mikudagur 2. mars 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 42 - 2. mars 2005
Ílegugransking:
Stórur áhugi
at granska í
føroyskum
ílegum
- Nú ræður um hjá
okkum at tryggja
okkum lut í tí
granskingararbeiði,
sum skal fara fram,
sigur Jan Mortensen,
stjóri í Vinnuhús-
inum
ÍLEGUGRANSKING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Samtakið, Bitland við
stjóranum, Ólavi Greg-
ersen, er nú í holt við at
kanna, um útlendskar
fyritøkur hava áhuga í
at granska í føroyskum
ílegum ella genum.
Hetta er ein kanning,
sum Bitland ger fyri
landsstýrið, nú arbeitt
verður við at skipa eitt
lógargrundarlag á øki-
num um hesa ætlaðu
gransking í Føroyum.
Stórur áhugi
Eitt fyribils úrslit hjá
Bitland vísir, at áhugin
millum
útlendskar
heilivágsfyritøkur fyri
gransking í føroyskum
ílegum
er
rættiliga
stórur.
Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum, sum
hevur verið við í arbeið-
num at kanna áhugan
hjá útlendskum fyritøk-
um, heldur, at nú ræður
um hjá føroyingum at
tryggja sær, at vit
sleppa upp í part í
hesum granskingarar-
beiði.
- Tað er sera umráð-
andi, at vit tryggja okk-
um lut í tí gransking-ar-
arbeiði, ið nú skal fara
fram, sigur Jan Morten-
sen.
- Ílegusavnið verður
ein stovnur í heilsu-
verkinum, sum skal
savna saman og
umsita tær tríggjar
skráirnar, sum verða í
skipanini. Stovnurin
skal eisini móti gjaldi
gera sáttmálar við
granskarar og gransk-
ingarfyritøkur um
gransking í upplýs-
ingum í skráunum,
sigur Pál Weihe,
granskari
ÍLEGUGRANSKING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á fundi í Almanna-og
Heilsumálaráðnum,
24.
februar, legði Pál Weihe,
granskari, fram uppskotið
til lóg um ílegugransking -
ella uppskotið til gransking
av mannaílegum.
Tá ið hetta er eitt mál,
sum mett verður at fara at
geva inntøkur til føroyska
samfelagið, hava vit valt at
taka tað upp á vinnusíð-un-
um í dag. Ikki endiliga so
nógv við vinnuliga sjónar-
miðnum fyri eygað, men
bygt á ta framløgu, sum Pál
Weihe hevði fyri politikar-
um og embætisfólki í Al-
manna- og Heilsumálaráð-
num herfyri.
Ein partur av hesi fram-
løgu nertir eisini við vinnu-
ligu sjónarmiðini - og út-
lendska áhugan - í spurn-
inginum um gransking av
mannaílegum í Føroyum.
Fjøltáttar vinnulívið
Í fyrsta lagi hevði Pál
Weihe eina lýsing av hug-
takinum, sum rópt verður
ílegugransking.
Hann segði, at her er tal-
an um kanning av kotum á
arvastronginum, sum liggja
til grunds fyri mannalikam-
inum og sum verða yvir-
førd til eftirfylgjandi ættar-
lið.
- Arvastrongurin hevur
umleið tríggjar miljardir
basur og talið av genum
ella ílegum er umleið
30.000-40.000.
Hann vísti á, at ílegu-
kanningar kunnu finna
sjúkuelvandi ílegur ella
genir, sum tað eisini verður
rópt; tær kunnu menna
sjúkustaðfestingarhættir,
menna sjúkuviðgerðarhætt-
ir - og at enda kunnu kann-
ingar
av
mannaílegum
fyribyrgja sjúku.
Um vinnuligu atlitini,
segði granskarin, at lógar-
uppskotið slóðar fyri eini
menning av granskingar-
umhvørvinum og verður
við til at fjøltátta vinnu-
lívið.
Føroyar væl egnaðar
Pál Weihe vísti á, at ættar-
frøðiligi hátturin at finna
fram til ílegur, byggir á
haldgóðar upplýsingar um
eitt nú diagnosur, og í
hesum sambandi vísti hann
á, at vit í Føroyum hava
álítandi ættartalvur.
- Í Føroyum liva og hava
umleið 100.000 fólk livað
síðan ár 1800, legði hann
aftrat.
Niðurstøðan hjá gransk-
aranum var, at ættarfrøði-
ligi hátturin at finna ílegur
hevur fyrimunir í mun til
aðrar kanningarhættir.
- Føroyar eru serliga væl
egnaðar til henda kanning-
arháttin við atliti til atkomi-
ligar og neyvar ættarupp-
lýsingar og haldgóðar diag-
nosur, segði hann.
Útlendskur áhugi
Um verkætlanina annars,
segði Pál Weihe, at út-
lendskar fyritøkur hava
áhuga fyri at granska í
Føroyum.
Granskarin
vísti
á,
hvussu gongdin í Føroyum
hevur verið til tess at skapa
lógarkarmar fyri gansking
av mannaílegum.
- Tá ið málið um ílegu-
gransking
var
frammi
fyrstu ferð í 1998/1999
kravdu politikarar greiðari
lógarkarmar, soleiðis at
møgulig virðir kundu koma
samfelagnum til góðar - og
at trúnaður varð tryggjaður
í hesum kanningararbeiði.
Pál Weihe vísti á, at
hoyringssvarini, sum komu
inn í samband við lógar-
uppskotið í 2001, vóru at-
finningarsom.
Men síðan hevur verið
arbeitt við nýggjum upp-
skoti, og tað var hetta upp-
skot, sum granskarin kunn-
aði politikarar og embætis-
fólk um í Almanna- og
Heilsumálaráðnum hendan
dagin.
Tríggjar skráir
Hann vísti á, at sambært
uppskotinum verður ílegu-
granskingin skipað undir
einum stovni í heilsuverk-
Ílegugranskingin:
Mennir granskingarumhv
- Tað er sera umráðandi,
at vit tryggja okkum lut í
tí granskingararbeiði,
sum nú skal fara fram í
føroyskum ílegum, sigur
Jan Mortensen