hósdagur 3. mars 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 43 - 3. mars 2005
– Upplýsingarnir um
sjúklingin verða ikki
misnýttir í THS-
skipanini. Tað verður
sjúklingurin sjálvur,
sum ger av, um
journalin skal verða
atkomilig aðrastaðni
enn eitt nú hjá sínum
egna kommunu-
lækna, sigur Thomas
Dam, projektleiðari
THS-SKIPANIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í sambandi við talgildu
heilsuskipanina
(THS),
sum setast skal í verk í
føroyska heilsuverkinum,
hava vit skift orð við Tho-
mas Dam. Hann er projekt-
leiðari í bólkinum, sum
vegna Almanna- og Heilsu-
málaráðið arbeiðir við at
fremja hesa skipan í verki. Í
projektbólkinum eru um-
boð fyri kommunur, sjúkra-
húsverk, kommunulæknar
og Almanna- og Heilsu-
málaráðið.
Digital journal
Thomas Dam sigur, at
sjúklingurin í nýggju skip-
anini skal uppliva, at hann
hevur við eitt heilsuverk at
gera sum hongur saman.
– Hetta raðfesta vit høgt í
okkara arbeiði við THS-
skipanini, sigur hann.
Projektleiðarin
leggur
dent á, at sjúklingurin skal
merkja, at heilsuverkið
hongur saman – bæði inn-
anhýsis á sjúkrahúsinum,
millum sjúkrahúsini og eis-
ini millum kommunulækn-
ar og sjúkrahúsini.
– Í praksis merkir hetta,
at sjúklingurin – í staðin
fyri at hava fleiri pappír-
journalir á ymiskum støð-
um – í nýggju skipanini
kemur at hava eina digitala
journal. Digitala journalin
verður altíð tøk, har tørvur
er á henni, tí alt heilsuverk-
ið kemur at brúka somu
skipan.
Thomas Dam sigur, at tá
ið THS-skipanin endaliga
er sett í verk, verður tað
søga, at neyðugt verður at
leita eftir journalum. Í stað-
in verða neyðugu upplýs-
ingarnir í journalini altíð
tøkir og dagførdir.
– Skipanin hevur eisini
við sær betraðar møguleik-
ar fyri samskifti millum
ymisku partarnar í heilsu-
verkinum.
Dagførd upplýsing
Hann vísir á, at sonevnda
booking-modulið fer at
gera tað møguligt – umveg-
is skipanina – at bíleggja
tíðir til eitt nú ambulanta
viðger og ymiskar kanning-
ar. Somuleiðis fer ein
kommunulækni at kunna
bíleggja blóðroyndir – og
fáa svar uppá hesar umveg-
is skipanina.
– At dagførdir upplýsing-
ar altíð eru tøkir, tá ið sjúkl-
ingurin skal í viðgerð, hev-
ur stóran týdning og verður
við til at tryggja eina trygga
og dygdargóða viðgerð. At
læknin hevur lætta atgond
til journalina, sum bæði
sjúkrahúsið
sjálvt
og
kommunulæknin hjá sjúkl-
inginum hevur skrivað í,
tryggjar, at læknin hevur
best møguligt yvirlit yvir
støðuna,
sigur Thomas
Dam.
Hann nevnir síðan so-
nevnda Medisin-modulið,
sum eitt nú merkir, at lækn-
in hevur tøkar upplýsingar
um vanligar viðgerarhættir,
hvussu ymiskur heilivágur
virkar, og hvønn heilivág
sjúklingurin ikki má fáa –
ella ikki má fáa samstundis.
– Hevur kommunulæknin
givið sjúklinginum heili-
vág, sum ikki sampakkar
við onnur ávís sløg av heili-
vági, boðar skipanin frá
hesum. Skipani boðar eisini
frá, um sjúklingurin ikki
tolir onkra ávísa viðgerð –
um hetta er skrásett, sjálv-
andi, sigur Thomas Dam.
Tryggleikin
Projektleiðarin leggur dent
á, at sjúklingurin tó kann
kenna seg tryggan við, at
upplýsingarnir ikki verða
misnýttir í skipanini, tí tað
er sjúklingurin, sum ger av,
um journalin skal verða at-
komilig aðrastaðni í skip-
anini, eitt nú hjá øðrum enn
sínum egna kommunu-
lækna.
Hann vísir á, at tað eisini
verður møguligt at læsa fyri
serliga eymum upplýsing-
um. Eitt nú kann sjúkl-
ingurin sjálvur avgera, um
læsast skal fyri upplýsing-
um um møguliga sálarsjúku
ella misnýtslu av einum og
hvørjum slagi.
– Meginreglan verður, at
ein brúkari av skipanini
bert sær teir upplýsingar,
sum viðkomandi hevur
brúk fyri til tess at kunna
gera sítt arbeiði til lítar, sig-
ur Thomas Dam, projekt-
leiðari at enda.
Ein sáttmáli millum
WM-data og Sam-
Teld øðrumegin og
Almanna-og Heilsu-
málaráðið hinumegin
verður grundarlagið
undir THS-skipanini,
sum digitaliseraða
skipanin hjá føroyska
heilsuverkinum
verður rópt
HEILSUVERKIÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Almanna- og heilsumála-
ráðið arbeiðir sum kunnugt
við at seta í verk eina felags
talgilda – ella digitaliseraða
– heilsuskipan fyri før-
oyska heilsuverkið.
Henda skipan skal vera
við til at tryggja høga
heilsufakliga góðsku, skyn-
sama nýtslu av tilfeingi, og
at gongdin hjá sjúklingun-
um í heilsuverkinum hong-
ur saman.
Tað er ein projektbólkur
við umboðum fyri komm-
unurnar, sjúkrahúsverkið,
kommunulæknarnar og Al-
manna- og heilsumálaráð-
ið, sum hevur staðið fyri út-
boðsumfari at finna rætta
veitaran av eini THS-skip-
an, sum talgilda skipanin
verður rópt.
Sáttmáli
Úrslitið av útboðsumfarin-
um var ein sáttmáli millum
WM-data og Sam-Teld
øðrumegin og Almanna-og
heilsumálaráðið hinumeg-
in.
Sambært
sáttmálanum
skulu WM-data og Sam-
Teld í felag gera eina THS-
skipan fyri alt heilsuverkið.
Skipanin fevnir um so-
nevnd notat-modul, heili-
vág-modul, bíleggingar-og
svar-modul, modul at skrá-
seta tíð til sjúklingin og eitt
modul til umsiting av sjúkl-
ingum.
Talgilda skipanin:
Sjúklingurin verður tryggjaður í skipanini
Felags talgild skipan í heilsuverkinum
THS-skipanin skal tryggja høga heilsufakliga góðsku, skynsama nýtslu av tilfeingi, og at gongdin hjá sjúklingunum í
heilsuverkinum hongur saman. Projektleiðari er Thomas Dam
Mynd Jens Kr. Vang
– Meginreglan í
THS-skipanini
verður, at ein
brúkari av
skipanini bert
sær teir upp-
lýsingar, sum
viðkomandi
hevur brúk fyri
til tess at kunna
gera sítt arbeiði
til lítar, sigur
Thomas Dam,
projektleiðari
Mynd Jens Kr. Vang