Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 42 - 2. mars 2005 Ljósmenninir til inn- leiðandi umførini í Prix Føroyum eru 16 og 17 ára gamlir, men teir stýra showinum við tryggari hond – og nógvum ljósi PRIX-LJÓS Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo 16 ára gamli Kjartan Sleire og 17 ára gamli Jan Rúni Poulsen standa fyri ljós- showinum til Prix Føroyar kappingina hesaferð. Teir eru báðir fastir ljósmenn í Mentanarhúsinum í Fugla- firði, og teir stýra eisini showinum til tey fýra inn- leiðandi umførini har. – Tað er spennandi at gera ljós til Prixið, tað er eitt sindur størri, enn tey vanligu tiltøkini, sum eru her, sigur Jan Rúni Poulsen, sum hevur verið ljósmaður í Mentanarhúsinum síðani hann var 14 ára gamal. Ikki øll vita, hvat tey vilja hava Framførslurnar hjá bólkun- um snúgva seg ikki bara um tónar og decibel – tær snúgva seg eisini um stem- ningar og ljós – og summir bólkar gera nógv burtur úr tí, sum eygað sær, men oyrað ikki hoyrir. – Summir bólkar vita, hvat teir vilja hava, meðan aðrir ikki hava nakað beinleiðis ynski framman- undan. Tað er kanska eitt sindur lættari at gera ljós hjá bólkunum, sum hava eina meining um, hvussu tað skal vera, men vit royna at finna út av tí saman við bólkunum, sum ikki eru so avgjørdir frammanundan, sigur Jan Rúni Poulsen. Royna við ljóðroynd Tað eru nógvir bólkar til eitt Prix, og ljósmenninir hava ongan livandi kjans at kenna allar bólkarnar og teirra tónleik. Tí er tíðin eisini avmarkað til at leggja eitt ljósshow til rættis. – Vit plaga at royna okk- um fram undir ljóðroynd- ini, um bólkarnir ikki hava nakra greiða ætlan, og so er møguleikin hjá bólkunum at siga sína hugsan um ljósið, og um teir vilja hava okkurt øðrvísi. Vit plaga so at skriva okkum alt hetta niður og royna at fylgja tí til sjálva framførsluna, sigur Jan Rúni Poulsen. Hann heldur, at tað er eitt sindur lættari at gera ljós hjá einum bólki, sum hevur sína hugsan um, hvussu ljósið skal vera. Meira útgerð enn vanligt Jan Rúni Poulsen og Kjart- an Sleire plaga at skiftast um uppgávurnar, sum eru í Mentanarhúsinum, men til Prixið eru teir báðir til ar- beiðis. – Hetta tiltakið er nakað størri enn tað, sum vanliga er í Mentanarhúsinum, og tí eru vit eisini tveir um at gera ljós. Vit brúka ta út- gerðina, sum hoyrir heima í húsinum, men harafturat verða eisini meira og øðr- vísi lampur leigaðar til Prix-tiltøkini, sigur Jan Rúni. Men tað er eingin trupul- leiki hjá tveimum blað- ungum fuglfirðingum at halda skil á – tvey ljós høvd skulu nokk klára ljósið. Teir ungu stýra showinum Samskiparin av Prix Føroyum er væl nøgdur við Prixið higartil. Umførini hava gingið sera væl, tónleikurin hevur verið góður, og aftur hesaferð er áhugin millum fólk fyri kappingini sera stórur PRIX Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Prix Føroyar tónleikakapp- ingin hevur aftur einaferð staðfest sína støðu sum eitt spennandi og populert til- tak í føroyskum tónleika- lívi. – Vit eru sera væl nøgd við umførini higartil. Áhugin fyri kappingini hevur verið stórur, og tvey av umførunum hava verið útseld. Bólkarnir hava verið góður, tónleikurin hevur verið áhugarverdur og vari- eraður, og øll fyrireiking og avvikling hevur gingið sum ætlað, sigur Fróði Vester- gaard, samskipari av Prix- num. Hann er fegin um, at allir tónleikararnir taka kapp- ingina í so stórum álvara. – Bólkarnir eru væl fyrireikaðir, tónleikararnir halda tíðirnar, teir eru edrúir og disiplineraðir, og tí koyrir alt so væl. Tað er ein fragd at arbeiða vi so professionellum tónleikar- um, sigur Fróði Vester- gaard. Breitt úrval av tónleik Samskiparin av Prixnum er væl nøgdur við, at varia- tiónin í tónleikinum er størri hesaferð, enn hon onkuntíð hevur verið. – Vit hava nógv ymisk sløg av tónleiki. Tann melo- diøsi popprockurin er betri umboðaður, enn hann onkuntíð hevur verið, men vit hava eisini nógvar ný- skapandi og meira alterna- tivar bólkar. Samanumtikið er støðið sera høgt, og eing- in bólkur hevur verið vána- ligur. – Tað er gott, at royndir tónleikarar sum Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, All That Rain og Rok vilja verða við í Prixnum, sam- stundis sum vit hava spenn- andi ungar bólkar sum La- wetz, Makrel, Side Effect og aðrar við eisini. Breidd- in er sera stór. Fróði Vestergaard kennir seg sannførdan um, at Prix- ið fer at kunna bjóða teim- um útlendsku gestunum, sum plaga at koma til final- una, nógvan góðan tónleik. – Um tað skuldi hent, at teir meira poppkendu bólk- arnir komu í finaluna, so hava vit møguleikan at blanda kortini eitt sindur við at bjóða meira alterna- tivum bólkum við eisini. Í øllum førum kunnu vit bjóða nógvan góðan og verieraðan tónleik, sigur Fróði Vestergaard. Alt gongur upp á stás – Vit hava nógv ymisk sløg av tónleiki. Tann melodiøsi popprockurin er betri umboðaður, enn hann onkuntíð hevur verið, men vit hava eisini nógvar nýskapandi og meira alternativar bólkar. Samanumtikið er støðið sera høgt, og eingin bólkur hevur verið vánaligur, heldur samskiparin av Prix Føroyum Mynd: Jens Kr. Vang Kalt blátt ljós skein á Frostbit, sum var ein av bólkunum, ið spældi til Prixið leygarkvøldið Mynd: Jens Kr. Vang Kjartan Sleire og Jan Rúni Poulsen taka sær av løttum eina løtu leygarkvøldið. Teir báðir hava ljósshowið um hendi til øll tey innleiðandi umførini í Prixnum Mynd: Jens Kr. Vang