hósdagur 3. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 3. mars 2005
9
Móttøka
á Fonn Flog
Í sambandi við at Fonn
Flog hevur keypt ferða-
skrivstovuna
Novena
Tours í Saltangará, verð-
ur almenn móttøka í høl-
unum á Heiðavegi leyg-
ardagin 5. mars frá
12:00-15:00.
Høvi verður hjá teim-
um vitjandi at vinna eitt
gávubræv frá Atlantic
Airways og Fonn Flog
við vikuskiftisferð fyri
tvey til Keypmanna-
havnar.
Fonn Flog keypti No-
vena Tours fyrst í febr-
uar mánað í ár, og síðani
hevur ferðaskrivstovan
verið stongd vegna um-
vælingar. Í sambandi við
móttøkuna
komandi
leygardag fáa tey vitj-
andi høvi at síggja ný-
umvældu deildina og
hitta starvsfólkini.
Hesi 12 árini Fonn
Flog hevur virkað sum
ferðaskrivstova,
er
kundaskarin kring alt
landi støðugt vaksin. Tá
møguleikin
beyðst
herfyri at keypa Novena
Tours í Saltangará, sóðu
tey á Fonn Flog hetta
tískil sum eitt sera gott
høvi at koma nærri
kundunum á Eystur-
oynni og á meginøkin-
um.
Nýggja deildin hjá
Fonn Flog í Saltangará
letur upp mánadagin 7.
mars.
-ave-
Kortgjaldið
verður strikað
Báðir teir stóru peninga-
stovnarnir boðaðu týs-
dagin frá, at teir nú
strika umstrídda kortav-
gjaldið
Ístaðin fyri kortgjald-
ið kemur eitt haldara-
gjald, sum handlarnir
skulu rinda. Sparikassin
sigur í tíðindaskrivi, at
hetta verður soleiðis,
handlar við færri enn
5.000 flytingum gjalda
500
krónur
árliga.
Handlar
við
millum
5.000 og 20.000 FR-
kort-flytingum
gjalda
2.700 krónur fyri tæn-
astuna, meðan haldið
fyri handlar við meira
enn 20.000 árligum flyt-
ingum er 10.000 krónur.
Føroya Banki hevur
enn ikki ásett sítt gjald,
men har verður sagt, at
gjaldið helst verður í
samsvari við tað, sum
semjan í danska banka-
heiminum tykist blíva.
Og tað eru somu gjøld,
sum Sparikassin hevur
ásett.
-jm
Hægstirættur í USA
steðgar nú deyða-
revsing móti ung-
dómum
DEYÐAREVSING
Tíðindaskriv frá Amnesty
International
Við einum teprum meiri-
luta, 5 atkvøður móti 4, av-
gjørdi Hægstirættur í USA
týsdagin 1. mars at seta
forboð móti deyðarevsing
fyri ungdómsbrotsmenn.
Hetta er ein stórur sigur í
stríðnum móti deyðarevs-
ing
Hesar avrættingarnar eru
brot á altjóða rætt. Har-
afturat er breið semja um
millum flestu av heimsins
londum, at deyðarevsing
fyri brotsgerðir framdar av
børnum stríðir ímóti trúnni
á møguleikarnar hjá ung-
dómum at mennast og
broytast. Lívið hjá einum
barni má ikki fara til spillis,
uttan mun til hvat hann ella
hon hevur gjørt. Alt má
vera gjørt fyri at fáa tey
aftur á beint og slúsaði inn í
samfelagið aftur. Deyða-
revsingin er størsta and-
søgnin móti hesi fatan.
Hóast flestu lond, sum
enn hava deyðarevsing, ikki
longur avrætta børn, sum
fremja brotsverk, eru børn
enn ikki heilt vard móti
hesari avoldaðu praksis.
Síðani 1990 hevur Amnesty
International skjalprógva í
39 avrættingar av børnum,
av hesum vóru 19 í USA.
Síðani 2000 hava 19 av-
rættingar verið, USA átti 9
av hesum. USA er einasta
landið í heiminum sum al-
ment hevur viðgingið, at
tað hevur avrættað ung-
dómsbrotsmenn.
Í løtuni sita gott 70 ung-
dómar fongslaðir í USA,
sum eru dømdir til deyðis
fyri brotsverk framd áðrenn
tey fyltu 18 ár. Avgerðin hjá
Hægstarætti merkir, at av-
rættingarnar
ikki
vera
framdar, í staðin verða
dómarnir broyttir til fong-
sulsrevsingar.
Amnesty arbeiðir við
einum 2 ára átaki við tí
endamáli at fáa avtikið
deyðarevsing móti ung-
dómsbrotsmonnum
um
allan heim í seinasta lagi
við ársenda 2006. Vónin er,
at tey fáu lond, sum enn
avrætta
ungdómsbrots-
menn, fylgja avgerðini hjá
USA og at málið hjá Am-
nesty á henda hátt verður
rokkið sum skjótast.
Vit eru altíð fús at svara
spurningum ella greiða
nærri frá onkrum máli.
