mikudagur 2. mars 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2005
21
Eyðbjørn Larsen er
settur í starv sum
løgfrøðisligur ráðgevi
hjá Tórshavnar
kommunu. Hann skal
tryggja, at arbeitt
verður eftir fyri-
sitingarlógini og
lógini um alment
innlit, verður sagt
NÝTT STARV
Eyðun Klakstein
Týsdagin
boðaði Tórs-
havnar kommuna frá, at
hon hevur sett ein løgfrøð-
ing at lata kommununi løg-
frøðisliga ráðgeving.
Nýggja býráðssamgong-
an setti sær fyri, at ein løg-
frøðingur skuldi starvast á
stjórnarskrivstovuni
hjá
kommununi, og síðst í jan-
uar var søkt eftir fólki.
Fimm umsóknir komu til
starvið, og burtur úr teim-
um varð Eyðbjørn Larsen
valdur.
Hann er 34 ára gamal og
hevur seinastu árini starv-
ast hjá Kommunala Eftirlit-
inum í Innlendismálaráð-
num. Eyðbjørn Larsen tek-
ur við starvinum í Tórs-
havnar kommunu 1. apríl.
Endamálið við setanini er
at menna tann fyrisiting-ar-
liga førleikan hjá Tórshavn-
ar kommunu og millum
annað at tryggja, at arbeitt
verður sambært fyrisiting-
arlógini og lógini um al-
ment innlit.
Tórshavnar
kommuna
hevur seinnu árini millum
annað fingið ábreiðslur frá
Løgtingsins Umboðsmanni
um ávísar málsviðgerðir.
Havnin fær
løgfrøðing
Eyðbjørn Larnsen er nýggi løgfrøðisligi ráðgevin hjá Tórshavnar kommunu
Mynd: Jens Kr. Vang