hósdagur 3. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 3. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
2. mars. Húngunn, deyð ár 1003. Føroysk eftirgerð
av týska navninum Kunigunde og varð skrivað
Kunigunn, tá ið álmanakkin kom á føroyskum. Hon
varð gift týska keisaranum Heindrikki II og læt
byggja bæði kleystur og kirkjur. Navnið merkir mæt
stríðskvinna.
Rætting
Í nekrologinum um Atla P. Dam týsdagin er ein villa
av misgáum komin inn í brotið »Eftirmæli, eftirvið-
gerð og eftirbilsni« um fólkafylkingina. Har skal
standa um hana, at hon var ein seinpubertil semi-
kommunistisk háskúlafløkja!
Vit biðja høvundan um umbering.
Týsdagin 8. mars verður
Beata í Dali, Tórshavn,
fødd Mørkøre, 85 ár.
Dagurin verður hildin
hjá soninum á Onnugøtu
18, Hoyvík.
85 ára føðingardagur
1. mars 2005 hevði Mar-
jóna Djurhuus 35 ára
starvsdag hjá Pf. Leif
Mohr.
Marjóna hevur øll hesi
árini arbeitt sum skriv-
stovukvinna. Áðrenn hon
byrjaði hjá Leif Mohr,
hevði hon arbeitt hjá Grøn-
landsfelagnum og í handl-
inum hjá Niels Vang í
Lucas Debesargøtu.
Marjóna er 55 ára gomul
og ættað úr Porkeri, dóttir
Símun og Rebekku Djur-
huus. Tey eru 4 systkin:
Poula, Marjóna, Oddný og
Steingrím.
Marjóna er fødd og upp-
vaksin í Porkeri. Í 1964, tá
Marjóna var 15 ár, flutti
familjan til Havnar at
búgva. Fyrst búði tey í Dr.
Jakobsensgøtu, men nøkur
ár seinni fluttu tey út á
Suðuroyarveg.
Í frítíðini fæst Marjóna
nógv við hondarbeiði. Hon
hevur stóran áhuga í ar-
beiðinum í Missiónshúsin-
um, umframt at hon er
aktiv í felagsskapinum
Skandinavisk barnamissi-
ón.
Marjóna hevur nógvar
dygdir. Hóast sera lítillátin,
ger hon altíð sítt arbeiði til
lítar. Tey sum dagliga starv-
ast saman við henni, hava
frá henni lært týdningin av
góðsku og ordan í arbeið-
inum. Við 35 ára royndum
er hon eisini ein sera góður
stuðul
hjá
lærlingum,
starvsfelagum og leiðsluni.
Marjóna hevur eisini eitt
stórt hjarta og er altíð til
reiðar at hjálpa, har tað er
neyðugt.
Marjóna Djurhuus, Tórshavn
35 ára starvsdag hjá Pf. Leif Mohr
25. februar 2005 hevði
Berg Vatnhamar 25 ára
starsvdag hjá Pf. Leif
Mohr/Pf. LM Electric.
Berg starvast sum verk-
staðsleiðari hjá LM Elec-
tric. Tey fyrstu árini starv-
aðist Berg á goymsluni,
men fór seinni í læru sum
goymslu- og handilslær-
lingur. Àðrenn hann byrjaði
hjá Leif Mohr, hevði hann
fingist við ymiskt fyrifall-
andi arbeiði.
Berg er 45 ára gamal og
ættaður úr Leirvík, sonur
Arna og Ninnu Vatnhamar.
Tey eru 8 systkin: Óla
Jákup, Absalon, Miriam,
Arnborg, Andrias, Sólmay,
Berg og Eyðvør.
Berg er føddur og upp-
vaksin í Leivík, men tá
hann var 8 ára gamal flutti
familian til Havnar. Hann
búði í Havn, til hann varð
liðugur við skúlan í 1976.
Síðan gekk leiðin aftur til
heimstaðin Leirvík, har
hann nú býr saman við fa-
miljuni.
Berg er sera áhugaður í
ítrótti, serliga fótbólti. Nú
hann ikki spælir sjálvur, ger
hann eitt stórt arbeiði í
nevndini hjá LÍF, umframt
at hann eisini hevur verið
venjari hjá teimum ungu.
Við sínum lætta sinni
hevur Berg stóran týdning
fyri trivnaðin í fyritøkuni.
Hann er altíð til reiðar at
hjálpa,
og
við
sínum
dugnaskapi og arbeiðssemi
hava
bæði
kundar
og
starvsfelagar stórt álit á
Berg, til stóra gleði hjá
fyritøkuni.
Berg er giftur við Karin
Foldbo, ættað úr Leirvík.
Tey eiga 3 børn: Sølvi,
Arna og Gunnar.
Berg Vatnhamar, Leirvík:
25 ára starvsdag hjá Pf. Leif Mohr