hósdagur 3. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 3. mars 2005
3
Aldubáran fer aftur á
pall ella gólv í Lista-
skálanum leygar-
dagin. Ikki færri enn
fýra frumframførslur
eru á skránni til
konsertina
VÁRTÓNLEIKUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Síðani
tónleikabólkurin
»Aldubáran« varð stovnað-
ur fyri 10 árum síðani hava
tey glett mangar áhoyrarar
við tónleiki sínum.
Leygarkvøldið
verður
enn eitt høvi at hoyra bólk-
in spæla nýggj tónaverk
eftir føroyskar kompon-
istar.
Tey fara hetta kvøldið at
spæla nýggj verk eftir Kára
Bæk, Atla Petersen, Kristi-
an Blak, Tróndi Bogason og
A. Skrjabin.
Talan verður um eina
heldur øðrvísi konsert enn
vanligt, tí ætlanin er ikki at
spælararnir
bara
skulu
standa á einum staði alt
kvøldið.
Henda
konsertin
hjá
Aldubáruni verður hildin í
samband við at Várfram-
sýningin hjá Listasavni
Føroya letur upp í morgin.
Hetta kvøldið verður tí
gott høvi at fara á konsert,
samstundis sum ein kann
fara á Várframsýning.
Filmur og tónleikur
Aldubáran hevur havt skift-
andi manningar gjøgnum
árini, og hava tey luttikið
við mong ymisk høvi.
Tey eru somuleiðis við á
nýggju fløguni, sum kom út
í gjár við verkum eftir Kára
Bæk. Og tey fara eisini at
spæla verk úr hesi nýggju
fløguni á konsertini leygar-
kvøldið.
Ein serstakur partur verð-
ur settur av til filmstónleik.
Marianna Mørkøre, sum
saman við eini aðrari
kvinnu, hevði eina fram-
sýning í Smiðjuni í Lítluvík
herfyri við videoinstalla-
sjónum, hevur nevniliga
gjørt ein film til eitt lag
eftir Atla Petersen.
Hetta lagið, ið kallast
»Summi siga« varð skrivað
serstakliga til Andras Olsen
í 1988, og verður tað at
hoyra nú leygarkvøldið. Í
samband við lagið hevur
Marianna verið í Týska-
landi og tikið upp ein film,
sum eisini verður at síggja
undir konsertini.
Vanligt er, at ein bólkur
hevur eitt fast pláss undir
eini konsert, men leygar-
kvøldið er ætlanin at flyta
pallin runt í Listaskálanum.
Hetta verður serliga gjørt tá
soloverkini eru á skránni,
og fáa áhoyrararnir soleiðis
høvið til at hoyra onkur
verk spæld í øðrum rúmum,
har aukustikkurin somu-
leiðis er sera góður.
Við í Aldubáruni hesa-
ferð eru bæði føroyingar og
ein dani: Anna E. Klett á
klarinett, Andras Olsen á
trombon og danin Thomas
P. Gooseman á klaver.
Vár við nýggjum vindi
Tey eru klár til konsertina leygarkvøldið. Í Aldubáruni hesaferð
eru Anna Klett, Thomas Gooseman og Andras Olsen,
Mynd: Jens Kr. Vang