Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 43 - 3. mars 2005 Royna at finna semju - SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit arbeiða við mál- inum, men enn eru vit ikki komin á mál. Í Fíggjarmálaráð- num er tað Durita Tau- sen, sum stendur á odda fyri samráðing- unum við Maskin- meistarafelagið um sáttmálarnar hjá maskinmeistarunum, sum skulu sigla við nýggja Smyrli. Hon vil ikki siga nakað um, hvussu samráðingarnar ganga. Hon vil hvørki siga nakað um, hvussu langt tað er ímillum partarnar, ella, um hon yvirhøvur heldur, at útlit eru fyri eini semju. – Eg fái onki sagt um samráðingarnar uttan tað, at tað er gongd í málinum, sig- ur hon. Ongin nýggjur fund- ur er avtalaður, men partarnir samskifta nokk so nógv við T- brøvum. Vandi er fyri, at nýggi Smyril fær somu lagnu sum Brimil, ið lá og gnaddaði gummi í Noregi í fleiri mánaðir eftir at hann var liðugur, tí ósemja var við fíggj- armálaráðið um løn- ina hjá yvirmonnun- um, sum skuldu sigla við SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Gongur heilt illa, kann tað enda við, at nýggi Smyril verður lagdur, longu áðrenn hann kemur í sigling. Sostatt kann tað henda, at nýggja flaggskipið hjá Strandferðsluni, fer at fáa somu lagnu sum bæði Brimil og nýggi Teistin, ið lógu og gnaddaðu gummi leingi eftir at teir vóru lidnir. Orsøkin til at tey bæði skipini ikki sluppu í sigl- ing, tá ið tey vóru liðug, var, at ósemja var um løn- irnar hjá yvirmmonnunum, sum skuldu sigla við og sostatt noktaðu teir at fara umborð, fyrrenn ein semja varð um ein sáttmála. Fíggjarmálaráðið og yvirmannafeløgini sam- ráddust leingi um nýggjan sáttmála, men til fánýtis og sostatt sluppu skipini ikki í sigling, fyrrenn langt eftir, at tey vóru liðug. Serliga hart gekk hetta út yvir Brimil, sum ikki slapp í sigling fyrrenn næstan eitt hálvt ár eftir at hann var liðugur - og tá var tað eftir at Løgtingið hevði lagt uppí og endaði verkfallið hjá yvirmonnunum við lóg. Ongin fundur avtalaður Gongur heilt galið, kann tað enda við, at nýggi Smyril fær somu lagnu, tí enn er ongin semja um sátt- málan hjá maskinmeistar- unum, sum skulu sigla við nýggja Smyril. – Og fyrrenn ein nýggjur sáttmáli er gjørdur, kunnu maskinmeistararnir ikki fara umborð og sostatt fær skipið ikki siglt, staðfestir Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Hann sigur, at nýggi Smyril hevur nógv størri maskinorku og heilt aðra tekniska útgerð enn nakað annað strandfaraskip og tí skulu maskinmeistararnir eisini hava nýggjan sátt- mála við betri løn. Annars er greiða fingin á sáttmálaviðurskiftunum hjá bæði Skipara- og Naviga- tørfelagnum og hjá Starvs- mannafelagnum, so nú er tað bara Maskinmeistarafe- lagið eftir at gera semju við. Ósemjan um lønina og onnur viðurskifti hjá maskinmeistarunum, sum skulu sigla við nýggja Smyrli, er gomul. Nakrir fundir hava verið, men enn er semja ikki gjørd, sigur Jógvan Nybo. Hann hevur ongar við- merkingar til spurningin um, hvussu langt tað er ímillum partarnar. Hann hevur heldur ongar við- merkingar til spurningin um hann væntar, at tað fer at bera til at finna semju. Tað einasta hann stað- festir, er at nakrir samráð- ingarfundir hava verið, men at ongin semja ser gjørd. Hann leggur afturat, at