týsdagur 1. mars 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað reið um snarið
hjá vestmenningum,
tá ið Neistin var og
vitjaði sunnudagin,
men tað eydnaðist
oddaliðnum at fáa tey
bæði stigini, ið alt
snýr seg um.
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tey flestu høvdu óivað
væntað, at talan fór at verða
um ein avgreiðsluspurning
hjá VÍF, tá ið teir sunnu-
dagin høvdu vitjan av
botnliðnum
Neistanum,
men so var ikki, og tað stóð
nógv á, áðrenn tað loksins
eydnaðist VÍF at tryggja
sær bæði stigini.
Áki við aftur
Vestmenningar
høvdu
sunnudagin Áka G. Olsen
við aftur í hópinum, og tað
var kærkomin styrkur. Áki
byrjaði á beinkinum, men
tað gekk ikki long tíð,
áðrenn hann bleiv sendur á
vøllin.
Gestirnir úr Neistanum
byrjaðu dystin væl betur
enn VÍF, og ikki minst vóru
tað teir báðir Jota í málin-
um og stórskjúttin Damir
Oros, ið góvu vestmenn-
ingum grá hár í høvdið.
Jota stóð sera væl frá byrj-
an, og hetta gjørdi, at vest-
menningarnir gjørdust eitt
sindur bangnir fyri at royna
seg móti málinum.
Í hinum endanum fekk
verjan hjá VÍF als ikki
steðgað Damir Oros, sum
sunnudagin vísti, hví hann í
fjør var kosin til ársins
leikara í Føroyum. Damir
nærum langaði bóltarnar í
kassan nærum eftir vild, og
Eli Müller fekk als ikki
fatur á skotunum hjá stór-
skjúttanum.
Mansverja gjørdi mun
Tað var Neistin, sum var
betra liðið í fyrra hálvleiki,
og tí var tað eisini fult
uppiborið, at havnarliðið
fór til hálvleiks við einari
leiðslu upp á tvey mál, 11-
9, og gamli venjarin hjá
Neistanum, Dia Midjord,
sum nú venur VÍF, hevði
óivað fingið nógv at hugsa
um í fyrra hálvleiki.
Seint í fyrra hálvleiki fór
VÍF undir mansverju av
Damir Oros, og hetta skuldi
vísa seg at verða ein skila-
góð avgerð. Í seinna hálv-
leiki gjørdi hetta sítt til, at
tað bráddliga kom stígur í
álopsspælið hjá Neistanum,
og tá ið tað so eydnaðist
Neistanum at koma til
nakrar opnar møguleikar,
so stóðu ein sera vælleik-
andi Eli Müller enn eina-
ferð ein fínan dyst. Eli
spældi seg av álvara heitan
eftir stegðin, og hann átti
sín stóra leiklut í at tað
eydnaðist VÍF at taka
Neistan aftur.
Í hinum endanum var tað
Daniel Rapa, ið var stóri
leikarin hjá vestmenning-
um. Rapa hevur mangan
fingið toyggið fyri at
brenna
ov
nógv,
men
sunnudagin var rumenin í
rætta hýrinum, og serliga í
seinna hálvleiki langaði
hann ein bólt fyri og annan
eftir í netmeskarnar aftan
fyri Jota í málinum hjá
Neistanum.
Neistin knekkaði
men kom aftur
Tú hevði allatíðina var-
hugan av, at hóast Neistin
hevði leiðsluna, so fór VÍF
at vinna dystin. Onkur
áskoðari helt fyri í steðg-
inum, at tað gingu neyvan
meiri enn 5-10 minuttir av
seinna hálvleiki, so fóru
vestmenningar at yvirhála
Neistan, og so var dysturin
avgjørdur. Hetta vísti seg
eisini partvís at verða rætt,
tí tað gingu bara slakir
tíggju minuttir av seinna
hálvleiki, so hevði VÍF lagt
seg á odda 16-14. Neistin
tóktist falla í fátt, og væl
stuðlaðir av trúfastu áskoð-
arunum hjá sær fór VÍF-
maskinan í gongd. Tá ið so
Daniel Rapa góðar 12
minuttir fyri leiklok legði
VÍF á odda 19-15, hildu tey
flestu, at Neistin fekk
mønustingin, men havnar-
menninir tóku øll á bóli og
svaraðu so dyggiliga aftur.