Ring ella skriva til skriv-
stovuna. Ring heim til ein
av nevndarlimunum ella
legg eini boð á telefon-
svararan, so seta vit okkum
í samband við tykkum.
Fólkatingsarbeiði
snýr seg um at hava
tilknýti til fólk, ið
hava ávirkan, sigur
nývaldi fólkatings-
limurin. Hóast at
Anfinn hevur valt at
standa uttanfyri
Norðuratlantsbólkin,
kennir hann seg ikki
einsamallan
CHRISTIANSBORG
Marjun Dalsgaard
Mynd: Jerry Bergman
Arbeiðið á Chrisitansborg
gongur ikki fyri seg í fólka-
tingssalinum,
men
alla
aðrastaðni. Í krókunum,
langt vekk frá fjølmiðlum
og politiskum mótstøðu-
fólki, ella saman við teim-
um, verða nógvar lagnur
avgjørdar, alliansur smíðj-
aðar, og ætlanir lagdar.
Skalt tú koma nakran veg,
skal tú kenna fólk — helst
tey, ið eru har, sum av-
gerðirnar verða tiknar og
tey, ið hava nakað at siga, tá
avgerðir verða tiknar.
- Hevur tú ikki samband
við tey, sum hava ávirkan
og vita hvat gongur fyri
seg, er hetta ein rein oyði-
markargongd, sigur Anfinn
Kallsberg um at vera á
Christiansborg og leggur
aftrat:
– Eg kenni nógv fólk her
– fólk, sum hava nakað at
siga, har avgerðirnar verða
tiknar. Við mínum tilknýti
til tey, ið hava ávirkan her,
kann eg arbeiða fyri før-
oyskum áhugamálum við at
vita akkurát hvat fer fram
og við at samstarva við tey,
ið hava ávirkan, sigur hann.
At hava ein góðan dialog
við danir, er somueliðis ein
týdningarmikil liður í hes-
um.
– Eg fari ikki at tosa um
rein føroysk viðurskifti í
fólkatingssalinum, og eg
fari ikki at leggja meg út í
rein donsk viðurskifti, eg
ynski ikki at skapa øsing
millum danir og føroyingar.
Anfinn Kallsberg hevur
sum kunnugt valt at standa
uttan fyri Norðuratlants-
bólkin. Samstarvið við Ein-
heitslistan hjá Norðurat-
lantsbólkinum dregur hann
ikki — ikki minst tí teir
liggja ov langt til vinstru
eftir hansara tykki. Kann-
ingararbeiði er heldur ikki
tað, hann hevur hug til at
gera.
– Kanningar kunnu ger-
ast aðrastaðni — tað er ikki
fólkatingsarbeiði,
sigur
Anfinn Kallsberg.
Týdningarmikið
at luttaka
Tað kann verða eitt sindur
ilt at greiða frá týdningum
av at hava føroyingar á dan-
atingi, um teir ikki skulu
leggja seg út í donsk við-
urskifti og ikki tosa um
føroysk viðurskifti í fólka-
tinginum, men tað er júst
hetta, at vera allastaðni har
avgerðir verða tiknar, sum á
nakran hátt ávirka Føroyar,
sigur Anfinn Kallsberg.
Hann er ikki í nøkrum ting-
bólki, men hevur samstarv
við Konservativa Fólka-
flokkin millum annað við-
víkjandi øllum tekniskum
viðurskiftum, men eisini
politiskt.
– Eg havi gjørt eina av-
talu
við
Konservativa
Fólkaflokkin, um at eg við
einum
skotsbrái
uppá
tríggjar dagar kann fara í
eina nevnd. Á tann hátt
kann eg arbeiða í teimum
nevndum, sum eru av týdn-
ingi fyri føroysk áhugamál
uttan at leggja meg uppí
donsk viðurskifti, sigur
hann, og leggur aftrat, at
hann ikki er avskorðin frá
at broyta meining, um hann
kortini ynskir at gerast
fastur limur í eini nevnd.
Høgni Hoydal sigur, at
hann eins og Anfinn Kalls-
berg hevur eina standandi
avtalu um at møta í nevnd í
fall, at hon viðger eitthvørt
evni, sum viðvíkur Føroy-
um. Harumframt hevur
Norðuratlantsbólkurin fast-
ar sessir í trimum nevnd-
um. Kuupik Kleist úr grøn-
lendska vinstrahalla loys-
ingarflokkinum,
Inuit
Ataqatiqiit, er limur í
Umhvørvisnevndini, Lars-
Emil Johansen úr grøn-
lendska Javnaðarflokkin-
um, Siumut, er limur í Utt-
anríkisnevndini, og Høgni
Hoydal er limur í Politisku-
búskaparligu nevndini, har
føroysk viðurskifti vanliga
verða viðgjørd.
Ein sigur hjá Amnesty
Tað ræður um at
kenna tey røttu
Anfinn Kallsberg
og formaðurin fyri
stjórnarflokkin
Konservativa
Fólkaflokkin Bendt
Bendtsen