Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 41 - 1. mars 2005 Við einum ógvuliga týðandi sigri á Drátti á Giljanesi sunnu- dagin, tók Mjølnir eitt risafet á veg móti FM-gullinum FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt ordans oddabrak á Giljanesi sunnudagin, tá ið kvinnurn- ar úr Mjølnir vóru og vitj- aðu Drátt. Bæði liðini kundu við einum sigri taka eitt stórt fet móti FM-heit- inum, og við tí viðráki, sum Dráttur hevur havt í sein- astuni, var tað ikki sørt, at fleiri høvdu heimaliðið sum favoritt til at vinna dystin. Ikki so spennandi sum væntað Tað er ikki so langt síðani, at hesi bæði lið dystaðust í Klaksvík, og tá var tað Dráttur, ið var omaná. Sunnudagin var tó vent í holuni, tí Mjølnir var betra liðið, og tað eydnaðist ongantíð Drátti av álvara at hótta klaksvíkskvinnurnar. Í fyrsta settinum var tó spenningur, og settið var rættuliga javnt. Móti end- anum hevði Mjølnir tó munin, og tær gjørdu sær dælt av nøkrum mistøkum hjá Drátti og tryggjaðu sær settið 25-23. Heimaliðið tóktist rættu- liga fjáltursstungið, og tað var rættuliga týðuligt, at spælararnir hjá Mjølnir hava drúgvari royndir við at spæla slíkar týðandi dystir, har eitt møguligt FM-heitið stendur upp á spæl. Mjølnir var betra liðið, og tað prógvaðu tær eisini í næsta settinum, har tær vóru greitt omaná móti vertunum. Hóast tað ikki ljóðar av so nógvum, at tær vunnu settið 25-20, so var ongantíð nakar ivi um, at settið fór til Klaksvíkar, og sum heild tóktust tær hjá Mjølnir meiri klárar til avgerandi dystin. Dráttur fótaði sær ongan- tíð, og dysturin fusaði eitt sindur út, og trúfasta áskoð- arafjøldin hjá Drátti fór nakkalang til húsa aftur. Mjølnir vann seinasti settt- ið 25-18, og harvið vunnu tær rættuliga trygt odda- brakið 3-0. Stóð nógv á hjá TB Hitt oddaliðið TB var á Kambsdali og dystaðist við ÍF, og her stóð heilt nógv á hjá TB, áðrenn tað eydnað- ist teimum at vinna dystin. ÍF hevur av álvara fótað sær í seinastuni, og sunnu- dagin góvu tær veruliga TB ein skarpan gang. Fyrsta settið vann ÍF 25-20, og tað var um reppið, at tær eisini vunnu næsta settið. Men TB megnaði tó at vinna settið 25-23, og stóð á jøvn- um 1-1. Fleiri hildu kanska, at so var sloppið hjá TB, men ÍF var ikki soleiðis at koppa. Heimaliðið spældi upp til sítt besta, og tær vunnu uppiborið triðja settið greitt 25-19, og tí var setningurin hjá TB greiður. Tær skuldu fyrst vinna fjórða sett, áðr- enn tær kundu vinna dystin við einum møguligum javnbrótara. Og tað var júst tað, ið TB gjørdi. Tær vunnu fjórða settið 25-21, og í javnbrót- aranum var eingin ivi. Tá fór luftin at ganga undan hjá heimaliðnum, og TB vann javnbrótaran 15-8, og harvið vunnu tær dystin 3- 2. Dráttur-Mjølnir 0-3 (23-25, 20-25, 18-25) ÍF-TB 2-3 (25-20, 23-25, 25-19, 21- 25, 8-15) Við einum tryggum 3-0 sigri á Fram í Hoyvíkshøllini sunnudagin tryggjaði SÍ sær føroya- meistaraheitið í mansflogbólti 2005. FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sørvingar hava í drúgva tíð bara gingið og bíðað eftir, at meistaraheitið kundi tryggjast, og sunnudagin var dagurin so komin, at SÍ við einum sigri móti Fram kundi rópa seg føroya- meistarar í mansflogbólti 