hósdagur 3. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 43 - 3. mars 2005
Taka seg aftur
Sýriska stjórnin sigur
seg nú vera til reiðar at
taka teir 14.000 sýrisku
hermenninar úr granna-
landinum Libanon.
Seinastu
dagarnar
hava fleiri túsund liban-
ar gingið kravgongu í
Beirut við kravi um, at
teir sýrisku hermenninir
skulu av landinum. Tað
sama hevur USA kravt,
og fyrrakvøldið segði
sýriski forsetin, Bashar
al-Assad, at Sýrialand
fer at gera eftir áheitan-
ini. Hann segði, at her-
menninir verða tiknir
heim skjótt og kanska
longu um nakrar mán-
aðir, sum hann orðførdi
seg.
Sýrialand hevur havt
hermenn í Libanon í
mong ár og hevur havt
stóra ávirkan á ta polit-
isku skipanina har. And-
støðan í Libanon vil
vera við, at tað var sýr-
iska
fregnartænastan,
sum
myrdi
libanska
andstøðuleiðaran
í
síðstu viku, men tað
hevur stjórnin í Da-
maskus avsannað.
Eingi prógv
ímóti Jackson
Verjin hjá poppstjørnuni
Michael Jackson krevur,
at ákæruvaldið í Kali-
fornia skal sleppa ákær-
unum um, at tann heims-
kendi tónleikarin skal
hava misnýtt ein 13 ára
gamlan drong kynsliga.
Rættarmálið byrjaði
mánakvøldið, og verjin,
Thomas
Messereau,
vísti ákærunum aftur.
Hann vísti á, at løg-
reglan fann eingi DNA-
spor frá tí 13 ára gamla
dronginum, tá hon kann-
aði kamarið hjá Michael
Jackson. Verjin segði, at
einki hald er í ákærun-
um, og at tað er mamma
drongin,
sum
hevur
íspunnið søguna fyri at
fáa pengar burturúr.
Ákærin, Thomas Snedd-
on, helt uppá, at Michael
Jackson er sekur, og
hann legði afturat, at tað
fer
ákæruvaldið
at
prógva.
Áhugin fyri rættar-
málinum ímóti Michael
Jackson er sera stórur.
Ikki færri enn 1500 tíð-
indafólk úr øllum heim-
inum eru komin at fylgja
við tí.
Tjóðbankin
ivast
OECD og donsku vís-
menninir hava ávarað
um, at metingin hjá
stjórnini
um
60.000
fleiri arbeiðspláss innan
2010 fer ikki at halda
uttan so, at umfatandi
nýskipanir verða framd-
ar. Nú sigur danski
Tjóðbankin tað sama.
Í einari nýggjari frá-
greiðing sigur Tjóð-
bankin, at ein ávís fram-
gongd er á arbeiðs-
marknaðinum, men skal
stjórnin røkka sínum
máli, mugu tiltøk setast í
verk. Varastjórin í Tjóð-
bankanum,
Anders
Møller Christensen, sig-
ur við Politiken, at tað er
ikki nóg mikið at seta
sítt álit á ta búskaparligu
framgongdina, tí tað
ræður eisini um at
tryggja arbeiðspláss, tá
búskapurin gongur nið-
ureftir, sigur hann.
Tjóðbankin hevur so-
statt somu hugsan sum
teir donsku vísmenninir
og OECD. Higartil hev-
ur stjórnin hildið uppá,
at hennara metingar fara
at halda, men tað var,
áðrenn Tjóðbankin segði
sína hugsan.
Hilde góðar
møguleikar
Norska stjórnin roynir
av øllumm alvi at bera
so í bandi, at Hilde Fra-
fjord Johnson, menning-
armálaráðharri, kan fáa
starvið sum leiðari í
menningargrunninum
hjá ST, UNDP.
Tað var stjórnin sjálv,
sum stillaði Hilde Fra-
fjord Johnsen upp til
starvið, og tað bleiv
gjørt í einum brævi, sum
Kjell Magne Bondevik,
forsætisráðharri, skriv-
aði Kofi Annan, ST-
aðalskrivara. Síðani hev-
ur uttanríkisráðið í Oslo
fingið boð um at virka
fyri, at menningarmála-
ráðharrin fær starvið.
Hilde Frafjord John-
sen er ikki tað einasta
evnið til leiðarastarvið í
UNDP. Bretska stjórnin
hevur skotið upp, at
Valerie Amos fær starv-
ið. Hon er upprunaliga
ættað úr Ghana og hevur
fyrr
verið
bretskur
menningarmálaráðharri.
Kortini verður hildið, at
norska evnið hevur betri
møguleikar. Tað kemst
av, at verandi leiðarin í
UNDP, Marl Malcolm
Brown, er breti, og tað
verður hildið óhugsandi,
at ST fer at lata ein breta
loysa hann av.
