Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Henda fløgan hjá Kára Bæk er so mikið góð, at hon eigur at fáa eitt heiðurspláss í føroyskum tónleiki, sigur tónasmiðurin, Sunnleif Rasmussen um nýggjastu før- oysku fløguna TÓNLEIKUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mynd: Jens Kr. Vang Tað koma nógvar føroyskar fløgur út millum ár og dag. Góðskan á hesum er ójøvn, men av og á kemur út ein fløga við høgari góðsku. Ein slík fløga kom tó út í gjár við verkum eftir tóna- smiðin Kára Bæk í Kvívík. Fløgan kallast "Afturundir- gerð" og er ein samling av fimm verkum, sum eru skrivað í tíðarskeiðnum frá 1996 til 2001. Tað er bólkurin "Aldu- báran", sum hevur spælt hesa fløguna inn í Vestur- kirkjuni, Norðurlandahús- inum og í Århus. Og Kári Bæk kundi bara fegnast um góða úrslitið. - Tað er ein æra fyri meg, at júst Aldubáran hevur spælt inn hesa fløguna við mínum verkum. - Eg vóni bara, at tey fara at halda fram við sama tátti, við at spæla verk hjá øðrum føroyskum tónasmiðum, segði Kári Bæk við fram- løguna í gjár. Tað er plátufelagið Tutl, ið gevur fløguna út. Tolin trívst Ein annar, sum somuleiðis fegnast um nýggju fløguna, er tónasmiðurin Sunnleif Rasmussen. Hann metti alla fløguna sum hon var sum eitt meistaraverk. Hann var ikki sørt bilsin yvir, at tað ber til at fáa eina so góða fløgu við føroying- um og av føroyingum út- givna í Føroyum. - Her er góður tónleikur, góður klangur, góðskan er høg, spælið er gott og upp- tøkurnar góðar, sigur Sunn- leif. Fyri hann er eingin ivi um, at Kári Bæk er ein meistari í timing. Hetta er ein eginleiki sum er sera hentur hjá øllum tónasmið- um. Teir kunnu ofta brúka fleiri mánaðir við bara at skriva 10 min. av tónleiki, og aðrar tíðir eina heila viku til at skriva neyðars 2 min. av tónleiki. - Hetta tolið eigur Kári, og tað hoyrir tú eisini sera væl á hesi fløguni. Meðan tú lurtar eftir henni, keðir tú teg ikki eina einastu løtu, men tú verður líkasum førdur fram í tónleikinum, sigur Sunnleif. Hann heldur tí eisini, at heitið á fløguni er sera væl valt: At skriva, og ikki minst framføra, nýggjan og góðan tónleik metir hann sum eitt nýtt rák, sum yvir- høvur fer ímóti høvuðsrák- inum í tónleikinum. Seinni gerst tað ein partur av høvuðsrákinum, og tá er nógv vunnið. Eigur heiðurspláss At ein føroysk fløga kemur út við klassiskum føroysk- um tónleiki og føroyskum tónleikarum er einki minni enn ein stórhending. - Tað tykist sum um gátt- in fyri at geva út føroyskar fløgur er í lægra lagi. Tað vísir seg, at mong kunnu geva eina fløgu út, sum mangan fær sera stóra út- breiðslu. - Men her hava vit so eina fløgu, sum í øllum førum gongur ímóti hesum streymi: Her er bæði góður tónleikur, gott spæl og góðar upptøkur. Tí eigur henda fløgan so avgjørt at fáa eitt heiðurspláss í før- oyskum tónleiki. Tað hevur hon avgjørt uppiborið, sigur Sunnleif Rasmussen. Tónleikararnir á fløguni eru fyri ein stóran part før- oyingar. Teir eru: Andrea Heindriksdóttir á floytu; Kenneth Larsen á klarinett; Jógvan Zachariassen á bassoon; Páll Sólstein á horn; Øssur Bæk, Sámal Petersen og Rúni Bæk á violin; Ida Nørholm á cello; Ólavur Jakobsen á guitara og Jóhannes Andreasen á klaver. Stjórnað upptøku- num hevur Andras Olsen. · · · · · Nr. 43 - 3. mars 2005 5 Altjóða bønardagurin fyri kvinnur verður í morgin hildin kring allan heimin. Í Føroy- um verður hann hild- in á trimum støðum: Í Havn, Klaksvík og í Vági BØNARDAGUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fyrsti fríggjadagurin í mars mánaði hevur í mong ár verið dagurin, tá kvinnur kring allan heimin og úr mongum ymiskum sam- komum og kirkjum koma saman til bøn. Soleiðis hevur eisini ver- ið í