Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2005 5 Skúlin er liðugur Kvívík: Leygardagin í næstu viku verður nýggi skúlin í Kvívík vígdur og alment tikin í nýtslu. Í hesum sambandi fer kommunan at skipa fyri eini hátíðarløtu fyri at merka at bygdarbørnini nú sleppa í tann nýggja skúlan. Arbeiðið uppá tann nýggja skúlan byrjaði á heysti2003 og hevur tað gingið sera væl alla tíðina, - so væl, at skúlin í veruleikanum verður lið- ugur fýra mánaðir áðrenn tíðarætlanina. Tað er GAJ-smíð við Grækarisi Joensen sum hevur staðið fyri byggingini. Nýggi skúlin er um 1000 fermetrar stóru, og er hetta nærum tríggjar ferðir so nógv sum tann gamli, sum er 350 fermetrar. Ætlanin er nú at ren- overa tann gamla skúla í rættiliga stóran mun, eins og ein reising skal gerast á takið. Hetta verður gjørt fyri at hann skal líkjast tí nýggja bygninginum mest møguligt. Arbeiðið við renovering- ini byrjar eftir páskir. Og tað eru somuleiðis menn frá GAJ-smíð sum fara at gera tað arbeiðið. sb. Føroysk ætlan á Sri Lanka Neyðhjálp: Í farnu viku komu Stella Zachariassen og maðurin aftur av ferð í Sri Lanka. Tey hava verið har í góðar tvær vikur fyri at kanna, hvussu føroy- ingar beinleiðis kunnu hjálpa teimum, ið komu illa fyri eftir flóðalduna á jólum í fjør. Á ferðini hevur Stella fingið samband við ein álítandi felagsskap, sum ætlanin nú er at samstarva við um bygging av einum barnaheimi. Henda ætl- anin kostar 350.000 før- oyskar krónur, og verður nú farið at savna inn pening til hetta. Miðað verður eftir at hetta skal gerast ein ser- støk føroysk ætlan, og tí hava fyrireikararnir eisini longu fingið eitt føroyskt flagg, sum skal hangast upp í nýggja barnaheimið. – Eg tosaði eisini við tey um at føroyingar vildu koma yvir at hjálpa til við arbeiðinum. Tað vóru tey sera glað fyri, so tá alt er komi uppá pláss, verður meiri at frætta um tað, sigur Stella Zachariassen. Í einum komandi blaði fara vit at frætta meiri frá ferðini hjá Stellu, Peturi og lítla barni teirra á Sri Lanka, hagani hon er ættað. sb. Arbeiðið við tunlin- um til Gásadals gong- ur alsamt framá. Enn er trupult at siga, nær koyrandi verður, tí alt veldst um hvørja játt- an arbeiðið fær frá løgtinginum SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Gásadalur: Enn er tað bert tann tunga ferðslan, sum sleppur til Gásadals. Arbeiðið við liðugtgerð- ini av tunlinum millum Bø og Gásadal gongur tó javnt og samt framá. Nær arbeið- ið verður liðugt ber ikki til at siga við vissu. – Í ár verður serliga ar- beitt við at gera portalarnar lidnar, eins og arbeitt verður við vegagerðini Gásadalsmegin, sigur Oyv- indur Brimnes, stjóri í Landsverki við Sosialin. Tá tunnilin einaferð kem- ur í gjøgnum verður tað ein stórur lætti hjá bygdafólk- inum at sleppa av bygdini, um tey skulu ørindi í aðra bygd. Fyrr máttu tey fara upp um fjøll ella við tyrlu, men í framtíðini kunnu tey fara av bygdini gjøgnum fjallið. Hvørjar møguleikar hetta nýggja vega- og tunnils- sambandið annars fer at geva fyri eini menning av hesi lítlu bygdini, tað má so bara framtíðin vísa okkum. Lykil til bummin Tunnilsgerðin millum Bø og Gásadals er ein av teim- um størru verkætlanunum hjá Landsverki í løtuni. Umframt sjálvan tunnilin fevnir arbeiðið eisini um vegagerð báðumegin. Sjálvur tunnilin er góðar 1400 metrar langur, og tað er nøkurlunda sama longd sum á vegastrekkjunum báðumegin: Úr Gásadali niðan til munnan er gjørdur ein 850 