UTTAN ÚR HEIMI
Tað hevur vakt stóran
ans, at afghanski for-
setin, Hamid Karzai,
hevur sett fyrrver-
andi krígsharran
Rashid Dostum til
ovasta fyri afghanska
herinum
AFGHANISTAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í umleið tjúgu ár stýrdi
generalurin Rashid Dostum
tí norðara partinum av
Afghanistan,
og
hann
gjørdist skjótt kendur sum
ein sera harðrendur krígs-
harri, sum bæði píndi og
myrdi sínar mótstøðumenn.
Nú hevur Hamid Karzai,
forseti, tilnevnt fyrrverandi
krígsharran ovasta fyri tí
nýggja afghanska stjórnar-
herinum. Tá Reuter-tíð-
indastovan spurdi talsmann
forsetans um krígvbrots-
verkini hjá fyrrverandi
krígsharranum,
svaraði
hann stutt:
– Tað er eitt heilt annað
mál, og eg haldi, at í fram-
tíðini eiga allir afghanar at
fáa høvi at gera sína
skyldu.
Rashid Dostum stillaði
upp ímóti Hamid Karzai á
forsetavalinum, men tapti.
Kortini hevur hann stórt
vald, og Karzai hevur sett
hann til herovasta fyri at
sleppa undan at fáa hann
ímóti sær.
Avgerð
forsetans
er
djørv, tí Rashid Dostum er
lagdur undir at hava framt
ein hóp av krígsbrotsverk-
um í áttati- og nítiárunum.
Tað vóru eisini hansara
hermenn, sum kvaldu fleiri
hundrað talibanar við at
steingja teir inni í luft-
tøttum bingjum undir kríg-
num í 2001.
Undir valstríðnum upp
undir afghanska forseta-
valið almannakunngjørdi
amerikanski felagsskapurin
Afghanistan Justice Watch
eina frágreiðing um av-
rikini hjá Rashid Dostum í
árunum frá 1978 til 2001.
Longu tá gitti felagsskap-
urin, at Dostum og aðrir
krígsharrar fóru at fáa leið-
andi størv í tí nýggja af-
ghanska stjórnarherinum,
og at USA fór at venda tað
blinda eygað til. Sambært
AJW vil USA heldur hava
gagn av krígsharrunum í
bardaganum ímóti yvir-
gangi enn at kanna teirra
krígsbrotsverk.
Avvarðandi hjá
teimum, sum doyðu
við russiska kavbát-
inum "Kursk", krevja,
at vanlukkan verður
kannað eina ferð
afturat
VANLUKKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Avvarðandi hjá teimum,
sum doyðu, tá russiski kav-
báturin "Kursk" sakk í
Barentshavinum í august í
2000, halda seg framvegis
ikki hava fingið allan
sannleikan um vanlukkuna.
Í fjør havnaði russiski
hægstirættur einum kravi
frá teimum avvarandi um at
kanna
vanlukkuna
av
nýggjum. Tey gjørdu av at
leggja málið fyri tann
evropeiska mannarættinda-
dómstólin, men nú er tað
málið tikið aftur. Tað hend-
ir, eftir at Vladimir Putin,
forseti, hevur játtað at
koma á fund við umboð
fyri tey avvarandi fyri at
taka endaliga støðu til, um
vanlukkan skal kannast
umaftur.
Vanlukkan við "Kursk"
kravdi
118
mannaliv.
Myndugleikarnir komu til
ta niðurstøðu, at kavbáturin
sakk av einari spreinging,
og at tað gingu átta tímar,
til teir seinastu av manning-
ini doyðu. Sakførarin hjá
teimum avvarandi, Boris
Kusnetsov, vil kortini vera
við, at 23 av manningini
vóru á lívi minst tvey sam-
døgur aftan á spreinging-
ina. Tað hevði tí borið til at
bjarga teimum, um rætt
varð atborið, sigur hann.
– Gitingin um, at eingin
møguleiki var at bjarga
monnunum í tí níggjunda
rúminum, er tað grovasta
mistakið í teirri almennu
frágreiðingini,
skrivaði
verjin í einum brævi til
Putin, forseta herfyri.
Krígsbrotsmaður valdur
til afghanskan herovasta
Krevja »Kursk«-vanlukkuna
kannaða umaftur
Hóast hann alment er kendur sum herviligur krígsbrotsmaður
er Rashid Dostum nú settur sum ovasti fyri afghanska
stjórnarherinum
Mynd: Reuters
Tey avvarðandi vilja vera
við, at nakrir av manningini
á Kursk vóru á lívi minst
tvey samdøgur, eftir at
kavbáturin var sokkin
Mynd: Reuters