Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2005 23 ur fyri BP og tess sam- starvsfeløg og fyri alla olju- vinnuna sum heild. Hetta hevur verið ein long ferð, 27 ár eru liðin, síðani Clair varð funnið, men við at menna tøknina og við at trúgva uppá hetta er tað nú loksins eydnast at seta hol á hesa stóru oljukelduna segði Dave Blackwood, stjóri hjá BP til samkom- una, tá fysta oljan fór ta longu leiðina, 110 kilo- metrar frá Clair til Sullom Voe í Hetlandi. Hann vísti eisini á, at hetta tó bert er byrjanin. –Vit rokna við, at her finnast 5 milliardir tunnur av olju, og tá tað hevur eydnast at seta hol á nú, so vóni eg tað eisini verður lykilin til at lata upp fyri allari hinar goymsluni. Eingin ivi er um, at slík hending og menning av Atlantsmótinum sum oljuf- ramleiðandi landslutur, eis- ini kann fáa týdning fyri leitingina við Føroyar eis- ini. Hetta er so triðja stóra útbyggingin, sum fer fram í økinum. Umleið 150 brunnar eru boraðir vestan fyri Hetland seinastu 30 árini og nakrir teirra vóru við til at finna Clair, sum er einki minni enn ein risi í oljuhøpi. Umboð fyri før- oyskar oljumyndugleikar hava sagt, at møguleiki er eisini til steðar at gera Clairlíknandi fund á før- oyskum øki. At enn ein oljukelda fer í drift so tætt við okkara mark vil sjálvandi ávirka leitingina her. Eisini skulu vit bíta merki í, at bæði BP, Amerada Hess og Chev- ronTexaco eru við í Clair, øll feløg, sum eisini trúgva uppá føroyska landgrunnin og tí eru við í leitingini her. Við hesi fyrstu útbygg- ingini av Clair hava vit so eisini fingið ment undir- støðukervið ella infrastruk- turin í økinum, nakað, sum aftur vil hava stóran týdn- ing fyri leitingina nær markinum og eisini inni á okkara landgrunni. Tess størri undirstøðukervið er, tess lættari og skjótari kann tað vera at fara undir fram- leiðslu av kolvetni frá keld- um okkara megin markið. Tony Hayward, stjóri hjá BP fyri leiting og framleiðslu, fegnast um Clair Mynd BP Vit síggja á kortinum oljufeltini vestan fyri Hetland. Clair er størsta oljukeldan, sum funnin er á bretska landgrunn- inum. Tað var fyri 27 árum síðani. Nú er hon veruleiki.