2005. Suverenir meistarar Tað er einki at taka seg aft- ur í, at SÍ hevur verið nógv tað besta liðið í meistara- deildini hjá monnum í ár. Liðið hevur vunnið allar dystirnar, ið teir hava spælt síðani miðjan oktobur mán- að, og tað sigur ikki so lítið um styrkina hjá liðnum. Sunnudagin stóð Fram sum áðurnevnt fyri tørn, og her var eingin ivi um, hvat var tað betra liðið. Sørvingar snøgt sagt sóp- aðu heimaliðið av vøllin- um. Við sínum vanliga ágrýtna spælistíli langaðu teir ferð aftaná ferð bóltin í gólvið hjá mótstøðumonn- unum, og hvussu stórur munurin á liðunum er, var sjónligt frá fyrsta bólti. Fyrsta settið gjørdist heldur ikki nakrantíð spennandi, tí SÍ var nógv betri og vann settið sannførandi 25-13. Í næsta settinum kom ein feril av spenningi í. Heima- liðið Fram royndi at bíta eitt sindur frá sær, og sørv- ingarnir, sum kanska vóru ruraðir eitt sindur í svøvn av lætta sigrinum í fyrsta settinum, mótu líkasum taka seg eitt sindur saman, áðrenn tað at enda eydn- aðist teimum vinna settið 25-21. Í triðja settinum var eing- in ivi. Sørvingar vildu bara hava meistaraheitið til høldar, og tað fingu teir við einum knúsandi 25-11 sigri í seinasta settinum, og so kundu bæði leikarar og áskoðarar fengast um, at tað í ár hevur eydnast SÍ at vinna greipuna í føroyskum mansflogbólti. Framúr ár At menninir hjá SÍ vinna greipuna í ár er avbera flott, og tá ið havt verður í huga, at felagið fyllir 100 ár í ár, so man lítið verða at ivast í, at leiðslan í felagnum fegn- ast um føðingardagsgáv- una, sum leikararnir og venjarin hava latið felagn- um á 100-ára degnum. Fyri lítlum mánað síðani tryggjaði SÍ sær sigurin í steypakappingini, tá ið teir í finaluni vóru ein alt ov stórur gloypibiti hjá Mjøln- ir, og tann dysturin vísti kanska allarbest, hvussu nógv betur enn hini liðini, ið nýklaktu føroyameistar- arnir úr SÍ eru. Mjølnir yvirtók silvurplássið Ein annar dystur var í meistaradeildini hjá monn- um um vikuskiftið. Hann var millum tey bæði liðini, ið stríðast um silvurheiðursmerkir. Tað eru Fleyr og Mjølnir, og hesi bæði lið hittust í G u n d a d a l s h ø l l i n i sunnudagin. Undan dystinum var Fleyr eitt stig framman fyri Mjølnir á stigatalvuni, men aftaná dystin hevði Mjølnir vunnið silvurplássið frá Fleyr. Sunnudagin vóru klaksvíkingarnir nógv betur enn havnarmenninir, og Mjølnir vann fult uppiborið dystin 3-0. Greiður munur var á liðunum báðum í øllum trimum settunum, og nú bendir alt á, at Fleyr noyðist at taka til takkar við bronsumerkjunum í ár. Fram-SÍ 0-3 (13-25, 21-25, 11-25) Fleyr-Mjølnir 0-3 (16-25, 14-25, 19-25) Mjølnir á gullkós Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 17 14 - 3 44 15 29 19 2 TB 17 14 - 3 44 22 22 19 3 Dráttur 17 10 - 7 39 27 12 16 4 ÍF 17 7 - 10 27 32 -5 10 5 KÍF 17 5 - 12 19 39 -20 6 6 SÍ 17 1 - 16 11 49 -38 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 14 13 - 1 40 9 31 19 2 Mjølnir 13 9 - 4 31 16 15 12 3 Fleyr 14 8 - 6 28 26 2 11 4 ÍF 13 3 - 10 14 33 -19 5 5 Fram 14 1 - 13 11 40 -29 1 Sørvingar eru meistarar Sunnudagin tryggjaði SÍ sær meira gull í ár, tá ið teir við einum sigri á Fram í Hoyvík tryggjaðu sær føroyameistaraheitið Mynd: Álvur Haraldsen