Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2005 7 Ein rúgva av smáum ferðsluóhappum vóru kring landið, tá ið kavin legðist fyrr í vikuni. Fólk koyra ikki eftir umstøðun- um, heldur vakthav- andi á løgreglustøðini í Havn FERÐSLUÓHAPP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ein ørgrynna av ferðslu- óhappum hava verið kring landið, nú kavin legðist, og tað varð sera hált. Tað byrjaði í Klaksvík mánamorgunin, har kavin kom eitt sindur fyrri enn aðrastaðni, og tvey smærri ferðsluóhapp vóru fyrra- partin mánadagin. Seinnapartin kom kavin eisini til høvuðsstaðarøkið, og tað sást eisini aftur. Seinnapartin vóru fleiri smærri ferðsluóhapp í Havn. Í eina førinum fekk ein bilførari snudd í ryggin og nakkan, men kundi fara sjálvur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Á Strondum var eitt minni óhapp. Fleiri bilar í óhappi Í Kaldbaksbotni fóru ein bilur út av vegnum. Tá ið løgreglan kom til hetta óhappið um fimm- tíðina mánadagin, sóu teir ein annan bil fara út av vegnum afturat. Bilførarin kom úr bilin- um og fekk steðga einum øðrum bili, har hann kundi kroka í tí ringa veðrinum. Óhappið vildi tað bara soleiðis, at hesin bilurin, sum varð steðgaður av tí óhepna bilføraranum, varð árendur av einum øðrum bili. – Óhappini koma oftast, tá ið kavin legst, og bilfør- arar ikki koyra eftir um- støðunum, sgiur vakt- havandi á løgreglustøðini í Havn. Óhapp í tunli Um hálvgum fimm tíðina týsdagin rendi ein bilur inn í veggin í Kollfjarðaberg- holinum, og eina lítla løtu seinni rendi ein annar bilur á hendan bilin. Tað gekk ein lítil løta, og so var ein triði bilur komin upp í óhappið. Hetta fekk løgregluna at biða Útvarpið heita á bil- førarar um ikki at koyra inn í bergholið. Hendan frá- boðan var tikin aftur um 5- tíðina, tá ið løgreglan var komin á staðið og hevði fingið tamarhald á støðuni. Týsdagin vóru eisini Týsdagin vóru eisini fleiri ferðsluóhapp í hálkuni. Týsmorgunin boðaði ein bileigari í Havn løgregluni frá, at hansara bilur var árendur, men at eingin hevði boðað honum frá óhappinum. Á brúnni um Sandá rendu tveir bilar saman, men eingin fólkaskaði var av tí. Ein bilur fór út av vegnum við Landsverk í Kollafirði, og á Norðskála vóru tvey óhapp, har bilar fór út av í hálkuni. Um midnáttarleitið týs- kvøldið var eitt óhapp aft- urat í høvuðsstaðnum, og í Syðrugøtu koyrdi ein bil- førari út av vegnum miku- náttina. Hesin koyrdi við kenning, heldur løgreglan. Mikumorgunin var eitt minni óhapp á Tvøroyri. Ferðslukaos í hálkuni Høgni Lisberg ger fløgu lidna í Belgia Høgni Lisberg hevur tikið tónleikin til nýggja fløgu upp í Danmark, hann ljóðblandar nú tónleikin í Belgia og vónar, at fløgan kann verða givin út uttanfyri landoddarnar TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Føroyski tónleikarin Høgni Lisberg, sum var trummuspælari, men sum tók stigið inn á tónleika- pallin sum sangari, sang- skrivari og gittarspælari, er nú í holt við sína aðru fløgu. Fyrsta fløgan hjá hon- um, »Most Beautiful Things«, kom út beint fyri jól í 2003, og hon hevur verið væl móttikin. Høgni Lisberg hevur roynt at ført seg fram uttanlands, og fløgan hevur fingið góð ummæli ymsastaðni. Høgni hevur eisini havt konsertir uttanlands – eitt nú í Sveis – og tað hevur rættiliga givið blóð á tonna. Sveisisk hjálp Tónleikarin úr Leirvík er nú farin í holt við sína næstu fløgu, og hesaferð verður ikki tikið upp á nøkrum kamari ella í nøkr- um bygdarhúsi í Føroyum. Upptøkurnar eru gjørd- ar í Lundgaard Studios í Danmark, sum er eitt kent studio, og nú verður tón- leikurin ljóðblandaður í Belgia. Ætlanin er, at tónleikur- in skal verða liðugur og klárur at geva út mið- skeiðis í hesum mánaðin- um, og fløgan skal so koma út í vár. Høgni Lisberg arbeiðir miðvíst fyri,at fløgan kann verða givin út uttan- fyri føroysku landoddar- nar, og arbeitt verður mill- um annað saman við fólki úr Sveis, sum Høgni hevur samband við. Høgni Lisberg hevur roynt at ført seg fram uttanlands, og higartil hevur tað givið møguleikan at spæla á konsertum, og hann hevur eisini fingið ummæli av sínari fyrstu fløgu Vognur koppaði í vindinum Veðrið var av tí ring- asta í Norðragøtu týs- kvøldið, og ein við- festisvognur koppaði í nógva vindinum ILLVEÐUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin Tað var nógvur vindur og ein keðilig ætt í Norðragøtu týskvøldið. Kavastormurin hótti ferðsluna, og tað var friðarligt við bilum hetta kvøldið. Fólk vágaðu sær ikki út í tí ringa illveðrin- um. Á keiini innanfyri Fiska- virkið fór vindurin við ein- um stórum viðfestisvogni, og hesin koppaði, hóast hann vigar nógv tons. Sambært veðurmonn- unum hevur ringasta kava- veðrið verið í vikuni. Hós- dagin verður lýggjari veður aftur, og teir rokna við, at tað eisini fer at regna. Hesin viðfestisvognurin koppaði í nógva vindinum í Gøtu týskvøldið