Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2005 11 VIÐMERKINGAR Heðin Thomsen Hvør kann orsøkin vera? Hvør hevur ábyrgdina? Uppgerðir yvir innflutning- in av tubbaksvørum til Før- oya vísa, at føroyingar roykja meira nú enn fyri 10 árum síðan, og tubbaks- nýtslan hækkar støðugt. Hetta er serliga hugstoytt við tað, at roknast kann við at sjúka og deyðatilburðir av roykingini framvegis er hækkandi. Vanliga verður talið av roykjarum brúkt sum ein "parametur" fyri hvussu illani fólk roykja. Men hetta talið er ikki egnað, tí ymiskt er hvussu nógv roykjarar roykja; frá 1 upp til 60 sigarettir um dagin. Og metingin kann als ikki gerast út frá hvussu nógvir 9. floks næmingar roykja. Tað ber til í ein ávísan mun at ávirka talið av roykjarum gjøgnum upp- lýsingarherferðir, soleiðis er talið av roykjarum í Før- oyum fallið frá 37% í 2002 til 29% í 2004. Men somu uppgerðir vísa, at tað eru smároykjarar, sum gevast samstundis, sum stórroykj- ararnir gerast lutfalsliga fleiri, og stórroykjarin roykir fleiri sigarettir um dagin. Hetta er orsøkin til, at innflutningurin av tub- bakki veksur, hóast talið av roykjarum minkar. Tað eru allarmest smároykjarar, sum frammanundan hoyra til lág-risiko bólkin, ið megna at gevast. Innflutningur (eindir pr. íbúgva eldri enn 15 ár): Tal av roykjarum: Men hvør kann orsøkin vera til, at roykingin økist ? Fólk vita væl, at tað er vandamikið, so tað er ikki væntandi upplýsing. ? Or- søkin er tann, at nikotin er eitt evnið, sum gevur ein bundinskap (á donskum af- hængighed, á enskum addiction), sum er á hædd við heroin og kokain; roykj- arin roykir móti betri vitan, og fleirtalið roynir at leggja av, uttan at tað eydnast. Tað hendir ein broyting í heilanum hjá tí, sum er bundin soleiðis, at tað ikki longur er ein spurningur um frían vilja. Hetta kann kon- staterast við kanningum av anatomiini í heilanum á roykjarum (eins og á øðrum misnýtarum). Broytingar í talinum av ávísum receptor- um" og transmittaraevnum. So nikotin-bundinskapur er grundaður á biologiskar broytingar eins væl og á psykologiskar mekanismur. Men høvðusorsøkin til at roykingin er so útbreidd og økjandi er tann, at vit selja hetta sera vandamikla evnið í fríari sølu, sjálvt til børn. So leingi tað er lógliga til sølu, verða tað sjálvandi hópur av fólki, sum keypa tað og brúka tað. Hvør er rætti hátturin at fyribyrgja roykingini? Her mugu vit fyrst gera okkum greitt, hvørjum vit eru upp ímóti": nevniliga eitt evnið, sum gevur ein bundinskap sum heroin og kokain og, sum drepur ein- ar 80 føroyingar um árið. Hendan vøran eigur tí at takast í samað álvarar og res- pekt, sum tey hørðu evnini. Tað er veruleikafjart at halda, at enn meira upplýs- ing kann muna, og út av lagi veruleikafjart er tað at halda, at tað ber til við ein- ari frisk fyr" attitudu at heppa roykjaran til at leggja av ella at renna nikotin- hungurin av sær. Tað nyttar eisini lítið við ræðukamp- agnum (grefligar ávaringar- tekstir og myndir á sigarett- pakkarnar gera tó ein ávís- an, men lítlan mun). Og tey, sum halda, at ein hækkan av aldrinum fyri at kunna keypa sigarettir til 16 ár ger nakran mun, hava slettis ikki skilt álvaran í hesum málinum. Tá tað snýr seg um av- venjingartiltøk yvirfyri roykjaranum, er eisini lítið at heinta. Tað finnast ongar hokus-pokus loysnir ella "lættur vegur". Tey sum klára at leggja av, tá tey eru til avvenjingarskeið, eru mest smároykjarar, og tey allarbestu skeiðini kunnu í mesta lagi fáa uml. 30% av vanligu skeiðluttakarunum at halda seg roykfrí eftir einum ári. Hesa dapru mynd hava roykifyribyrgjarar í útlond- um langtsíðan tikið til sín og eru farnir í herna móti roykingini frá øðrum vinkli: við agressiviteti og restrikti- ónum og lyftum fremstu- fingrum (enntá revsing til tey, sum bróta eitt roykifor- boð). Forboð og príshækkan er tað, sum er prógvað at hava bestu fyribyrgjandi ár- inini. Av øllum londum í Europa er Írland fremst við forboði móti royking á øll- um støðum, har almenning- urin samlast. Her hjá okkum hava vit t.d. higartil fingið roykfría flogferðslu, roykfrí- ar bussar og roykfrían Spari- kassa gjøgnum forboð, sum hesir stovnar av sínum eintingum hava sett í verk. Fremstufingrar Hóast nøkur hava hug at hevja teirra egna fremsta- fingur ímóti, so vil eg halda fast við, at tá tað snýr seg, sum her, um deyða, sjúku og menniskjaligar sorgarleikir, so er tað í lagi at brúka lyftar