Føroyum í mong ár, og nú bønardagurin stendur fyri framman aftur í ár, fara trý kirkju- og samkomuhús at standa opin fyri kvinn- um, ið ynskja at biðja fyri landi og fólki. Hesi trý støðini eru Oas- an í Havn, Kirkjukjallarin í Klaksvík og Missiónshúsið í Vági, hagar øll eru væl- komin til uppbygging og bøn. Eins og gjørt hevur verið undanfarin ár eru tað kvinnur úr ymiskum lond- um, sum skiftast at skriva eitt hefti við tekstum at lesa upp og við evnum at biðja fyri. Í fjør vóru tað kvinnur úr Panama, sum skrivaðu hetta heftið, meðan tað eru kvinnur úr Polen, sum í ár hava staðið fyri hesum bøn- arheftinum. Næsta ár skulu kvinnur úr Suðurafrika gera tema’ið fyri bønar- dagin. Tær polsku kvinnurnar hava í ár valt at kalla bøn- ardagin fyri "Latið ljósið skína", og verður hetta lýst við bíbliulesnaði, sangi, syndajáttan og talu. Og við fastari skrá verður bønar- dagurin tí hildin eins í øll- um hesum 170 ymisku londunum kring heimin. Stuðla prosjektum Hesar bønarkvinnurnar, sum í morgin møtast undir ymiskum umstøðum og á ymiskum støðum, verða ikki bert savnaðar til bøn. Tær savnast eisini til at stuðla ymiskum góðum ætlanum kring heimin. Í fjør var savnað inn fyri einum kvinnuheimi á Madagaskar og til AIDS- arbeiðið í Zambia, og komu tá inn góðar 86.000 kr. bara úr Danmark til hetta heim- ið. Í ár verður høvið at stuðla trimum ymiskum ætlanum: Einum prosjekti við gøtu- børnum í Kenya, einum líknandi heimi í Letlandi, eins og møguleiki verður at stuðla bønarkvinnum í Litavia, Ukreina og afri- kanska landinum Malawi. Til bønardagin í ár hevur ein listarkvinna úr Polen, nevnd Areta Fedak gjørt eina plakat. Við hesi mynd- ini ynskir hon at vísa ljósið sum Guds umsorgan, heil- agleikan og tað tvørkirkju- liga samarbeiðið, eins og ljósið er tekin um hita. Millum sangirnar, ið sungnir verða í morgin verður tí heilt natúrliga sangurin "Gud, ger meg til eitt lítið ljós". Í Havn og í Vági møtast kvinnurnar kl. 19:30, með- an tær møta kl. 20 í Klaks- vík. Kjaktorg steðgar Strendur: Tað skuldi vera so gott, men kjak- torgið hjá Sjóvar komm- unu gjørdist ikki til tað, sum kommunan sjálv ætlaði. Tað vísti seg kortini, at alt ov nógv brúktu henda alt ov góða møguleikan til at skriva og tjakast alt ov nógv um alt ov nógv óneyðug viðurskifti. Tá kommunustýrið gjørdi av at hava eina kjaksíðu á heimasíðuni hjá kommununi, var ætlanin, at borgarin skuldi hava møguleika at føra sakligt og við- komandi kjak á heima- síðuni. Men eftir at síð- an hevur virkað eina tíð, hevur tað víst seg, at innleggini á kjaksíðuni alt ov ofta vóru dul- nevnd og haraftrat í rættiliga stóran mun eis- ini ósaklig. - Tí hava vit gjørt av, at kjaktorgið hjá Sjóvar kommunu verður tikið av, sigur Malena Thom- sen, borgarstjóri á Strondum. sb. Kvinnur úr 170 londum lata ljósið skína Altjóða kvinnubønar- dagurin hevur sítt serstaka búmerki. Her kann ein síggja at allar ættir møtast á sama staði, fólk í bøn, ein einfaldan keltisk- an kross og ein rund- ing, sum bindur menniskju saman í bøn – Fløgan er ein æra fyri meg Afturundirgerð • Eitt fyribrygdi í náttúruni. Tað er eitt rák inni við land í einum sundi, ið rekur móti høvuðsrákinum longur úti í sundinum. • Afturundirgerðin verður so við og við sterkari,og verður til høvuðsrák fram til næstu kyrrindi. Har sum hesi bæði rákini renna saman verður sjógvurin óslættur og íður koma. - Tað er ein æra fyri meg, at júst Aldubáran hevur spælt inn hesa fløguna við mínum verkum, sigur Kári Bæk, nú nýggja fløgan kom út í gjár Teir báðir hava spælt mong verkini saman. Í gjár fingu Jóhanes Andreasen á klaveri og Jógvan Zachariasen á bassoon høvi at framføra eitt verk eftir føroyska tónasmiðin, Kára Bæk