Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 41 - 1. mars 2005 FIMLEIKUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hjá gentunum var Havnar Fimleikafelag eisini stóri vinnarin. Tær vóru einasta felagið, ið luttók bæði við einum a- og einum b-liði, og tær fingu ikki minni enn gull og bronsu. FM-heitið hjá gentunum gevur eisini atgongd til HM kappingina, sum verður longu um tríggjar vikur Inga Thorkildshøj hevur verið venjari hjá gentunum í nógv ár, og hevur fylgt teimum líka frá smágentu- aldrinum. Hon hevur verið til kapping í Danmark við teimum tvær ferðir fyrr, og báðu ferð vóru tær langt fremstar. Men í ár valdi Fimleika- sambandið at royna nakað nýtt, og í staðin fyri at senda genturnar til Dan- markar, har støði á fim- leikinum er lægri enn í Føroyum, sleppa genturnar í ár við til HM. Hetta varð kunngjørt fyri stuttari tíð síðani. Og um tríggjar vik- ur skulu genturnar avstað. Broyta seriuna – Vit kunnu ikki fara avstað við seriuni, sum vit nýttu til FM, tí krøvini til HM eru strangari. So vit noyðast at nýta hesa vikuna til at broyta seriuna, soleiðis, at hon lýkur altjóða krøvini, og so mugu vit taka tvær tær næstu vikurnar at venja hana í, greiðir Inga frá. Hon sigur, at hetta er fyrsta árið, at eitt tílíkt HM í juniordeildunum verður roynt, og tí er ilt at vita hvat man skal vænta sær. – Vit vita einki um ungu liðini í hinum londunum. Men við at hyggja at seni- orliðunum, kunnu vit ganga út frá, at støði er ótrúliga høgt. Men eingin veit sum sagt nakað um støðið hjá teimum yngru, og tí taka vit fyrst og fremst hendan túrin sum eina uppliving, sigur Inga. Hon sigur at genturnar eru øgiliga spentar og gleða seg at sleppa avstað. Men áðrenn tær sleppa so langt, liggur nógv venjing fyri framman. – Vit fara at taka teir eyka venjingartímarnar sum vit fáa, tí vit hava ikki serliga langa tíð at læra broyttu seriuna. Hon má gerast tor- førari, og onkrar samanset- ingar mugu eisini broytast, fyri at hon skal lúka krøv- ini, sigur Inga Thorkildshøj at enda. HF til Estland Gentur, samanlagt HF a nr 1 33,47 Støkk nr 2 32 HFb nr 3 31,54 Ljósið nr 4 30,6 Tað verður HFa, sum Fi m l e i k a s a m b a n d i ð sendir at luttaka í HM kappingini í estetic fim- leiki, sum verður í Estonia 17 mars. Trý tey bestu liðini kunnu fara við, men nr 2 og nr 3 mugu rinda kostnaðin sjálvi. Pinkur Hjá pinkunum var tað Ljósið sum streyk avstað við gullinum. Tað má eisini sigast at vera eitt satt bragd, tí tær vóru ein- asta liðið, sum megnaði at vinna á Havnar Fim- leikafelag, sum annars vann alt hitt. Pinkurnar, sum eru 9-12 ára gamlar, kappast bert í eini seriu, nevniliga tí fríu. Tær eru eisini einasti bólkur, sum ikki sleppur uttanlands at kappast. Pinkur Ljósið nr 115,9 stig HF nr 2 15,86 Støkk Nr 3 15,7 Flog nr 4 14,2