Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

inum, har reglur, sum eru galdandi fyri heilsuverkið, eisini verða galdandi fyri Ílegusavnið. Somuleiðis verður stovnurin at fylgja fyrisitingarlógini og fyri- sitingarrætti yvirhøvur. - Ílegusavnið verður ein stovnur í heilsuverkinum, sum skal savna saman og umsita tær tríggjar skráir- nar, sum verða í skipanini. Stovnurin skal eisini móti gjaldi gera sáttmálar við granskarar og gransking- arfyritøkur um gransking í upplýsingum í skráunum. Hann segði, at tær tríggj- ar skráirnar í skipanini verða 1. Vevnaðarskráin, 2. Diagnosuskráin og 3. Ættarbandsskráin. – Mett verður, at tað fer at taka eitt ár at gera ættar- bandsskránna, meðan vevn- aðarskráin verður bygd upp so líðandi. Hinvegin kann diagnosuskráin byggjast upp so hvørt. Persónsverndin Pál Weihe nam eisini við persónsverndina og vísti á, at grein 1 í lógini fevnir um "at verja einstaklingin", sum hann tók til. - Persónsverndin í lógini byggir eitt nú á, at viður- skiftini á økinum verða skipað, krav er um klinisk- an ábyrgdarhavara og somuleiðs verður kravt, at lógin um ílegugransking leggur seg undir verjuna í lógini um viðgerð av per- sónsupplýsingum, undir verjuna í vísindasiðsemis- lógini og sjúklingarættinda- lógini. Aftrat hesum skal nýggja lógin taka hædd fyri grein 10 í OVIEDO-sáttmálan- um. Tað er løgfrøðingurin hjá Almanna- og Heilsumála- ráðnum, Kim Pagels, sum hevur tikið sær av tí partin- um, ið fevnir um persóns- verndina við atliti til altjóða avtalur og sáttmálar. Savna við fyriliti Sambært grein 4 í lógar- uppskotinum tryggjar einkarætturin endamálið við Ílegusavninum. - Uppgávan hjá savninum verður at savna inn upplýs- ingar við fyriliti sambært vísindasiðsemislógini og persónsupplýsingalógini, og her fer heilsuverkið at samstarva eftir avtalu og samsýning . Pál Weihe segði, at í stuttum verður uppgávan hjá savninum at útvega, goyma og handfara vevnað og diagnosur hjá persónum, sum eru skrásettir í Føroy- um - umframt upplýsingar um ættarbond. - Trygdin undir hesari goymslu verður undir eftir- liti hjá Dátueftirlitinum, og atgongd til savnið krevur góðkenda granskingarætl- an, eitt nú av Vísindasið- semisnevndini og Dátueft- irlitinum. At enda vísti Pál Weihe, granskari á, at revsingin fyri brot á grein 11 í lógini um ílegugransking í fyrsta lagi viðførir, at viðkomandi skal avhenda allar upplýs- ingar, sum eru savnaðir ólógliga. Nr. 42 - 2. mars 2005 25 vørvið og fjøltáttar vinnulívið - Trygdin undir goymsluni verður undir eftirliti hjá Dátueftirlitinum, og atgongd til savnið krevur góðkenda granskingarætlan, eitt nú av Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum - Føroyar eru serliga væl egnaðar til henda kanningarháttin við atliti til atkomiligar og neyvar ættarupplýsingar og haldgóðar diagnosur, segði Pál Weihe, granskari, undir framløguni av uppskotinum til lóg gransking av mannaílegum