hósdagur 3. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 43 - 3. mars 2005
Ílegugranskingin mennir granskingarumhvørvið og fjøltáttar
vinnulívið. Soleiðis verður lógin um ílegugransking lýst av
teimum avvarandi. Herum er eingin ivi! Talan verður um
trýggar skráir á teldustøði nevniliga vevnaðarskráin, diag-
nosuskráin og ættarbandskráin. Henda granskingarætlan verður
lýst sum ein vinnulig ætlan. Av tí, at útlendskar heilivágs-
fyritøkur hava stóran áhuga í okkara ílegutilfari, eru nógvir
pengar í øllum hesum. Undir framløguni í Almanna- og
heilsumálaráðnum var nógv gjørt burturúr vinnumøguleikum
og trygdini. Tað er gott. Tilfarið verður gjørt navnleyst, soleiðis
at eingin skal kunna misnýta hetta ílegutilfar. Tað er sjálvsagt.
Ílegugransking reisir nógvar etiskar spurningar, sum ikki tykjast
at hava tann stóra áhugan hjá almenninginum. Fokuserað verður
á gransking, trygd og búskaparligan vinning. Búskaparligur vinn-
ingur liggur frammaliga í huganum á politikkarum og embætis-
monum. Tað er, sum um alt glíður betri niður, um eitt torført mál
hevur eina positiva búskaparliga síðu. Men hvat við teimum et-
isku síðunum og hvat við rættindum til ta kunning, sum goymir
seg í føroyska genetiska arvinum? Eftir nøkur ár við ílegugransk-
ing verður savnað saman ein stór mongd av kunning um før-
oyskar ættir, núlivandi og komandi føroyingar. Her kann vera
talan um heilsuupplýsingar av áhuga fyri arbeiðsgevarar og
tryggingarfeløg. Her kann verða talan um stórar lívfrøðiligar
freistingar og etiskar avbjóðingar.
Hvussu fara fólk at reagera, tá øll vitan t.d. um fostrið í móðurlívið
er tøk? Hvussu fara vit at reagera, tá vit við vissu kunnu fáa at vita,
hvussu leingi vit fara at liva? Hvat skulu allar upplýsingarnar brúk-
ast til? Hvør skal sleppa at brúka tær og hvør skal hava vinningin?
Hvør eigur ílegurnar? Tann einstaki føroyingurin? Hvør skal taka
avgerðir fyri børnini? Hvat við kanning av børnum - hvør skal taka
avgerðirnar? Hvussu við tí tilfari, sum longu nú í áravís er farið av
landinum við blóðroyndum av nýføðingum? Hvør hevur
"copyrættin"? Hvussu eru vit fyri at taka avgerðir, tá vit skulu geva
vísindafólki og multinationalum fyritøkum loyvi at granska í okkara
ílegum? Hvør skal ráðgeva? Hvussu skal tann kunning um føroyska
genetiska arvin, sum verður savnað í Ílegusavninum gevast? Hvussu
tryggja vit okkum, at tann vitan um sjúkur og sjúkuupprunar, sum
er goymd í okkara genetiska arvi, verður nýtt á ein ábyrgdarfullan
og etiskt forsvarligan hátt? Tær multinationalu heilivágsfyritøkurnar
eru ikki júst kendar fyri teirra høga moralska støði ella fyri at vísa
vælvild mótvegis eitt nú menningarlondunum, har fólk ikki hava
ráð at keypa heilivág, sum hjá okkum er gerandiskostur. Hvør skal
hava vinningin? Hvør skal fáa virðisøkingina? Heilsuliga vinningin
fær í princippinum øll mannaættin, men er tað so einfalt, tá vit
hugsa um, hvussu tær multinationalu bera seg at?
Vit ganga út frá tí etiska støði, sum er galdandi í dag. Men hvussu
er myndin um tíggju, tjúgu ella um fimti ár? Fara myndugleikar at
standa móti trýstinum frá einum ídnaði, sum vil sleppa at nýta
kunningina frá okkara genetiska arvi á ein heilt annan hátt enn í
dag? Nærkast vit ikki eini støðu, har menniskjan fer at spæla Gud?
Alt er nú møguligt. Hussu leingi megnar vísindaliga umhvørvið at
standa ímóti einum vaksandi trýsti frá vinnulívinum? Sjálvandi
skulu vit hava ílegugransking í Føroyum. Sjálvandi skulu vit vinna
pening úr hesi gransking. Sjálvandi skulu vit sum av landafrøðilig-
um og søguligum orsøkum eru sermerkt og áhugaverd í hesum
granskingarhøpi bjóða okkum fram til gagns fyri alla mannaættina.
Men tað hevði sømt seg við einum breiðum samfelagsorðaskifti
um allar teir etisku spurningar, sum loga upp við hetta stóra mál.
Hetta orðaskifti hava vit ikki havt, og tað er eitt álvarsamt brek við
hesum kanska tí størsta máli, sum nakrantíð hevur verið á fyri á
okkara meira enn túsundár gamla løgtingi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvør eigur ílegurnar?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Áki Andreasen
Eg má hava rakt við ringu
samvitskuna hjá sambands-
monnunum, Johan Dahl og
Helga Abrahamsen. Um
framt at oddagreinin í
Dimmalætting 21. februar
avdúkaði skitnu vápnini hjá
Sambandsflokkinum.
Ein afturvendandi trupul-
leiki hjá sambandsfólki, og
hjá Sambandsflokkinum er,
at veruleikin gerst eitt haft
og ein marra. Tað gerst ein
bági hjá sambandsstuðlum
tá tað ferð eftir ferð vísir
seg at føroyskar loysnir eru
við til at menna samfelagið
og at leggja lunnar t.d eitt
føroyskt flogfelag.
