Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norrønt Atantssam- starv (NORA) hevur lagt fram eina ætlan, sukm skal seta meira ferð á vinnuligt sam- starv og granskingar- samstarv í Norður- atlantshavi. Harum- framt er ætlanin at víðka NORA-sam- starvið til eisini at fevna um Skotland og Kanada SAMSTARV tíðindaskriv Á eini ráðstevnu í Reykja- vík 10. februar legði Nora fram eina ætlan um, hvussu samstarvið millum londini í Norðuratlantshavi kann styrkjast og víðkast. Á ráðstevnuni luttøku embætisfólk, politikarar og fleiri úr norðuratlantisku londunum og embætisfólk frá norðurlendska ráðharra- ráðnum og stovnum undir hesum. Harumframt lut- tóku embætisfólk, politik- arar og onnur úr Skotlandi og Kanada. Arbeiðið at fáa til vega eitt dyggari og víðkað sam- starv hevur norðurlendska ráðharraráðið sett í gongd, millum annað grundað á frágreiðingina "Vest-Nord- en i det nordiske samar- bejde". NORA tók táttin upp, tí nú var møguleiki fyri at fáa ferð á tær royndir og ætlanir, sum NORA frammanundan hevði. Víðkað samstarv Norðurlatlantiska sam- starvið, sum higartil hevur fevnt um Grønland, Ísland, Noreg og Føroyar, skal ætlandi víðkast bæði suður- og vestureftir. Kanadisku umboðini á ráðstevnuni komu úr Nova Scotia og New Foundlandi. Úr Skotlandi koomu fólk frá m.a. fyrisitingunum í Skotlandi og Hetlandi. Ráðstevnan vísti, at stór- ur áhugi er í hesum lond- unum fyri samstarvi, og at tey leggja dent á júst somu samstarvsevni sum NORA- londini. Verkætlanarsamstarv við hesi londini fer fram longu sum er, og royndirnar vísa, at stórir møguleikar eru í víðkaðum samstarvi. Tvær tílíkar ætlanir vórðu lagdar fram á ráðstevnuni. Teir vinnuligu og aðrir fyrimunir, ið eru í at sam- starva við londini fyri sunn- an og vestan, liggja eisini í einum tættari samstarvi við hini norðurlondini. NORA skal tí leggja dent á at fáa norðurlendskar vitanar- deplar uppí samstarvsverk- ætlanir. Samstarvsøki Tey vinnuøki, sum NORA vil leggja serligan dent á, eru: • Gagnnýtsla av havtilfeingi • Kunningar- og samskiftistøkni • Ferðavinna Hetta eru øki, sum hava stóran vinnuligan og bú- skaparligan týdning og vakstrarmøguleikar. Á ráð- stevnuni kom felags áskoð- anin hjá londunum týðiliga til sjóndar. Møguleiki verður eisini fyri at stuðla øðrum vinnu- ligum samstarvsverkætlan- um enn innan frammanfyri nevndu høvuðsøki. NORA skal harumframt leggja dent á økini flutning og burðadygga framleiðslu. Arbeiðið hjá NORA á hes- um báðum økjunum verður tó helst av meiri yvirskip- aðum slagi. Arbeiðsháttur Tann arbeiðshátturin, sum NORA hevur brúkt, verður broyttur og tillagaður eini meira framsóknari framtíð- arætlan. NORA skal skipa fyri til- tøkum, har fyritøkur og granskingar- og menning- arstovnar hittast fyri at av- tala samstarv og at tilevna nýggjar samstarvsverkætl- anir. Tað eru hesi netverk- ini, sum m.a. verða berandi í samstarvinum millum fyritøkur í londunum. Vest-Norden frágreið- ingin vísti á, at tørvur er á einum norðuratlantiskum palli, har politikarar og fleiri hittast fyri at umrøða felags viðurskifti og ætlan- ir. NORA ynskir at skipa fyri einari tílíkari ráð- stevnu. Møguliga saman við øðrum verandi av sama slagi. Verkætlanarstuðul verður framvegis ein hornasteinur hjá NORA. Arbeitt verður fyri at fáa til vega tættari samstarv við fíggingar- grunnar í einstøku londun- um fyri at útvega fíggjarligt grundarlag fyri enn størri samstarvi millum fyritøkur í londunum. Sum nakað nýtt fer NORA eisini at veita stuðul til forverkætlanir til granskingarsamstarv. Hetta skal gera tað meira áhuga- vert hjá granskingar- og menningarstovnum at taka lut í ráðstevnum og øðrum tiltøkum hjá NORA, og samstundis gera tað lættari at skapa netverk millum hesar stovnararnar og fyri- tøkur tvørtur um landa- mørk. Føroyskt sjónarhorn Fyritøkur hava ofta tørv á at finna samstarvsfelagar í grannalondunum, tí hetta á ymsan hátt kann styrkja teirra støðu. Hjá t.d. KT- fyritøkum og biotøkni- ligum og øðrum fyritøkum er atgongdin til vitan og marknaðin avgerandi fak- torar. Tað sama er áhald- andi vørumenning, ið er sera kostnaðarmikil. Í samstarvi við aðrar fyritøkur kunnu tílíkar uppgávur lyftast í felag, og við at samstarva við út- lendskar fyritøkur tilføra tær hvørjari aðrari nýggjar áskoðanir og møguleikar. Ikki minst fáa fyritøkurnar lættari atgongd til gransk- ingar- og menningarum- hvørvini hjá hvørjum øðr- um. Tað, at lagt veður til sam- starv, ið næstan av sær sjálvum lendir so at siga beint omaná vinnuøkjum, sum hava hægstu raðfesting í føroyska vinnupolitikkin- um, kann sigast at vísa, hvussu eins londini