á tá,snara eina
ferð runt um seg sjálvan.
- Lop: Lopið sjálvt og landingin skulu útførast væl.
Harafturat skal:
Uppstillingin broytast minst 10 ferðir,
alt gólvið nýtast.
Tíðin vera ímillum 2,30 og 3 minuttir,
talið av fimleikarum vera ímillum 6 og 10
Dómararnir:
Torfør uppgáva
Smágenturnar hjá
Havnar Fimleikafelag
vístu um vikuskiftið,
at tær eru bestar í
landinum. Umframt
gullið, vunnu tær eis-
ini luttøku í Dan-
marksmeistaraheit-
inum, sum verður 9.
apríl
FIMLEIKUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Hildigunn Niclasen er, sam-
an við Eyð Strøm, venjari
hjá smágentunum hjá Havn-
ar Fimleikafelag. Tær hava
so mikið nógvar gentur, at
tær hava tvey lið, nevnd a og
b. Tað var a-liðið, har eldru
genturnar eru, sum vann
bæði fríu íðkanina og
íðkanina við amboðum.
Spurd um hvat tað var,
sum gjørdi, at júst hennara
gentur vunnu kappingina í
ár, svarar Hildigunn, at tær
eru øgiliga góðar.
– Tað gekk væl, og eg
haldi sjálv at serian var
góð, og hóskaði væl til hes-
ar genturnar. Sum venjari
má man duga at raka støðið
sum genturnar eru á. Um
serian er ov torfør fyri tær,
so telur tað niður. Er serian
hinvegin ov løtt fyri gentur-
nar, verður tað eisini trekt
niður, og eg haldi, at vit
raktu støðið hjá gentunum
perfekt við hesi seriuni,
greiðir Hildigunn frá.
Hon heldur at genturnar í
Havnar Fimleikafelag eru
sera javnt góðar, og megna
væl at lúka øll krøvini sum
skulu vera í eini seriu.
– Tær eru góðar, og út-
føra fimleikin væl. Eg
haldi, at tað var tað, sum
gjørdi at tær vunnu í dag,
sigur Hildigunn, sum tó
heldur at kappingin var sera
jøvn.
– Tað verður verri og
verri at vinna, tí kappingin
verður javnari fyri hvørt ár
sum fer, sigur Hildigunn.
Vinnarin av smágentu-
kappingini fær í ár møgu-
leikan at luttaka sum gesta-
lið í DM, har sum gentur-
nar og kvinnurnar higartil
hava luttikið. Undanfarin ár
hava føroysku liðini verið
langt frammanfyri donsku
liðini, so spennandi verður
at síggja hvussu fer at
gangast teimum í ár.
Smágentur, Samanlagt
HFa
nr
1
33,6
Støkk
nr
2
32,4
Ljósið
nr
3 32,25
HFb
nr
4 31.35
Flog
nr
5
27,9
Smágenturnar hjá HF a
fara at luttaka í DM kapp-
ingini í Odense 9. Apríl
HF til Danmarkar