Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. mars 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 41 - 1. mars 2005 Dysturin millum StÍF og H71 á Skála sunnudagin gjørdist ein sannur gysari, har avgerðin ikki fall fyrr enn í seinastu løtu ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Enn einaferð borðreiddu StÍF og H71 við einum spennandi dysti sínamill- um. Tað hevur víst seg fleiri ferðir í ár, at dystirnir mill- um júst hesi bæði lið, bæði í lands- og steypakapping- ini, eru sera javnir og spennandi. Tætt allan dystin Dysturin sunnudagin mundi verða ein tann javnasti leingi. Illa bar til hjá áskoðarunum at meta um, hvønn veg tað fór at ganga, tí liðini skiftust um at hava leiðsluna. Eitt skifti var tað heimaliðið, ið var á odda, men so tóku H71 yvir og legði seg á odda, og so- leiðis skifti tað allan dystin. Fyrstu løtuna av dystin- um hevði heimaliðið mun in, men tað var skjótt, at tað javnaði seg aftur, og so gekk javnt á restina av dystinum. Stóri spælarin hjá StÍF sunnudagin var Leivur Justinussen, sum skeyt ikki færri enn 12 mál. Leivur vísti enn einaferð, at hann og bróðurin Sveinur eru av alstórum týdningi fyri liðið hjá strandingum. Teir báðir skutu tilsamans 19 av teim- um 30 málunum, ið StÍF fekk í dystinum. Hjá strandingum var tað eisini ein missur, at hvørki Alexandur Johansen, Jón Rasmussen ella Pauli Han- sen vóru við á liðnum. Hoyvíkingar hava fram- vegis ikki Levi Nybo aftur á liðnum, tí at hann er burturstaddur í arbeiðs- ørindum. Bjóða av í kappingini um bronsuna Eitt skifti í seinna hálvleiki lá tað líkasum í luftina, at H71 fór at vinna dystin, tá ið teir løgdu seg á odda við tveimum málum, men strandingar bardu seg upp á javnt áftur. Og so tá ið einir seks minuttir vóru eftir at spæla, kom StÍF upp á javnt 26-26, og samstundis fekk H71 við stuttum millum bili tveir mans útvístar. Men við einum manni minni eydnaðist tað tó hoy- víkingum at koma frá at verða aftan fyri 26-27 til at leggja seg á odda 28-27. Men so svaraðu strand- ingar aftur, og tá ið ein minuttur var eftir at leika, stóð á jøvnum 29-29. Bæði liðini høvdu møguleika at fáa mál í seinasta minuttin- um, men tað var bert vete- ranurin hjá StÍF, Artur Jo- hansen, ið megnaði at fáa mál, og tá var stór frøði á teimum allarflestu av teimum gott 400 áskoðar- unum, ið vóru til dystin á Skála. Við sigrinum hevur StÍF lagt seg rættuliga væl fyri í kappingini um bronsu- merkini. Nú KÍF snávaði móti Kyndli, hava strand- ingar lagt seg á triðjapláss- ið, og um teir megna at halda fast í tí, eru teir óivað vælnøgdir. Teir hava hóast alt longu vunnið steypa- kappingina, so árið í ár er ikki so galið hjá stranding- um kortini, hóast tað ikki sá alt ov gott út tíðliga í kapp- ingarárinum. Hinvegin eru hoyvíkingar óivað eitt sindur misnøgdir við enn einaferð at hava tapt tepurt móti stranding- um, og teir fara óivað at leggja høvdið á blot, so at teir kunnu fyrireika seg enn betur til komandi ár, har teir óivað ætla at gera seg galdandi eitt sindur longri upp á stigatalvuni, enn teir eru í løtuni. StÍF-H71 30-29 (15-14) StÍF: Leivur Justinussen 12(4), Sveinur Justinussen 7(1), Artur Johansen 6, Bárður Danielsen 3, Rúni Nicalsen 1, Bent Djurhuus 1 H71: Esbern Patursson 9(5), Halgir Dahl Olesen 8, Olaf Vesturgarð 3, Niels Viggo Niclasen 3, Piti Negru 2, Johnny Durhuus 2, Sigtór Andreasen 2 Brotskøst: StÍF 6(5), H71 6(5) Útvísingar: StÍF 5, H71 6 Dómarar: Kári og Dánjal Hansen Eftir ein javnan fyrra hálvleik settu gestir- nir úr Vágum ferð á eftir steðgin, og so var ongantíð nakar ivi um, hvat var betra liðið SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Søljan ætlar at geva Neist- anum harða kapping um bronsuheiðursmerkini í kvinnukappingini í ár. Lið- ið úr Vàgum hevur sítt besta kappingarár í mong ár, og tað vilja tær fegnar krúna við at vinna heiðurs- merkir. Eingin ivi í seinna hálvleiki Sunnudagin var Søljan og vitjaði StÍF á Skála, og í fyrra hálvleiki var ikki nakar serligur munur á liðunum báðum. Fyrstu løtuna hevði Søljan munin, men so líðandi kom heima- liðið StÍF fyri seg , og fleiri ferðir var munurin ikki meiri enn tað eina málið. Hetta var ikki minst Adelu í StÍF-málinum fyri at takka, tí hon hevði fleiri góðar bjargingar, og mill- um annað tók hon øll trý brotskøstini, ið Søljan fekk í fyrra hálvleiki. Hetta var tó ikki nóg mikið til, at Søljan ikki var á odda í hálvleikinum, tí tað vóru tær, men munurin var ikki so stórur, einans trý mál. Í seinna hálvleiki tóku gestirnir sær tó um reiggj, og tær settu av álvara ferð á spælið hjá sær, og so kláraði StÍF ikki at fylgja við. Gestirnir bara øktu og øktu, og heimaliðið fall meira og meira í fátt. Enn einaferð vísti Nico- leta Radu Hansen, at hon er ein av allarfremstu spælar- unum í føroyskum kvinnu- hondbólti, og hon gekk undan hjá Søljuni og skeyt ikki færri enn 11 mál. StÍF liggur framvegis triðniðast í deildini, og har verða tær allarhelst liggj- andi í ár. Hinvegin verður spenningurin stórur, um tað fer at eydnast Søljuni at vinna bronsuplássið frá Neistanum. StÍF-Søljan 16-27 (11-14) StÍF: Rebekka Justinussen 5, Poula D. Olsen 5, Rósa Johansen 2, Súnfríð B. Jacobsen 2(2), Malan Petersen 1, Bára B. Daniel- sen 1 Søljan: Nicoleta Radu Hansen 11, Lina Andriulyte 7, Heidi Maria Akselsen 4(1), Fía Selma Nielsen 2, Hertha Jónsdóttir Simonsen 2, Petra Thomassen 1 Brotskøst: StÍF 2(2), Søljan 6(2) Útvísingar: StÍF 2, Søljan 5 Dómarar: Dánjal Samuel- sen og Hartvig Joensen StÍF-H71 30-29 (15-14) Gysari á Skála StÍF-Søljan 16-27 (11-14) Søljan setti ferð á eftir stegðin Enn einaferð var talan um ein spennandi dyst, tá ið StÍF og H71 dystaðust á Skála sunnudagin, og enn einaferð vóru tað strandingar, ið endaðu omaná. savnsmynd