tað eru serliga lønirnar, sum ósemja er um. Maskinmeistafelagið situr við kleyvarfrúgv Sum støðan er í løtuni, er ongin nýggju fundur avtal- aður ímillum Fíggjarmála- ráðið og Maskinmeistara- felagið um nýggjan sátt- mála fyri maskinmeistar- arnar við nýggja Smyrli. Men tað er ikki yvir at dylja, at tað er Maskin- meistarafelagið, sum situr við sterkasta trumfi, ið hugsast kann í royndunum at fáa sáttmála fyri maskin- meistararnar við nýggja Smyrli. Tá ið seinastu, regluligu sáttmálasamráðingarnar vóru, legði Fíggjarmála- ráðið alstóran dent á at fáa ein sáttmála um nýggja Smyril samstundis. Men tað vildi Maskin- meistarafelagið ikki. Tá vóru manningarskjøl- ini ikki gjørd og tí visti Maskinmeistarafelagið ikki, hvussu nýggi Smyril skuldi mannast. Og fyrrenn felagið visti tað, noktaði tað at gera sáttmála. Úrslitið var, at avtalað varð gjørd um, at samráð- ingar skuldu takast upp, so skjótt manningarskjalið varð kent. Men tann stóri trumfurin hjá Maskinmeistarafelag- num er, at tað stendur eisini í avtaluni, at varð ongin semja um Maskinmeistara- felagið gjørd 1. september í fjør, kunnu allir sáttmálar- nir ímillum Fíggjarmála- ráðið og Maskinmeistarafe- lagið sigast upp. Sostatt kann Maskin- meistarafelagið nær sum helst siga allar sáttmálar upp við einum mánaða ávaring. Men Jógvan Nybo leggur dent á, at enn hugsar fe- lagið als ikki um nakað slíkt. – Samráðingarnar er als ikki komnar so langt enn, at vit so mikið sum hava hugsað um at siga sáttmál- arnar upp – men vit hava møguleikan til tað, sigur Jógvan Nybo. Við sangi, sjarmu og sjónleiki vunnu teir lystinlærdu "Pipar & Salt" á professarun- um Paula & Natta SPURNARKAPPING Tíðindaskriv Hóast Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe høvdu lisið uppá og dugdu alla skipalistan uttanat, so vistu teir ikki, at Medicus merkir lækni á latíni, og at hetta eisini var navnið á einum báti, sum í longri tíð var heimahoyrandi í Klaksvík - Hetta stóð nevnliga ikki í skipalistanum. Tó hetta og mikið meira vistu rektarin & inspektør- urin - alias Pauli Nielsen og Niels Nattistad, sum sein- asta leygarkvøld dystaðust í finaluna á Quistinum, sum Útvarp Føroya og Studio Pegasus, við Gunnari Nol- søe sum verti og Steintóri Rasmussen sum spindokt- ara, skipaðu fyri í Atlantis. Tað var ikki lætt hjá dómaranum Trónda Djur- huus at standa ímóti teirri vælhýrdu lurtarafjøldini, sum við dyngjandi lógva- brestum søgdu sína hugsan um, hvagar stigini skuldu fara, eftir teir torføru spurningarnar til tey væl- vitandi liðini. Endin varð, at "Pipar & Salt" vunnu við einum stigi 20 - 19 á Paula Nielsen og Niels Nattistad. Hetta gav teimum eina ókeypis ferð á ferðaleiðunum hjá Atlantic Airways. Ein stuttlig, áhugaverd og upplýsandi sending, sum endaði við einum hugnalig- um kvøldi í fullsetta At- lantis í Klaksvík síðsta leygarkvøld. Vandi fyri at nýggi Smyril verður lagdur áðrenn hann kemur í sigling »Pipar & Salt« vunnu á Professarunum Her liggur nýggju Smyril, væl bundin við bryggju við skipasmiðjuna í Spania. Og gongst heilt illa, er vandi fyri, at hann verður liggjandi her, eisini langt eftir at hann er liðugur Tað eydnaðist Sjúrða og Jákupi at vinna spurnarkappingina, tá finalan stóð á skránni í Atlantis seinasta leygarkvøld