Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Tað týdningarmesta í okkara tónleiki er, at løgini eru góð. Aftan á tað kanst tú so fara at hugsa um groove og annað, sigur Høgni Reistrup, sang- ari í Lawetz. Hann heldur, at tað er ein fyrimunur fyri bólk- in, at tónleikurin hjá teimum er eitt sindur løgin, sum hann tekur til LAWETZ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað ræður um at skilja seg burtur úr mongdini og ikki bara gera sum øll onnur. Tað er ein grundsúlunum undir tónleikinum hjá poppbólkinum Lawetz, sum leygarkvøldið var ann- ar av bólkunum, ið spældu seg víðari í Prix Føroyar tónleikakappingini. – Tá ið tú gert popptón- leik er tað umráðandi, at tú gert tíni egnu poppløg og ikki bara standardløg. Vit royna at gera okkara egna slag av popptónleiki, og tað haldi eg gjørdi, at vit komu víðari frammanfyri eitt nú Rok, sum eisini hevði nakr- ar góðar poppsangir, sigur Høgni Reistrup, sum er sangari í bólkinum Lawetz. – Eyðun Nolsøe kláraði at fáa sínar sangir til at ljóða sum hansara egnu, og okkara tónleikur er eitt sindur løgin og gevur okk- um ein identitet. Tað gjørdi kanska, at hesir báðir bólk- arnir komu víðari. Trupult at savna bandan Lawetz er ein serligur bólk- ur á føroyska tónleikapall- inum. Tey spæla eitt ser- merkt slag av svingandi og heitum popptónleiki, og átta tónleikarar eru við til at taka tøkini á pallinum. Tað ljóðar væl, men átta tónleikarar kunnu eisini gerast ein vansi. – Tað kann verða eitt sindur trupult við so nógv- um tónleikarum í bólkin- um, tí tað ber ikki altíð til at fáa øll saman at venja í senn. Tí hava vit havt nógv- ar venjingar, har ein ella fleiri tónleikarar hava manglað, men vit hava vant fyri tað, og so hava vit sjálvandi eisini vant saman, sigur Høgni Reistrup. – Tað ber væl til at venja soleiðis, men tað er eitt sindur keðiligt, at tað ikki ber til at samla øll hvørja ferð. Hóast hesar treytir, so var eingin ivi um, at Lawetz spældi sum ein og sami bólkur til Prixið leygar- kvøldið. Løgini eru sentral Hóast nógvar og fjølbroytt- ar tónleikarar, blásarar og nógva avlopsmegi, byrjar alt við sanginum sjálvum. – Tað týdningarmesta í okkara tónleiki er, at løgini eru góð. Aftan á tað kanst tú so fara at hugsa um groove og annað. Tað má byrja við, at lagið er gott, tí annars kann tað gera tað sama, heldur Høgni Reist- rup. Hann skrivar sjálvur nógvan av tónleikinum, og tað er ikki av tilvild, at poppurin stundum ljóðar sum latíntónleikur ella jazzur. – Eg lurti nógv eftir jazz- tónleiki og líknandi, og tað er natúrligt, at eg brúki ymiskt úr jazztónleikinum, tá eg skrivi popptónleik. Eg brúki til dømis nógv jazz- akkordir. Kapping um eitt pláss Tónleikararnir í Lawetz vóru í sjeynda himli, tá ið teir vóru kosnir sum annar av vinnarunum. – Eg helt allatíðina, at tað var bara kapping um eitt pláss, tí Eyðun Nolsøe fór at fáa annað plássið. Teir flestu av hinum bólkunum vóru av álvara við í kapp- ingini, og tí eru vit ótrúliga glaðir fyri, at vit komu víð- ari, sigur Høgni Reistrup. Men hóast ein innleið- andi sigur, ætlar Lawetz sær ikki at seta seg afturá fyri at bíða eftir næsta um- farinum. – Tað fyrsta, sum eg hugsaði aftan á kappingina var, at nú má okkurt nýtt henda. Vit hava ein mánað til hálvfinaluna, og eg haldi, at vit skulu brúka hesa tíðina til at gera onkr- an nýggjan tónleik. Tað er í øllum førum ætlanin nú, sigur Lawetz-sangarin. Stíla eftir finaluni Høgni Reistrup er væl nøgdur við, at bólkurin er komin í hálvfinaluna og heldur, at tað er størri bragd enn fyri tveimum árum síðani. – Tá komu vit í eitt slag av taparafinalu, har fimm bólkar kappaðust um eitt pláss í finaluni. Nú eru vit við í hálvfinaluni á jøvnum føti við allar hinar bólkar- nar, og tí kenna vit tað sum, at vit eru komnir longri í kappingini enn seinast, sigur hann. – Kappingin leygar- kvøldið var ein sigur í sær sjálvum, men vit fara sjálv- andi at royna at sleppa við til finaluna eisini. Løgið Lawetz vann við góðum løgum – Tað fyrsta, sum eg hugsaði aftan á kappingina var, at nú má okkurt nýtt henda. Vit hava ein mánað til hálvfinaluna, og eg haldi, at vit skulu brúka hesa tíðina til at gera onkran nýggjan tónleik. Tað er í øllum førum ætlanin nú, sigur Høgni Reistrup, sangari í Lawetz. Mynd: Jens Kr. Vang