fremstufingrar, enntá atfinn- ingar, enntá ábreiðslur, enntá revsing (verður t.d. brúkt, um ein koyrir ov skjótt í bili). Hvør hevur ábyrgdina? Ein góður spurningur o Er tað tubbaksbóndin, sum dyrkar tubbaksplantuna? o Er tað fabrikanturin, sum framleiðir sigarettina? o Er tað heilsølumaðurin, sum innflytir vøruna? o Er tað kioskeigarin, sum selur vøruna? o Er tað roykjarin, sum er bundin av nikotininum og ikki kann lata vera við at roykja? o Er tað undirvísarin, fyri- byrgjarin, skeiðhaldarin, sum ikki kann fáa roykjar- an at leggja av? o ELLA er tað politikarin, sum loyvir søluni av tub- baksvøruni? Læknar lyfta fremstafingur móti politikarum: Heimsins allarhelst fremsta og mest virda læknatíðarrit, The Lancet, sigur seg taka undir við banni móti tubb- akki. Redaktiónin skrivar í oddagrein (Editorial) tann 6. dec. 2003 m.a.: "If tobacco were an ille- gal substance, possession of cigarettes would become a crime, and the number of smokers would drastically fall. Cigarette smoking is a dangerous addiction. We should be doing a great deal more to prevent this disease and to help its victims. We call on Tony Blair's govern- ment to ban tobacco." Yvirskriftin á oddagrein- ini er: "How do you sleep at night, mr Blair?". Greinin er alment til- gongilig at lesa á heima- síðuni hjá blaðnum: http://www.thelancet.com Kanska onkur hómar her, hvussu vit á einfaldan og ef- fektivan hátt kunnu gera Føroyar til heimsins fremsta land á heilsuøkinum ár 2015. P.S. Nú ein dagin frættist í fjølmiðlunum at ein væl- smakkandi sós til búffar varð tikin av hillunum, tí ill- gruni var um, at hon kann geva krabbamein. Alt gott um tað, verja av brúkarun- um og góðskueftirlit. Í tílík- um førum eru heilsumynd- uleikarnir beinharðir og kompromileysir. Men hvør hugsar um, at í somu sølu- búðum, bert á einari aðrari hyll, er ein onnur nýtslu- vøra, sum drepur helmingin (50%) av teimum, sum brúka hana? Hvør verjir roykjaran? Fyribyrging av tubbaksroyking í Føroyum hevur higartil verið ein fiasko Sjálvandi mangla pengar í Landsbankanum Stórtíðindi eru nú at hoyra um at lands- kassin eigur minni á bók í Landsbankan- um, enn lógin krev- ur, men tað er ikki annað enn ein sjálvfylgja Helgi Abrahamsen Lógin um Landsbanka Føroya sigur, at í minsta lagi 1.500 mió krónur skulu standa í Lands- bankanum, men í januar var upphæddin í meðal 1.493 mió. krónur. Sostatt restaðu 7 mió. krónur í, at krøvini í lógini vóru upp- fylt. Men hetta er ikki annað enn ein sjálvfylgja. Tá tú noktar fyri at móttaka pengar, sum annars skuldu verið settir inn í bankan, samtíðis sum tú ikki heldur aftur á út- reiðslusíðuni, so verður einaferð ov lítið á bókini. Tað sigur seg sjálvt. Lækkaðu inntøkurnar Fíggjarlógin fyri 2005 hevur eitt undirskot, sum er omanfyri 200 mió. krónur. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at fullveldissamgongan í 2001 samtykti at lækka blokkstuðulin við 366 mió. krónum um árið. Henda eina samtyktin hevur trý tey seinastu árini kostað landskassan- um heilar 1.098 mió. krónur. Sama samtyktin fer aftur í ár at kosta lands- kassanum aðrar 366 mió. krónur afturat teimum 1.098 milliónunum. Tað vil siga, at henda eina samtyktin hjá fullveldis- samgonguni fer bara í ár at kosta eina upphædd, sum er nógv størri enn samlaða undirskotið á fíggjarlógini, ella sagt við øðrum orðum: Uttan hasa samtyktina, hevði einki undirskot verið, og vit høvdu eisini havt meira enn eina milliard afturat í Landsbankanum, at stað- ið ímóti við. Umframt hetta, sam- tykti sjálvsstýrissam- gongan sum sat frá 2002 til 2003, at blokkstuðulin skuldi ikki longur prís- talsregulerast, og tann av- gerðin hevur kostað landskassanum aðrar 100 mió. krónur. Øktu útreiðslurnar Afturat øllum hesum kemur, at árligu rakstra- rútreiðslurnar hjá lands- kassanum øktust frá 1998 til 2003 við meira enn 900 mió. krónum (tað svarar til eina hálva milli- ón í meðal um dagin) meðan fullveldis- og sjálvstýrislandsstýrið søgdu seg "sita tungt á kassanum" . So tá tað nú verður sagt, at pengar mangla í Landsbankanum, so er tað ikki annað enn tað, sum føroyskir loysingar- flokkar bóðu um - og fingu. Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Hvør føroyingur eldri enn 15 ár roykti í 2003 uml. 2250 eindir av tubbakki (ein eind = 1 sigarett ella 1 g av leysum tubbakki. 1 pípa = 4 eindir). Gallup fyri Fyribyrgingarráðið. N = uml. 530 respondentar eldri enn 15 ár