Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2005 19 3. umfar 3. innleiðandi umfarið í Prix Føroyum 2005 var í Fuglafirði leygarkvøldið. Seks bólkar vóru við í kappingini, og teir spældu í hesari røð: • India: Aimée Hansen (sang), Rói Johannesen (gittar og sang),Kenneth Hansen (gittar), Magnus Heinesen (bass) og Kári Skibenæs Nielsen (trummur). • Direct Level: Dan Da- nielsen (sang og gittar), Johnny Mikkelsen (gitt- ar), Dávid í Lág (bass) og Martin Fredriksberg (trummur) • Rok: Signar í Homrum (sang og gittar), Johan Ziskason (gittar og sang), John Johansen (bass og sang), Ólavur Enni Elisson (trummur) • Lawetz: Høgni Reist- rup (sang), Ísak Samb- leben (bass), Høgni Fagraberg (gittar),Svein- ur Dam (gittar), Halgir Arge (trummur), Dávur Juul Magnussen (trekk- basun), Tróndur Olsen (fløtahorn og trompet) og Jenny Old (kór) • Frostbit: Carla Martha Josenius (sang), Eirik Mikkelsen (gittar og keyboard), Arnfinn í Bar- talsstovu (gittar), Tommi Hansen (bass) og Jó- hannus Tausen (trumm- ur) • Eyðun Nolsøe: Eyðun Nolsøe (sang og gittar), Kim Hansen (keyboard og sang), James Olsen (trummur og sang), Jó- hannes á Rógvi Joensen (bass) og Jens Marni Hansen (gittar og sang) Tá ið dómararnir høvdu atkvøtt og talt varð saman, vóru vinnararnir av 3. umfarinum Lawetz og Eyðun Nolsøe. Teir seks bólkarnir, sum nú eru komnir í hálv- finaluna í kappingini, eru: • GoGo Blues • Lama Sea • Makrel • All That Rain • Lawetz • Eyðun Nolsøe Seinasta innleiðandi umfarið verður í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 5.mars,og tá skulu seinastu tveir bólkarnir í hálvfinaluni finnast. æl og lovandi navn, sum leyg- arkvøldið steig inn á før- oyska tónleikapallin. Lutakastið hevði lagað tað soleiðis, at Eyðun Nol- søe skuldi spæla seinast, og hann var eisini mettur at verða favorittur til at koma víðari frá kappingini. Eyð- un Nolsøe hevur drúgvar royndir í føroyskum tón- leiki, men seinastu tvey árini hava ikki verið tey mest virknu hjá honum, hóast hann hevur havt fleiri framførslur – bæði við Frændum og sínum egna bólki. Klassamunur Nú skuldi Eyðun Nolsøe vísa, um hann kundi standa mát í eini tónleikakapping meira enn 20 ár eftir, at hann var í studio fyrstu ferð og byrjaði at skriva sangir. Og tað var eingin ivi til at seta spurnartekin við hetta, tí vápnaður við fýra nýggj- um sangum og einum fram- úr góðum bólki setti Eyðun Nolsøe seg heilt klárt á eina tónleikaliga trúnu leygar- kvøldið. Tað ber kanska til at seta spurnartekin við nýskapan og yvirraskilsi, men tá ið tað snúði seg um tónleika- liga handverkið, var tað klassamunur millum Eyðun Nolsøe og hinar bólkarnar. Omanfyri er róð fram undir, at tað hoyrast ekkó úr farnum bólkum, tí tónleik- arar úr teimum eru við í hesum Prixnum, og soleiðis var tað eisini hjá Eyðuni. Tað bar til at hoyra, hvør sangskrivarin var, og minst ein av sangunum – »Eg visti ei av« – kundi uttan trupulleikar blivið eitt nýtt hitt hjá Frændum, um tað nú var ætlanin. Tað er gott fyri bæði breiddina og dygdina í Prixnum, at bólkar sum tann hjá Eyðuni Nolsøe eru við í kappingini. Seinnu árini hevur tað meira ella minni skorta við slíkum poppbólkum, og illgrunin um eitt dekan ov einstáttað Prix-rák fyri tveimum árum síðani er ikki til staðar longur. Ljóðaði væl Tað er munur á at sita framman fyri einum teldu- skíggja ella einum útvarps- lurti og fylgja við Prix Før- oyum og so at vera til stað- ar. Ein framførsla er ikki tann sama í einum loft- miðli, sum hon er í einum væl egnaðum sali í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði, og tað kann virka eitt sind- ur nakið, tá ið bólkarnir verða varpaðir út til fólkið umvegis net og FM-bandið. Hinvegin var ljóðið í Mentanarhúsinum gott leygarkvøldið. Tøkningurin Alexandur Gaard Joensen hevði gott tak á knøttunum og ljóðinum hjá teimum skiftandi bólkunum, og tað var ein fragd at hoyra, at ljóðið ikki bara var skrúvað frá uttan fyrilit, men at sangarin stóð sterkur í ljóðmyndini allatíðina. Ofta hava tøkningar lyndi til at køva kjarnina í tónleikinum, men soleiðis var ikki hetta kvøldið. Kanska endaði hetta triðja umfari, sum mong høvdu væntað framman- undan, men á leiðini til fulla vissu um, hvør skuldi í hálvfinaluna, fingu áhoyr- arnir nógvan góðan tónleik – og fyri einaferð skuld vóru sterkastu kortini tann reini poppur. Sig so tað, at Prixið er ferdigt sum poppsangari... Eyðun Nolsøe vísti, at hann kundi væl og virðiliga standa mát í ár 2005, hóast tað eru meira enn 20 ár síðani hann skrivaði sínar fyrstu sangir Mynd: Jens Kr. Vang