týsdagur 1. mars 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 1. mars 2005
25
VB-Kyndil 32-14 (20-5)
VB gjørdi sína skyldu
KÍF-Kyndil 22-28 (11-15)
So vann Kyndil
Oddaliðið VB gjørdi
sína skyldu sunnu-
dagin við at vinna
greitt á Kyndli í Vági
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
VB var stórfavorittur, tá ið
Kyndil
vitjaði
í Vági
sunnudagin, og heimaliðið
livdi eisini upp til tað, ið
var væntað av teimum. Tær
settu beinan vegin Kyndil
upp á pláss, og serliga í
fyrra hálvleiki bleiv havn-
arliðið snøgt sagt runnið
um koll.
Skoraðu eftir vild
Fyrstu
fáu
minuttirnar
fylgdi Kyndil so dánt við
heimaliðnum, men so kom
eitt langt tíðarskeið, har VB
av álvara spelaði frá havn-
arliðnum. Støðan var 4-2 til
heimaliðið, men so gingu
tað góðir 23 minuttir, har
Kyndil bert fekk tað eina
málið, meðan VB skoraði
ikki færri enn 15 ferðir, og
munurin millum topp og
botn í Sunset-kappingini
kom greitt til sjóndar.
Bóltarnir snøgt sagt flugu
um oyruni á málverjanum
hjá Kyndli, Guðrun í Lága-
bø, nú hon saman við lið-
feløgunum var og vitjaði í
heimbygdini hjá sær. Tað er
synd at siga, at gomlu
liðfelagarnir hjá henni vóru
blíðar við hana.
Dysturin var tí langt
síðani avgjørdur, tá ið
komið var til hálvleiks, tí
støðan var tá ikki minni enn
20-5 til VB, og hetta gjørdi,
at heimaliðið tók sær eitt
sindur meiri av løttum eftir
steðgin. VB setti ferðina
niður, og hetta gav Kyndil
høvi til at koma eitt sindur
fyri seg, og tí var ikki nakar
serligur munur á liðunum
báðum í seinna hálvleiki.
Tað er tó einki at ivast í, at
um VB vildi, so høvdu tær
sum einki megna at sett
ferðina upp aftur, og so var
sigurin vorðin enn størri,
enn hann gjørdist.
Kyndil er eitt av botn-
liðunum í kappingini, men í
kvøld skal liðið í dyst aftur,
tá ið StÍF kemur til Havnar,
og tá er møguleikin fyri at
vinna okkurt stigið ikki
heilt eiðasørur.
VB-Kyndil 32-14 (20-
5)
VB: Aukse Vysniaskaite
9(3), Daiva Tomaite 9(3),
Laila Jespersen 5, Rannvá
Augustinussen 4, Christina
Holm 2, Sólrun Krosslá 1,
Margreth Augustinussen 1,
Arnleyð Hjelm 1
Kyndil: Súsanna Petersen
5, Ann Mari Wang 4,
Hildur Mikkelsen 2, Lotte
Sørensen 2, Randi Wardum
1
Brotskøst:
VB
10(6),
Kyndil 1(0)
Útvísingar: Kyndil 3
Dómarar:
Andreas
F.
Hansen
og
Eyðun
Samuelsen
Leygardagin bragdaði
aftur hjá monnunum
hjá Kyndli, tá ið teir
vóru í Hoyvík og
spældu móti silvur-
kandidatunum úr
KÍF
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ein uppgerð um
silvurkrúnurnar, tá ið KÍF
og Kyndil hittust í Hoyvík
leygardagin. Tað hevur
ligið væl fyri hjá kollfirð-
ingum í seinastuni, meðan
avrikini hjá Kyndli hava
verið alt annað enn sann-
førandi, og skjótt fyrrver-
andi
føroyameistararnir
høvdu undan dystinum
leygardagin tapt fimm teir
seinastu dystirnar.
Hildu høvdið kalt
Tað er ikki nakað dulsmál,
at ein tann størsti styrkurin
hjá kollfirðingum er teirra
ágrýtna verjuspæl, sum
oftani fær mótstøðuliðið til
at missa høvdið og full-
komiliga oyðileggur rútm-
una í álopsspælinum hjá
mótstøðumonnunum.
