mikudagur 2. mars 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Bjartskygni er eftir øllum at
døma stórt í løtuni, tá talan
er um at finna olju í rakst-
rarverdugum nøgdum á
markinum millum Føroyar
og Bretland. Herfyri boðaði
risastóra oljufelagið Chev-
ronTexaco frá, at tað hevði
gjørt ein stórt oljufund
skamt frá føroyska markin-
um. Oljufundið, nevnt Ros-
bank/Lochnagar
sigst
goyma meira enn hálva
milliard tunnur av olju, og
tað entá góðari olju. Henda
keldan er bert fáar kilo-
metrasr frá føroyska mark-
inum.Og er hon so mikið
áhugaverd, at hon hevur
fingið ein av oljugigantun-
um í heiminum, Chev-
ronTexaco at trúgva uppá,
at keldur av hesum slag
eisini finnast á føroyska
landgrunninum. Tí var fe-
lagið við í 2. Útbjóðingini
herfyri
og
fekk
fleiri
áhugaverdar teigar nær
markinum og nær fundi
tess á bretskum øki.
Nú skulu vónirnar so
eftirkannast. ChevronTexa-
co ger í løtuni sær stóran
ómak fyri at finna ein
djúphavsboripall til at bora
fleiri avmarkingarbrunnar á
Rosebankfundinum.Men
eftir tú sum skilst, og eftir
tú sum Dave Lewis eisini
nevndi á oljuráðstevnuni í
Føroyum herfyri, so er sera
torført at finna ein boripall
til hetta farvatnið í ár. Sam-
bart blaðnum Uppsteam er
rigmarknaðurin eisini sera
nógv eftirspurdur. Teir fáu
pallarnir, sum eru egnaðir
til at bora um okkara leiðir,
eru rætt og slætt ikki til at
fáa hendur á. Men fyri
ChevronTexaco og partnar-
ar tess so sum Statoil,
skilst, hevur tað nógv at
siga at finna ein pall, sum
kann bora longu í ár. Tí er
veruliga talan um eina
lønandi oljukeldu, so er at
fáa hetta staðfest skjótast,
so alt fyrireikandi arbeiði
undan eini veruligari út-
bygging kann fara fram.
Sosialurin skilur, at ætl-
anin er at bora einar 5-6 av-
markingarbrunnar
kring
Rosebank fundið og av
teimum nakrar longu í
summar. Hvussu tað enn
gongst at finna ein pall, so
v verður kortini arbeitt við
at tilrættaleggja eitt stórt
seismiskt arbeiði til summ-
ar, bæði á bretskum og før-
oyskum øki.
Sambart Uppstream olju-
blaðnum so hevur Chev-
ronTexaco longu feløg í
kikaranum, sum kunnu fara
undir seismisku kanningar-
nar longu í vár og summar.
Tað skilst ananrs, at tað
verður eisini arbeitt við
fullari ferð til tess at fyri-
reika oljubrunnar frá 1. Út-
bjóðing, sum skulu borast í
2006. Tað hevur ljóðað, at
BP og Anadarko eru sinnað
til at fara undir samstarv,
soleiðis at brunnarnir, sum
BP pliktaði seg til at bora í
"Gullhorninum" nú møgu-
liga verða fluttir til 9 ára
loyvi hjá Anadarco. Hetta
fáa vit tó ikki váttað. Kort-
ini vilja keldur vera við, at
tað er rættiliga náttúrligt at
rokna við einum slíkum
senario, tí stjórar hjá BP
hava gjørt púra greitt, at
einki er at fara eftir í teirra
verandi seks ára loyvi. Tá
eru møguleikarnir ikki so
nógvir: antin at fara saman
við Anadarko ella saman
við Statoil ella Eni, sum
eisini hava 9 ára loyvi. Tað
kann hugsast, at verður
semja millum feløg og
myndugleikar at flyta bori-
forpliktilsi úr einum øki til
eitt annað, so kann henda,
at BP sleppur við at bora
ein brunn inni á basaltinum
heldur enn tveir inni á
basaltfríum øki.
26
Nr. 42 - 2. mars 2005
OLJULEITING
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Um tað er seinasta olju-
fundið við markið, sum
hevur gjørt, at bretskir
myndugleikar hava fing-
ið blóð uppá tonnina,
vita vit ikki við vissu.
Men tað kann vera ein
frágreiðing. . Bara tað at
myndugleikarnir nú aft-
ur eru farnir at fyrireika
seg til at bjóða fleiri
nýggj øki út til oljuleit-
ing kundi bent á eina
ella aðra optimismu.
Ætlanin er at seta hol á
23. útbjóðingina tíðliga í
vár. Útbjóðingin fevnir
m.a. um fleiri ókannað
økið á Atlantsmótinum
og vilja keldur vera við,
at stóra Rosebankfundið
við markið er ein av
orsøkunum til, at fleiri
øki við markið verða
boðin út. Sum skilst er
ætlanin at bjóða øki út
til leiting meira oftani.
Peter Haile, varstjóri í
DTI, sum stendur fyri
útbjóðingini, sigur við
Uppstream, at tað er
nústaðni, at áhugin fyri
Atlantsmótinum er farin
at vaksa.
Bretar við
nýggjari
útbjóðing
Vit síggja hvar komandi útbjóðing verður á bretskum
øki næstu ferð. Her finnast eisinsi øki nær føroyska
markinum.
Grein í oljublaðnum Uppstream, har ChevronTexaco sigur seg vilja skunda
undir seismisku kanningarnar báðumegin markið
Altjóða oljublaðið Uppstream
hevur av álvara sett Føroyar
á oljuheimskortið seinastu
vikurnar. Henda eina dagin
eftir oljuráðstevnuna í
Norðurlandahúsinum vóru
Føroyar at finna bæði á
forsíðuni og inni í blaðnum.
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
oljumálum fekk heiðurspláss
Leita eftir palli at bora við markið