Fet fyri fet tóku teir bláu
seg inn aftur á oddaliðið, og
tað sást á øllum brøgdum,
at tað var ikki nakað, ið
heimaliðið hevði væntað,
og eina løtu tóktust vest-
menningarnir
rættuliga
bangnir fyri, at teir skuldu
missa stigini og harvið eitt
týðandi fet í FM-stríðnum.
Men enn einaferð vóru tað
teir báðir Daniel Rapa og
Eli Müller, sum við ávíka-
vist týðandi málum og týð-
andi bjargingum syrgdu
fyri, at bæði stigini vóru
verandi í Vestmanna, og at
VÍF nú bert er eitt stig frá at
tryggja sær føroyameistara-
heitið
í
manshondbólti
2005.
Komandi leygardag skal
VÍF til Hoyvíkar, har teir
skulu spæla móti KÍF, og tá
kann meistaraheitið, sum
leingi hevur ligið í Gassa-
dali, hóast teir í VÍF ikki
vilja ásanna tað. Uttan iva
fara vestmenningar mans-
sterkir til Hoyvíkar leygar-
dagin, og tað eigur at verða
ein motivatiónsfaktoruriu
hjá vestmenningum, at teir
í seinasta dystinum móti
KÍF
vóru
fyri
einum
óvæntaðum ósigri í Vest-
manna.
VÍF-Neistin 26-23
(9-11)
VÍF: Daniel Rapa 9, Sámal
Joensen 7(2), Agnar Joen-
sen 5, Sjúrður Poulsen 2,
Áki G. Olsen 2, John
Zachariassen 1
Neistin: Damir Oros 9(1),
Blagoje Buha 6(2), Áki
Mørk 3, Helgi Michelsen 2,
Rani Slættanes 1, Roar
Dalsgarð
1,
Tróndur
Kragesteen 1
Brotskøst:
VÍF
3(2),
Neistin 4(3)
Ùtvísingar: VÍF 2
Dómarar:
Brandur
Johansen og Heri Petersen -
Var rættuliga trupult at
síggja linjuna í dømingini
hjá teimum, men hinvegin
vóru teir róligir og lótu
menn sleppa at spæla
hondbólt, uttan at bríkslað
var allatíðina.
24
Nr. 41 - 1. mars 2005
Áki G. Olsen, VÍF
– Stigini
mest
umráðandi
Eftir ein skaða-
steðg upp á ein
lítlan mánað var
Áki G. Olsen
sunnudagin aftur
á liðnum hjá VÍF.
HONDBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ein ikki sørt
pøstur Áki G. Olsen, ið
vit fingu orðið á beint
eftir dystin móti Neist-
anum
í
Vestmanna
sunnudagin. Áki ásann-
aði, at avrikið hjá VÍF
ikki hevði verið tað
besta, men hinvegin so
høvdu teir fingið bæði
stigini, og tað var tað
mest umráðandi hjá
teimum.
Langt frá meist-
araspælinum
Áki ásannaði eisini eftir
dystin, at hóast gullið er
nær, so var tað langt frá
nakað meistaraspæl, ið
VÍF sýndi í dystinum
sunnudagin.
- Eg veit ikki, hví vit
spældu so illa. Gott
nokk hava vit mist
nakrar spælarar, men í
dag gjørdist tað alt ov
rótut, segði Áki G.
Olsen. Hann legði tó
afturat,
at
sterkasta
vápnið hjá VÍF í løtuni
er viljin, og tá blívur tað
ofta eitt sindur rótut,
men tað bilar ikki so
nógv, tá ið kappingin er
komin so mikið langt, tí
tá skal tað bara vinnast,
segði hann.
Áki helt, at dysturin
móti Neistanum sunnu-
dagin
prógvaði
enn
einaferð, at í ár kunnu
øll vinna á øllum í
manskappingini.
Leygardagin
kann
VÍF tryggja sær meist-
araheitið, og tað ætla
teir eisini, sigur Áki G.
Olsen.
- Vit ætla okkum at
gerast meistarar sunnu-
dagin móti KÍF. Gongur
tað ikki, so bíðar Kyndil
í næsta umfarinum, og
tað eru vit eisini klárir
til, sigur Áki G. Olsen
at enda.
VÍF-Neistin 26-23 (9-11)
Stóð nógv á hjá VÍF
Tað eydnaðist loksins Sámal Joensen og VÍF eftir tógvið stríð at basa Tróndi Kragesteen og Neistanum, sum
annars bitu sera væl frá sær í dystinum í Vestmanna sunnudagin.
Mynd: Álvur Haraldsen