í Norðuratlantshavi hugsa um framtíðarviðurskifti. Hetta gevur góðar vónir um útlitini fyri komandi sam- starvi. Í ætlanini hjá landsstýrin- um at fleirfalda innsatsin innan gransking og menn- ing í Føroyum, kann sam- starvið, sum NORA leggur upp til, fáa eitt týðandi pláss. Góðskan í og nyttan av føroyskari gransking og menning veksur munandi í slíkum samstarvi. Nr. 42 - 2. mars 2005 27 BÚSKAPUR Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Føroyskar útflutnings- fyritøkur skulu ikki vænta nakra hjálp frá einum sterkari dollara í bræði. Vit frættu í vikuni at Fiskavirking, sum hevði eitt stórt hall sein- asta ár, eisini hevði trupulleikar av einum veikum dollara. Men so viknaði dollar í mun til euro aftur nógv í seinastu viku. Sam- stundis hækkar oljuprís- urin stórliga, eisini til bága fyri føroyskan bú- skap. Standardoljan frá Brent-feltinum í Norð- sjónum nærkast 50 $ fyri tunnuna, og ameri- kanska standardoljan er longu farin uppum hetta magiska mark. Mánadagin í seinastu viku fekst 1,3055 $ fyri eina evru. Nú mána- dagin gav ein evra ikki minni enn 1,3257 $, ella uppá eina viku gott 1,5 % meira. Tað sær so út, at henda gongdin kemur at halda fram eina tíð. Og orsøkina skulu vit finna í nøkrum løgnum, ikki haldgóðum viður- skiftum í amerikanska búskapinum, sum vit hava umtalað nakrar ferðir: Stórt hall bæði á handilsjavnanum og á landshúsarhaldinum. Fara tjóðbankar at selja dollar- grunnarnar? Tað, sum fekk dollaran at falla so nógv og knappliga týsdagin – og samstundis evra at hækka – var at ryktir gingu um at Suðurkorea var farið at selja burtur av sínum stóru dollar- goymslum. Tað segðist, at teir ætlaðu at keypa fitt av evrum ístaðin, fyri á tann hátt at spjaða váðan. Tí, um dollar knappliga missir styrki á marknaðinum, so verða lond sum hava alla sína tiltaksvaluta í dollar, ser- liga hart rakt. Fýra lond í Eysturasia hava heimsins størstu goymslur av dollars í teirra tjóðbankum. Tað eru Japan, Kina, Suður- korea og Taiwan. Fóru hesi lond at selja burtur av dollargoymslunum, við tí í hyggju at keypa evrur í staðin, so hevði amerikanski dollarin og amerikanski búskapurin veruliga verið í vanda. Tað vísti seg hesuferð, at ryktini vóru skeiv. Suð- urkoreanarar ætlaðu "bert" at broyta keyps- politik, tá tað galt virðis- brøv. Tann hækkandi olju- prísurin virkar negativt í Europa og USA Brent-oljan fór mána- dagin upp um 50 $ fyri tunnuna, og prísurin hevur verið javnt hækk- andi síðan medio de- sember, tá hann var niðri á 38 $. Men í oktober í fjør var sami prísur eisini uppi á 50 $ ella eitt sindur meira. Tá prísurin á olju gongur upp, er vanligt at síggja at kursurin á partabrøvum í fyritøk- um, sum brúka nógva olju, falla. Eisini fyri- tøkur, sum framleiða vørur, sum brúka nógva olju ella oljuúrdráttir, bilar ella flogfør, minka í marknaðarvirði. Kursurin á teimum europeisku bilframleið- arunum fall tí í seinastu viku. Bæði fransku Peu- geotCitroen og Renault, týska Volkswagen og týskamerikanska Daiml- erChrysler fullu í kurs- virði. Bert luxusbila- framleiðarin Porsche gekk móti tendensinum og bleiv dýrari. Og fleiri flogfeløg eru farin at leggja serligt oljuavgjald á ferðaseðlar. Oljuprísurin hækkar, og dollarin viknar stórliga aftur Víðkað samstarv í Norðuratlantshavi Fakta um Norrønt Atlantssamstarv NORA er norðurlendskt økissamstarv, ið fevnir um Grønland, Ísland, Norður- og Vesturnoreg og Føroyar NORA virkar fyri • at víðka búskaparliga grundarlagið gjøgnum burðardygga tilfeingisnýtslu og framleiðslu • at styrkja nýskapandi tilgongdir við at sameina vinnulig umhvørvi og granskingar- og menningarumhvørvi • at styrkja norðuratlantisku samfeløgini við samstarvi um felags mál, og • at menna globalu støðuna hjá londunum gjøgnum víðkað samstarv við hini Norðurlondini Hetta verður gjørt við at stuðla undir netverk og samstarv millum vinnuligar fyritøkur og vitanardeplar í londunum, og við at veita stuðul til samstarvsverkætlanir millum fyritøkur og granskingar- og menningarstovnan í londunum NORA hevur í 25 ár lagt stóran dent á at víðka um vinnuliga grundarlagið í londunum við m.a. at stuðla royndum til nýggja framleiðslu Høvuðsskrivstovan hjá NORA er í Tórshavn, og avgreiðslu- skrivarar eru í Noreg, Íslandi og Grønlandi. NORA verður fyrisitið av eini nevnd við 12 limum – trimum úr hvørjum landi. Føroysku nevndarlimirnir eru Rúna Hilduberg, Thomas Arabo og Súni Poulsen. Føroyar hava formansskapin í NORA fram til juni í ár, tá Grønland tekur yvir. Freistin at søkja um stuðul til nýggjar samstarvsverkætlanir er 1. apríl. Meira fæst at vita á slóðini www.nora.fo