Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 42 - 2. mars 2005 Fangandi popptón- leikur frá Eyðuni Nolsøe og Lawetz sigraði í triðja um- farinum av Prix Før- oyum. Hetta umfarið hevði meira hitt- potentiali enn bæði tey undanfarnu um- førini tilsamans – og hvør segði, at Prixið var ferdigt sum poppsangari 3. UMFAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eftir bleiktrandi ljós, rung- andi tónar, myrkar akkord- ir, svingandi blásarar og avbjóðandi tónleik var tað hesaferð poppurin – tann melodiøsi og fangandi – sum sigraði. Eyðun Nolsøe, Lawetz og Rok høvdu meira hit- potentiali við sínum løgum – og tá verður tosað um popptónleik til føroyingar – enn allir hinir bólkarnir í ársins Prixi higartil hava havt. Fleiri av løgunum vóru frálík, og hóast Rok ikki megnaði at koma víðari frá hesum umfarinum, høvdu Signar í Homrum og hans- ara menn smíða nakrar fínar sangir, sum fangaðu beinanvegin. Eyðun Nolsøe vísti enn einferð dygd í sínum sangum, og hjá La- wetz var tað ein festlig blanding av góðum sangum og nógvari orku, sum tryggjaði teimum víðari luttøku í kappingini. Hinir tríggir bólkarnir gjørdu eisini vart við seg á hvør sín hátt. Direct Level hevði tikið seg munandi fram síðani GospelPrixið, tá ið teir gjørdust nummar 2, Frostbit var nýtt og spennandi, meðan India, sum legði fyri, ikki kláraði at blanda seg upp í kapp- ingina við hinar bólkarnar. Lawetz svingaði Væl mannaði poppbólkurin Lawetz var longu fyri tveimum árum síðani eitt nýtt og frískt ískoyti til kappingina, og hóast nógv tá varð gjørt burtur úr, at rockbólkurin Krit mátti lúta fyri eitt nú Lawetz, prógv- aði bólkurin sítt virði í hálvfinaluni. Hóast fólk høvdu havt møguleikan at hoyra La- wetz áður, so vóru teir aftur hesaferð frískir og frekir soleiðs mitt í tí heila. Eftir meira vanligan popp og rocktónleik frá trimum bólkum frammanundan blástu teir salin um koll við sínum leikandi lætta tón- leiki, og tað var næstan sum at vakna í onkrum sólføgr- um suðurlandi, tá ið Lawetz setti sólsellurnar til. Blásararnir Dávur Juul Magnussen og Tróndur Olsen vóru ikki sentralir á pallinum, men teir vóru avgerandi fyri ljóðið og ljóðmyndina, sum lyfti seg upp um teir flestu av hinum bólkunum. Høgni Reistrup gekk á odda við sínari eyðkendu rødd, og tónleikurin var lagdur í tryggar karmar av einum bólki, sum spældi væl – og saman. Spennandi gospel Tað var annars bólkurin India, sum hevði fingið kjansin at leggja fyri í Prixnum hesaferð. Bólk- urin var komin við orsaka av avboði frá einum øðrum bólki, og tey høvdu havt stutta tíð at venja í, eftir at tey fingu boð til Prixið. Bólkurin spældi myrkan rocktónleik, sum kendist nakað einstáttaður og uttan tað orkuna ella handverkið, sum skuldi til fyri at blanda seg upp í kappingina av álvara. Hinvegin var meira flog yvir gospelbólkinum Direct Level, sum við einum góð- um sangara á odda megnaði at lata áhoyrarunum eina góða framførslu við melo- diøsum rocktónleiki. Før- oyskur gospeltónleikur er ikki júst tað, sum hann plagdi at vera, og Direct Level gav eitt gott boð upp á, hvagar føroyskur gospel- tónleikur kann fara við góum tónleikaligum hug- flogi og dygd. Direct Level var ein av bólkunum, sum var við í tí sonevnda GospelPrixnum á sinni, og tá endaðu teir sum nummar 2 aftanfyri bólkin I Am. Tað er runnið nógv vatn í ánni síðani tá, og Direct Level er ein enn meira spennandi og lovandi bólkur, enn hann var tá – eisini hóast teir verða ikki verða mintir so leingi fyri royndina at rappa. Popprok Bólkurin Rok, sum var mannaður við royndum tónleikarum, var við í Prix- num fyri fyrstu ferð leygar- kvøldið, og tað var ein byrjan, sum vónandi fer at hava meira við sær – um ikki í Prixnum hesaferð, so í øllum førum við fleiri framførslum og eini møgu- ligari útgávu. Ein av tónleikarunum í Rok er Signar í Homrum, sum var sangari í bólkinum Kjølar, sum var nógv frammi eitt skifti í 90'un- um. Teir vóru kendir fyri at spæla og gera góðan rock- tónleik, og tað hoyrdist aftur í Rok, at har var okk- urt samband til Kjølar. Tað hoyrdist eisini okkurt fjart ekkó av Mark No Limits, har gittarspælarin í Rok, Johan Ziskason, plagdi at spæla. Rok hevði fýra frálíkar poppsangir á skánni. Løg- ini vóru góð og fangaðu beinanvegin. Tað var ikki nakað nýskapandi yvir tí, eingin loyndarfull leitan eftir nýggjum tónum ella stemningum, men ein trygg framførsla við góðum løg- um og niðurløgum. Til dømis kundi sangurin »Alt sum eg geri« saktans blivið eitt hitt í Føroyum. Sang- urin sleppur nú at royna seg á 15 teimum bestu, og hvør veit, um hann ikki verður meira at hoyra á útvarps- rásunum hereftir. Tað gjørdist ikki pláss fyri Rok í hálvfinaluni, men vónandi verður meira rok á skránni komandi tíðina – bólkurin eigur í øll- um førum góðan tónleik at bjóða. Sálmur við frostbiti Móti endanum av kapping- ini skuldi tann nýggi bólk- urin Frostbit royna at gera vart við seg millum Lawetz og favorittin Eyðun Nolsøe. Frostbit legði seg meira á tann tunga bógvin, og í løt- um ljóðaði rocktónleikurin hjá teimum spennandi. Tað er kanska ikki longur nøkur orginal idé at brúka ein gamlan sálm í tónleikinum, men tað riggaði fínt. Øll framførslan var ikki líka sannførandi, men Frostbit var avgjørt eitt nýtt Prixið lendi bleytt og v Bólkurin India slapp at seta hol á eitt gott og undirhaldandi Prix-kvøld Mynd: Jens Kr. Vang