Kyndil hevur havt lætt
við at missa høvdið, men
leygardagin megnaðu teir
at halda høvdið kalt, og tað
gav eisini úrslit.
Kyndil legði seg á odda
tíðliga í dystinum, men KÍF
svaraði aftur og kom upp á
javnt aftur, tá ið fyrri hálv-
leikur var hálvrunnin. Men
so tók Kyndil leiðsluna aft-
ur í dystinum, og KÍF
megnaði ikki at koma upp á
javnt aftur, so teir mongu
vestmenningarnir, ið høvdu
leitað sær niðan í teirri vón,
at kollfirðingar fóru at veita
VÍF eina hjálpandi hond í
gullstríðnum, fóru vón-
brotnir til húsa aftur.
Eftir at munurin einans
var tað eina málið, tá ið
tíggju minuttir vóru eftir av
fyrra hálvleiki, tók havnar-
liðið og gjørdi ein vørr, so-
leiðis at teir, tá ið farið var
til hálvleiks, vóru teir om-
aná við fýra málum, 15-11,
og kollfirðingar tóktust als
ikki trúgva upp á, at tað fór
at bera til hjá teimum at
vinna
silvurplássið
frá
Kyndil.
Havnarliðið neyvari
Í seinna hálvleiki helt KÍF
tørn eina løtu, men tá ið
hálvleikurin fór at líða, fór
gassið av ballónini hjá KÍF,
og so øktu havnarmenninir
aftur um leiðsluna.
Ein avgerðandi munur á
liðunum báðum í dystinum,
var, at kyndilsmenninir
vóru nógv neyvari í sínum
royndum, enn hvat vertirnir
úr Kollafirði vóru. Eitt nú
misnýttu kollfirðingar fýra
av sjey brotskøstum, meðan
Høgni Klein og Kyndil
einans misnýttu eitt av átta
brotskøstum. Slíkt hevur
nógv at siga, og tað sæst
eisini aftur á úrslitinum, tá
ið alt kemur til alt.
Gamli
KÍF-málverjin
Zeljko Hornjak stendur nú
millum
stengurnar
hjá
Kyndli, og hann var ikki
blíður við sínar gomlu lið-
felagar. Hann tók fleiri
brotskøst, og harumframt
tók hann royndir hjá púra
leysum kollfirðingum, og
hann átti sín stóra part av
æruni fyri, at KÍF tóktist
missa trúnna upp á ein
møguligan sigur.
Við
sigrinum
heldur
Kyndil fast í teoritiska
møguleikanum fyri at end-
urvinna
føroyameistara-
heitið, men sjálvt tann mest
optimistiski fjepparin hjá
teimum grønu man hava
avskrivað
meistaraheitið
fyri langari tíð síðani.
Ístaðin snýr tað seg nú um
hjá teimum at verja silv-
urheiðursmerkini. Undan
dystunum um vikuskifti
vóru kollfirðingar harðastu
avbjóðararnir til silvurið,
men tað syrgdu kyndils-
menn sjálvir fyri, at teir
ikki eru longur.
Lítið man verða at ivast í,
at í havnarfelagnum eru
tey longu farin at hugsa um
fyrireikingarnar til kom-
andi ár, og hvat skal til, um
Kyndil av álvara skal hótta
vestmenningar aftur.
KÍF-Kyndil 22-28 (11-
15)
KÍF: Rógvi Weihe 5, Petur
Martin Poulsen 4, Gert
Hansen 3, Regin Petersen
3(1), Eddie H. Joensen 2,
Arnbjørn Hansen 2(1),
Jóan Pauli Olsen 1(1),
Mirko Milinkovic 1, Kristj-
an Madsen 1
Kyndil: Høgni Klein 10(7),
Rókur Akralíð 5, Josef
Abrahamsen 4, Janus Einar
Sørensen 4, Finnur Hans-
son 3, Jakob Jónsson 2
Brotskøst: KÍF 7(3), 8(7)
Útvísingar: KÍF 6, Kyndil
5
Dómarar: Poli Hansen og
Hartvig Joensen
Talan var um ein av teimum heilt løttu sigrunum hjá VB, tá ið tær sunnudagin høvdu vitjan av Kyndil, sum bleiv sent norður til
Havnar aftur við einum 14-32 ósigri í skjáttuni.
Mynd: Áki Bertholdsen