týsdagur 1. mars 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hóast VÍF hótti eina
løtu í seinna hálvleiki,
so hevði Neistin
munin og vann uppi-
bornan sigur í
Vestmanna
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Dysturin millum kvinnur-
nar hjá VÍF og Neistanum
gjørdist ikki so spennandi,
sum fleiri kanska høvdu
væntað.
Neistin
hevði
munin allan dystin, og
hóast VÍF gjørdi eitt gott
hál í seinna hálvleiki, har
tær fingu fimm mál á rað,
meðan Neistin einki fekk,
so var ongantíð nakar ivi
um, hvagar sigurin fór.
Gott málmansspæl
Dysturin var eisini eitt høvi
hjá tveimum av fremstu
málverjunum í heimligu
kappingini, Helenu Poulsen
úr Neistanum og Manuelu
Stan úr VÍF, at vísa, hvør
dugur er í teimum. Ikki
kann sigast annað, enn at
tær báðar stóðu ein góðan
dyst, og ikki minst átti
Manuela sín stóra leiklut í,
at VÍF í seinna hálvleiki av
álvara nærkaðist Neistan-
um.
Fyrri
hálvleikur
var
rættuliga
javnur,
men
Neistin hevði eina lítla
leiðslu so at siga allan
hálvleikin, og móti endan-
um av fyrra hálvleiki gjørdi
havnarliðið ein vørr og
øktu um leiðsluna hjá sær,
soleiðis at tær vóru á odda
við fýra málum, 16-12, í
steðginum.
Í seinna hálvleiki sá
henda gongd út til at halda
fram, og tá ið tíggju
minuttir vóru leiktir av
seinna
hálvleiki,
var
leiðslan hjá Neistanum sjey
mál, 20-13, og dysturin
tóktist avgjørdur.
Men unga manningin hjá
VÍF vildi ikki geva skarvin
yvir, og tær stríddust
manniliga. Hetta gav eisini
úrslit, tí næstu løtuna vóru
tað tær, ið sótu á dystinum.
Samstundis sum tað fór at
bragda í álopspartinum,
ikki minst takkað verið
Fríðu Marjunardóttir, ið
spældi ein fínan dyst, so
stongdi
Manuela
Stan
málið hjá VÍF í eina løtu,
og bráddliga kom eitt
sindur av spenningi í aftur
dystin.
Neistakvinnurnar tóktust
fjáltursstungnar, og hesa
løtuna var lítið skil á
álopsspælinum hjá teimum.
Men tá ið VÍF hevði mink-
að niður í 18-20, tók venj-
arin
hjá
Neistanum,
Flemming Raben, eitt time-
out, og tað hjálpti upp á
støðuna hjá gestunum. Lív
Sørensen leyp inn av høgra
vongi og legði Neistan á
odda 21-18, og hóast Finn-
gerð Jensen hjá minkaði
aftur um munin, so sást á
øllum brøgdum, at Neistin
hevði neyðuga yvirskotið,
og
tær
vunnu
dystin
uppiborið 25-21.
Tá ið Søljan samstundis
basti StÍF á Skála, merkir
hetta, at Neistin og Søljan
framvegis liggja stavn um
stavn
í
stríðnum
um
bronsuheiðursmerkini.
VÍF-Neistin 21-25
(12-16)
VÍF: Fríða Marjunardóttir
8(4), Ioana Rapa 3, Alice
Høghamar
2,
Nikolina
Eyðbjørnsdóttir 2(1), Linda
Johannesen 2, Annfríða
Helgadóttir 2, Finngerð
Jensen 1, Torgunn Jónálvs-
dóttir 1
Neistin: Simona Petersen 8,
Ása á Neystabø 5, Marjun
Tróndarson
4,
Annika
Thomsen 3(2), Mildrið
Jacobsen 2, Jórun Ludvík
1, Kára á Dunga 1, Lív H.
Sørensen 1
Brótskøst: VÍF 7(5),
Neistin 3(2)
Útvísingar: VÍF 3, Neistin
1
Dómarar: Brandur Johan-
sen og Heri Petersen -
vístu neyðuga myndug-
leikan og høvdu gott tak á
dystinum.
Nr. 41 - 1. mars 2005
23
Lív H. Sørensen og Neistin
megnaðu at halda tørn móti
Nikolinu Eyðbjørnsdóttir og
VÍF í Vestmanna
sunnudagin.
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-Neistin 21-25 (12-16)
Uppiborin Neistasigur