mikudagur 2. mars 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað skuldu ganga
næstan 30 ár frá tí at
eitt tað størsta olju-
fundið í bretskum øki
nakrantíð varð gjørt,
til framleiðsla kundi
byrja. Risastóra
Clairfeltið, sum varð
funnið í 1977, varð
hósdagin í farnu viku
tikið í brúk. Fyrsta
oljan kundi renna
gjøgnum 110 metrar
longu leiðingina til
Sullom Voe oljutermi-
nalin í Hetlandi.
Útbyggingin hevur
kostað millum 8 og 10
milliardir krónur.
OLJA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Talan er um eina stórhend-
ing í oljuhøpi og hevur
hetta eisini nakað at siga
fyri Føroyar og tey feløg,
sum vilja brúka orku og
pengar at leita eftir olju her
og í grannalagnum.
Clairfeltið, sum verður
mett at goyma einar 5 milli-
ardir tunnur av olju, liggur
miðskeiðis millum Hetland
og føroyska markið ella
einar 47 fjórðingar úr Het-
landi og á 140 metra dýpi.
Tá oljufelagið BP fann
hesa stóru oljukelduna var
Atlantsmótið nærum ókent
í oljuverðini. Men tað
skuldi vísa seg, at olju-
goymslurnar í Clairkelduni
vóru so háttaðar og oljan so
mikið tung og ring at hava
við at gera, at tað var ikki
mett lønandi tá síðst í 70-
árunum at fara undir at
tilrættaleggja eina fram-
leiðslu. Mett var at tað fór
at verða neyðugt at bíða, til
tøknin var meira ment til
tess at kunna fara undir
framleiðslu. Og so skuldi
verða. Fyri nøkrum fáum
árum síðani fóru BP og tess
partanarar so undir eina
útbyggingarætlan, har tað í
fyrstu atløgu varð farið
undir eina útbygging í ein-
um parti av tí stóra olju-
feltinum. Henda útbygging
var liðug í farnu viku og
hevur kostað ikki minni
enn millum 8 og 10 milli-
ardir krónur.
Fyrsti parturin av Clair-
útbyggingini, sum ætlandi
verður í trimum stigum, er
mettur til at kunna fram-
leiða 60.000 tunnur av olju
um dagin og nakað væl av
gassi eisini. Hesin parturin
av oljukelduni er mettur at
goyma 250 mill. tunnur.
Ætlanin er at øll olja skal
flytast til Sullom Voe í
Hetlandi
umvegis
ein
oljukaðal á havbotninum,
meðan gassið verður flutt
umvegis gassleiðing til
oljufeltið Magnus norðan
fyri Hetland.
Umframt BP, sum er fyri-
støðufelag og eigur 28,8% í
Clair, eru eisini Conoco-
Phillips við 24%, Chev-
ronTexaco við 19,4%, Shell
við 18,7% og Amerada
Hess við 9,3%. Alt Clair
oljufeltið fevnir um fimm
ymsar
teigar,
206/7a;
206/12; 206/8; 206/13a;
and 206/9.
Upplatingin
av
Clair
oljufeltinum varð hátíðar-
hildin hósdagin. Umboð
fyri eitt nú BP vórðu til
steðar. Teirra millum Tony
Hayward, stjóri fyri leiting
og framleiðslu umframt
sjálvur ráðharrin fyri orku,
Mike O´Brien.
Áhugavert er at leggja til
merkis, at framleiðslupall-
urin, sum er bygdur til
Clairfeltið, er tann fyrsti av
sínum slag nakrantíð vestan
fyri Hetland. Á hinum
oljufeltunum vestan fyri
Hetland, sum framleiða
olju, verða oljugoymslu-
og framleiðsluskip, so-
nevnd FPSO, brúkt. Tað er
so mikið grunt á Clair-
økinum, at tað hevur verið
mett lønandi at hava ein
framleiðslupall har heldur
enn framleiðsluskip.
– Hetta er ein stórur dag-
Kann fáa týdning fyri Føroyar eisini:
Oljurisi á Atlantsmóti
vaktur úr dvala
Nr. 42 • mikudagur • 2. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Framleiðslupallurin á Clair, er tann fyrsti av sínum slag á Atlantsmótinum
Mynd BP