Politiskt snildi
Lønti floksskrivarin hjá
Sambandsflokkinum vísir
á, at Sambandsflokkurin og
málgagn Sambandsfloksins
ikki havi verið móti før-
oyska flogfelagnum. Hann
vísir á at Sambandsflokkur-
in tvær ferðir hevur játtað
flogfelagnum
pening.
Gaman í - atkvøddi Sam-
bandsflokkurin fyri, men
tað var bert fyri ikki at
standa einsamallur, tí tað
vildi verið ov avdúkandi.
Sambandsflokkurin bleiv
kroystur at atkvøða fyri -
hann atkvøddi ikki fyri av
vælvild, men reinum polit-
iskum snildi.
Í staðin fór flokkurin í
eina miðvísa herferð móti
flogfelagnum.
Málgagn
Sambandsfloksins og við
greinum sum t.d: "føroysk
rullupylsa bjargar ongum
flogfelag" og øðrum við,
hevur herferðin verið førd
fram.
Tann bøtandi hondin
og tann spillandi
tungan...
Tað er beinleiðis marghátt-
ligt tá tingmaður sam-
bandsfloksins nevnir orða-
felli um ta bøtandi hondina
og ta spillandi tunguna. Tá
hann so nevnir tað í sam-
band við eitt aftursvar til
undirritaða viðv. Atlantic
Airways - so tykir mær at
tað má standa illa til tá
veruleikin gerst eitt haft. Tí
veruleikin er tann at, Johan
Dahl hevur eitt ella annað
endamál við at finnast at og
seta føroyska flogfelagið í
eitt ringt ljós, ikki tí - hann
er í tí rætta flokkinum; men
júst hvat endamálið er dugi
eg ikki at síggja. Føroyska
flogfelagið hevur givnar
treytir at virka eftir. Leiðsl-
an í felagum hevur ikki við
einum einasta orðið grett
um at vera ímóti einskiljing
ella kapping á flogferðslu-
økinum.
Tí tá talan er um flog-
ferðslu á føroyskum veingj-
um hevur sambandsflokk-
urin og Johan Dahl ikki
verið partur av tí bøtandi
hondini, heldur hinvegin.
Sum toppurin á politisku
kransakakuni hjá Sam-
bandsflokkinum,
hevði
fyrrverandi løgmaður hjá
flokkinum, føroyska flog-
felagið á sølulista, sum
partur av einari kreppu-
loysn - nei Sambandsflokk-
urin hevur ongantíð verið
ímóti Atlantic Airways -
góðan morgun Helgi Abra-
hamsen!
Almennu Føroyar og
vinnulívið
Guð viti nær tað gongur
upp fyri monnum sum Joh-
an Dahl, at hann situr í
samgongu og hevur allar
møguleikar fyri at ávirka,
so at hann fær tær loysnir
hann heldur vera tær skila-
bestu.
Johan Dahl, Helgi Abra-
hamsen og allur Sambands-
flokkurin veit væl at undan-
gonguflokkurin tá talan er
um greiðan skilnað millum
alment og privat hevur ver-
ið og er framvegis Tjóð-
veldisflokkurin.
Kreppuloysnirnar skulu
ikki framhaldandi mynda
føroyska vinnulívið.
Havi ikki møtt nøkrum
sum metir at danskar
kreppuloysnir eru er var-
andi loysn.
Tað er ikki tað sum var
kjarnan í mínari viðmerk-
ing til grein hjá Johan Dahl.
Eg meti ikki tað tænir
Johan Dahl og Sambands-
flokkinum til nakran sóma,
framhaldandi at finnast at
og niðurgerað føroyska
flogfelagið, men tað stend-
ur teimum frítt at gera tað -
so halda teir eisini "sam-
bandsstásið" viðlíka.
Avgerandi er, at ein ein-
skiljing verður gjørd við
gjøgnumskygni og ikki
verður stýrd av vina - og
kenningapolitikki.
Gevist at renna undan
veruleikanum!
Eg veit satt at siga ikki hvat
meiningin er við skrivingar-
lagnum hjá Johan Dahl og
sambandsstuðlunum. Fyrst
ein grein, á tremur við at-
finningum mótvegis At-
lantic Airways, síðan ein
onnur grein sum ber í bøtu-
flaka - sum endar við nøkr-
um spurnginum, har Johan
Dahl væl kennir svarið.
Floksskrivarin Helgi Abra-
hamsen kemur síðan við
grein sum upp í saman berj-
ist við veruleikan og endur-
tekur upp í saman: "Sam-
bandsflokkurin var ikki
móti Atlantic Airways".
Síðan ein oddagrein í
Dimmalætting sum er á so
lágum støði, at torført er at
taka greinskrivaran fyri
fult. Alt bert fyri at renna
undan veruleikanum - tí
veruleika at Johan Dahl
nýtir hvørt høvi hann fær at
leggja eftir Atlantic Air-
ways, á sama hátt sum mál-
gagn sambandsfloksins og
Sambandsflokkurin hevur
gjørt síðan føroyska flog-
felagið sá dagsins ljós.
So eg vil endaliga heita á
tykkum: gevist við at renna
undan veruleikanum, tí tá
veruleikin gerst eitt haft um
beinini á tykkum, er ilt at
grundgeva og halda seg til
kjarnina í málinum.
Illa stendur til, tá veruleikin gerst eitt haft