metrar langur veg- ur, og Bíggjarmegin ein 400 metrar langur vegur. Gásadalsmegin er vegur- in grovplaneraður frá tunn- ilsmunnanum og oman í sjálva bygdina. Inni í tunl- inum er loftið reinsað og tryggjað við boltum, eins og tað er sproytipussað. Sum nevnt er koyrandi til Gásadals, men enn er so bert gjørligt hjá postbili, oljubili og øðrum tænastu- bilum at koyra hagar um tørvur er á tí. Ein bummur forðar øðrum bilum at koma til bygdina, men bygd- arfólkið hevur kortini at- gongd til ein lykil, ið kann lata upp lásið á bumminum. Við innkomuna til Gása- dals var ætlanin uppruna- liga at portalurin skuldi vera 15 metrar, men hann skal ístaðin økjast við níggju metrum upp í 24 metrar. Hetta verður gjørt fyri at økja um trygdina. Játtanin avgerð tíðina Arbeiðið við Gásadals- tunlinum hevur nú vart í nøkur ár, men enn veit eingin at siga, nær tunnilin fer at lata upp fyri al- mennari ferðslu. Alt veldst um, hvønn pening teir fáa at arbeiða fyri. Av Landsverki verður kortini upplýst, at arbeiðið, sum nú er í gerð við portal- unum, verður liðugt í summar. Hetta arbeiðið kostar omanfyri tríggar mió. kr., meðan kostnaður- in fyri samlaða arbeiðið er mettur til slakar 40 mió. kr. Arbeiðstakari til hetta nýggja vegasambandið er Byggitek, meðan tey hjá Landsbyggifelagnum virka sum tekniskir ráðgevarar. Bert tung ferðsla sleppur til Gásadals Arbeitt verður við portalarnar til Gásadals-tunnilin. Hetta arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í summar Eitt reiðarí í New Zealandi sóknast eftir føroyskum fiski- monnum at manna skip teirra. Góðar treytir fylgja við teimum, sum ætla sær avstað FISKIVINNA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Vit hava altíð vitað tað, men tað er eisini stuttligt tá tað frættist í onnur lond um góðu sjómenn okkara. Eitt er so tað, at granna- tjóðir okkara vita hetta, men at hesin kunnleikin er komin allan vegin niður til New Zealands er ótrúligt. Í øllum førum ynskir reiðarí’ið Amaltal at fáa føroyskar fiskimenn við skipum sínum. – Vit hava hoyrt so nógv gott um tykkara fiskimenn. Og tí venda vit okkum til tykkara fyri at manna skip okkara, sigur Graham Thomson, sum vegna reiðaríðið hevur vent sær til føroyingar. Í lýsing her í blaðnum leygardag varð greitt frá hesi ætlanini, eins og víst varð til heimasíðuna hjá reiðaríð’inum. Felagið hev- ur heimstað í býnum Nelson. Gott umdømi Graham Thomson sigur í stuttum viðtali við Sosialin, at við New Zealand er nógvur fiskur av slagnum "hoki" at fáa. – Vit hava fleiri bátar, men okkum vantar fólk at manna teir. Tí royna vit at fáa føroyingar umborð ístaðin, sigur hann. Hann hevur hoyrt um royndirnar hjá føroyskum fiskimonnum, og hevur í hesum sambandi eisini hoyrt um tær dygdirnar, teir hava. – Eg havi bara hoyrt gott um tykkara fiskimenn. Teir hava sera gott umdømi her hjá okkum, sigur Graham. Við frystitrolarunum hjá felagnum eru 40 fólk, av hesum royna teir at hava einar 15 kvinnur umborð. Góðar treytir Tá ein skal ferðast so langt sum til New Zealand so kostar tað væl av peningi. Men reiðarí’ið bjóðar her teimum áhugaðu at gjalda fyri ferðina, eins og teir átaka sær at útvega innferð- arloyvi til føroysku fiski- menninar í eitt ár. Sum skilst so er mann- ingin umborð í átta vikur og hevur síðani frí í fýra. Einki verður tó sagt um hvør hýra fæst. – Tit hava góðar fiskimenn Felagið Amaltal í New Zealandi ynskir føroyingar umborð á frystitrolarar teirra