hósdagur 3. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 43 - 3. mars 2005
Í dag, hósdagin 3. mars,
hevur Karl Eli Sigvardsen
arbeitt í Føroya Banka í 25
ár.
Karl Eli fór í læru í
Føroya Banka í Havn 3.
mars 1980, samstundis tók
hann HMX-skeið á Føroya
Handilsskúla í tvey ár.
Skúlagongdin í Kommunu-
skúlanum. Hann varð út-
lærdur í 1983.
Hann tók eisini banka-
skúla í fýra ár, og sum 26
ára gamal, í 1988, varð
hann útnevndur til fulltrúa
og avgreiðsluleiðara. Hann
hevur havt nógvar ymiskar
uppgávur gjøgnum árini -
tó mest innan útlánsvirk-
semi bankans.
Í dag arbeiðir hann sum
leiðari fyri Kredittdeild
bankans.
Karl Eli hevur eisini tikið
prógv á Finansakademiet
sum fíggjarakademikari hjá
Finanssektorens Uddannel-
sescenter í Skanderborg í
2001. Útbúgvingin var yvir
3 ár og varð skipað bæði
sum beinleiðis skúli í
Skanderborg og sum fjar-
lestur. Saman við einum
starvsfelaga, Niels A. Joen-
sen, vóru teir fyrstu føroy-
ingar sum tóku hesa út-
búgving.
Karl Eli er føddur í
Sandavági í 1962, sonur
Jacobinu, f. Petersen, úr
Sandavági, og Petur Jacob
Sigvardsen
frá
Gjógv.
Systkini hjá Karl Eli eru
Estrid Paula Sigvardsen,
bókavørður, og Fróði Sig-
vardsen,
handilsmaður,
sum bæði búgva í Havn.
Familjan flutti til Havnar
í 1976, har Karl Eli gekk í
real í Eysturskúlanum.
Karl Eli er abbasonur
Karl Jakku Sigvardsen við
Gjógv, sum fylti 100 ár
seinasta sunnudag.
Eftir realskúlan arbeiddi
Karl Eli á Bacalao í einar 9
mánaðir, tá hann varð upp-
ringdur av bankanum, um
hann hevði hug at koma í
læru. Hann tók av og byrj-
aði sum sagt 3. mars 1980.
Annars er Karl Eli áhug-
aður í at fara á flot, fiska síl
og ganga á fjall.
Vanliga gongur hann á
fjalli í Oknadali í Sanda-
vági og í Sáttarenni í Funn-
ingsfirði. Eisini hevur hann
góðan hug at ferðast í Før-
oyum og ikki minni úti í
heimi.
Karl Eli er giftur við
Óluvu, f. Midjord, úr Havn,
ið eisini starvast í bankan-
um, børnini eru: Beinta 22
ár, Tummas 12 ár, Petur 10
ár og Birni 5 ár.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Karl Eli Sigvardsen, Tórshavn:
25 ára starvs-
dag í Føroya
Banka
Fyri 30 árum síðan:
VÍF næstan einaráðandi í 1975
Í 1975 var VÍF næst-
an einaráðandi í
landskappingini í
hondbólti. Teir
vunnu meistaraheitið
í fýra av seks deild-
um: 1. deild, 2. deild,
unglingadeildini og
pinkudreingjadeild-
ini
1. deild menn hjá VÍF í
1975, aftara rað f.v: Petur
Pauli Poulsen, Kári Morten-
sen, Kári Durhuus, Ólavur
Højgaard, Johnny Joensen, og
venjarin Petur Sigurd
Rasmussen.
Fremra rað f.v: Palli Joen-
sen, Heðin Winther Olsen,
Gunnar Streymoy, Dánjal J.
Andreasen, og Kristin
Johansen
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór
1975