Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 43 - 3. mars 2005 Ikki óvæntað er Lands- bankin komin til ta niðurstøðu, at stígurin í føroyska búskapinum heldur fram. Eingin serligur vøkstur kann væntast, so leingi eingin alivinna er, og fiskivinnan minkar bæði í nøgd og prísi BÚSKAPAR- FRÁGREIÐING Edvard Joensen Hóast Landsbankin ikki málar hin skortgráa á vegg- in, eru greiðar ábendingar í frágreiðing Landsbankans um búskaparmeting fyri 2005 og 2006, at tað verður ikki nakar vøkstur at vænta komandi tvey árini. Tað kemur heldur ikki serliga óvæntað á, at tað er støðan í fiskivinnuni og ali- vinnuni, sum í stóran mun gera, at Landsbankin ikki roknar við nøkrum serlig- um vøkstri í búskapinum í 2005 og 2006. Landsbankin hevur gjørt eina framrokning, sum sig- ur, at mest sannlíka gongd- in er ein lítil vøkstur í BTU (brúttotjóðarúrtøkuni) upp á 0,7 prosent í ár. Verri eru útlitini fyri lønarútgjaldingunum, sum Landsbankin væntar fara at minka við hálvumøðrum prosenti í ár. Næsta ár væntar Lands- bankin ein vøkstur upp á eitt gott prosent í BTÚ,og eitt lítið prosent í vøkstri í lønarútgjaldinum. Grundarlagið, Lands- bankin hevur til sínar fram- rokningar, er tøkt hagtals- tilfar og samrøður við vinnu og stovnar. Hesi tølini, sum nevnd verða, eru meðaltøl, sum roknað eru út. Tvær aðrar útrokningar eru gjørdar. Ein betri og ein verri. Tað er afturvendandi í frágreiðing Landsbankans, at vánaliga støðan hjá ali- vinnuni er rættiliga avger- andi fyri væntaðu gongd- ina. Eisini fiskiskapur og fiskaprísir hava stóra ávirk- an. Landsbankin væntar ikki, at trupulleikarnir hjá fiska- virkjum á landi og rækju- vinnuni fara at minka í framtíðini. Og bankin hel- dur, at eitt nú vinnulívs- studningur bert fer at útseta tørvin á tillaging í hesum vinnum. Men hinvegin ásannar Landsbankin, at framleiðsluvirðið og negativa virðisøkingin í alivinnuni náddi botnin í 2003/2004, og at vinnan nú so smátt er við at flotna uppaftur og fer væntandi í 2005 og 2006 aftur at hava positiva virðisøking og ávirkan á føroyska búskap- in. Landsbankin sigur, at ein búskaparlig framgongd í føroysku vinnuni er treytað av eini tillaging til altjóða marknaðartreytir. Og hes- um eigur tað almenna ikki at leggja forðingar fyri við eitt nú at eggja til útseting av neyðugum tillagingum við til dømis vinnulívs- studningi. Kórstevna verður í Eysturskúlanum leygardagin 9. apríl. Stóri denturin verður í ár lagdur á skráirnar hjá ymsu luttakandi kórunum KÓRSTEVNA Edvard Joensen Kórsamband Føroya skipar 9. apríl fyri kórstevnu fyri føroysku kórunum. Hóast høvuðsdenturin verður lagdur á skráirnar hjá ein- støku kórunum, verður eis- ini møguleiki fyri felags- venjing og felags fram- førslu, sigur Kórsambandið i tíðindaskrivi. Í ár hevur Kórsambandið gjørt av at halda kórstevn- una í ein dag. Tað er grund- að á, at seinnu árini hevur áhugin ikki víst seg at vera so stórur, at tað hevur borið til at skipað fyri kórstevnu eftir gamla leistinum, sum tey taka til í Kórsamband- inum. Tað vil siga stevnu yvir eitt vikuskifti, har vant hevur verið við stórum fel- agskórum og kendum útle- ndskum kórleiðarum. Men kortini fer at bera til, at fá eitt sindur av fel- agsvenjing, um áhugi er fyri tí, sigur Kórsambandið í tíðindaskrivinum. Tað verður so við føroyskum kórleiðarum, sum hava hug at halda seg framat. Kórsambandið heitir á bæði sangarar og leiðarar, sum hava hug at luttaka á stevnuni, um at siga frá hjá skrivaranum í Kórsam- bandi Føroya, Hans Jørgen- sen í Miðvági, í seinasta lagi tann 15. mars. Luttøku- gjaldið er kr, 100,- fyri hvønn luttakara. Tilmeld- ing er á tlf. 332318/218820 ella á teldupostadressuni johansa@post.olivant.fo Eisini fólk, ið dáma at syngja, men ikki eru við í nøkrum kóri, hava møgu- leika fyri at sleppa við á stevnuna. Tey kunnu siga frá og sleppa so at luttaka í felagsvenjingunum, sum verða. Kórstevnan 2005 byrjar við tilmelding og morgun- mati á Eysturskúlanum leygarmorgunin 9. apríl klokkan 09.00. Síðan verð- ur felagsvenjing til midd- ags, tá ein matsteðgur verð- ur. Hildið verður so fram við felagsvenjing og aðal- roynd seinnapartin. Klokkan 17.00 verður almenn konsert, har hvørt kórið, alt eftir, hvussu stór luttøkan er, sær einar seks til tólv minuttir í part. Eftir konsertina verður hugnalig samkoma fyri lut- takarunum. Fyri ein sámu- ligan eykakostnað, sigur Kórsambandið. Har verður sjálvtøkuborð og samsang- ur. Og sjálvandi verður eis- ini farið upp á gólv aftaná. Bæði á føroyskum og útl- endskum, sum tað stendur í tíðindaskrivinum. Árinini fara at merkjast Kórstevna í apríl Alivinnan hevur nátt botnin, sigur Landsbankin. Komandi tvey árini fer vinnan at hava positiva viðrisøking og ávirkan á føroyska búskapin Skipað verður fyri kórstevnu á Eysturskúlanum í Havn leygardagin 9. apríl Savnsmynd