Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 43 - 3. mars 2005 Við nýggjum slagorð- um um ferðsluvinir og hjartarúm í ferðsl- uni, setir Ráðið fyri ferðslutrygd enn einaferð fokus á ferðsluna FERÐSLUTRYGD Jákup Mørk Kunning, kunning og aftur kunning. Tað eru helst fremstu lyklaorðini í ar- beiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, tá ferðslu- vanlukkur og –óhapp skulu fyribyrgjast. Hesa vikuna verður so enn eitt stig tikið á leiðini móti málinum um 0-hugsjónina. Betri ferðslumentan Við átakinum, Hjartarúm, sum er á Torginum í SMS, verður fokus hesaferð sett á tann meira menniskjansliga partin av ferðslutrygdini. Hjartarúm merkir jú eisini, at vit skulu koma hvørjum øðrum við, og at vit skulu ansa eftir, hvussu vit fara um onnur fólk. Ikki minst er hetta av avgerandi týdn- ingi í ferðsluni, har tanka- loysi, sjálvsókni, ov høg ferð v.m. í ringasta føri kunnu hava ræðuligar av- leiðingar. Sum ein part av arbeiðin- um at náa hesum máli, verður Ráðið fyri Ferðslu- trygd nú eisini víðkað, so- leiðis at almenningurin í størri mun fær lættari at- komu til stovnin. Tað verður gjørt á tann hátt, at privat-persónar nú kunnu tekna seg sum ferðsluvinir. At gerast ferðsluvinir merkir fyrst og fremst, at hesi fáa eitt slag av atkomulimaskapi í Ráð- num fyri ferðslutrygd. At- gongd og talurætt til árs- fundir er ein partur av hes- um, men umframt hetta, so er endamálið fyrst og fremst at betra um ferðslu- mentanina. Partur av politikkinum Viðtøkurnar hjá RFF vórðu fyri tvemum árum síðani broyttar, soleiðis at latið varð upp fyri slíkum lima- skapi. Fyrstu tíðina hevur talan tó bert verið um virki, sum partvíst hava verið ein partur av fíggjarliga grund- arlagnum undir RFF, men sum so sanniliga eisini kunnu viðvirka beinleiðis til eina betraða ferðslu- mentan. Aðrastaðni er tað vorðið alt meira vanligt, at ferðslu- politikkur eisini er ein partur av starvsfólkapoli- tikkinum hjá einum virki. Bæði tí hetta kann skapa ein betri trivna, men so sanniliga eisini tí alt fleiri virki hava sæð ein kon- tantan fyrimun í hesum. T.d. kann talan hjá einum stórum virki við nógvum bilum verið um eina rúgvu av spill-tíð og sjúkradøg- um, tí fólk antin koma til skaða í ferðsluni, ella skulu nýta tíð og orku til at greiða støður, sum eru íkomnar í ferðsluni. Ingi fyrsti vinurin Umframt at kunna um nýggja møguleika at gerast ferðsluvinur, so hevði Ráð- ið fyri Ferðslutrygd eisini valt at nýta høvið til at inn- lima fyrsta vinin. Her hevði RFF valt at takka Inga Gunnarsson fyri tað stóra arbeiðið, sum hann sjálv- boðið hevur framt nógvu seinastu árini. Millum annað var tað Ingi, sum í 1999 tók stig til at fáa í lag dagin ferðslu- deyða, og hevur hann her staðið fyri at kalla allari samskipanini av degnum síðani. Hartil hevur hann ígjøgnum ár og dag framt eitt velduga stórt arbeiði ferðslutrygdini at frama. Leita eftir ferðsluvinum Umframt nevndarval varð eisini eftirmet- ing av fólkatingsval- inum á skránni og eisini var tosað um støðuna í fiskivinn- uni AÐALFUNDUR tíðindaskriv Eini 20 fólk vóru møtt til aðalfundin á Sjómansheim- inum og fegnaðis formað- urin um at Norðoya Sam- bandsfelag seinastu trý árini hevur fleirfaldað at- kvøðutalið. – Vit fingið nýggjan býráðslim, Hans Arne Bertholdsen, sum er valdur til formann í ferðslunevnd- ini, segði formaðurin, John William Joensen, sum samstundis takkaði Elisa- beth Joensen fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt í bý- ráðnum. Samstundis vísti formað- urin á, at flokkurin nú hev- ur fingið landsstýrismann úr Norðoyggjum, og varð høvið samstundis nýtt til at heita á Bjørn Kalsø um at fara í holt við yvirtøknuna av tilbúgvingini, sum er av- talað í samgonguskjalinum og sum er ein stovnur, sum náttúrliga eigur at liggja í Klaksvík. Roknskapurin hjá felag- num var merktur av at tað í seinasta árið var bæði løg- tings- og kommunuval. Nevndarval Fyri valið stóðu John W. Joensen, Elisabeth Joensen og Karl Olgar Joensen, umframt tiltakslimirnir, Magnus Arge og Heðin í Frammistovu. Karl Olgar bar seg undan afturvalið og í hansara stað var Poul Martin Rasmussen valdur. Nevndin skipaði seg eisini á fundinum við John W. Joensen sum formanni, Erikka Elttør næstformað- ur, Elisabeth Joensen skriv- ari, Poul Martin Rasmussen kassameistari og John Kári Jacobsen nevndarlimur. Magnus Arge og Heðin í Frammistovu eru aftur- valdir sum tiltakslimir. Fólkatingsvalið Síðani var eftirmeting av fólkatingsvalinum á skránni. Flokkinum var spádd eina afturgongd men fund- arfólkið staðfestið at aftur- gongdin í Norðoyggjum ikki var eins stór og í øðr- um pørtum av landinum. Í Klakvík var afturgongdin 0,5 % og tá skal havast í hugað at flokkurin hevði eina framgongd í Klaksvík upp á heili 4 % við seinasta fólkatingsval. Fundurin tók eisini til eftirtektar úttalilsini hjá formanninum, Kaj Leo Jóhannesen, tá hesin eftir valið alment hevur játtað at hann ikki nóg væl megnaði at fáa boðskap flokksins út til tjóðina. Fundurin metti at flokk- urin eigur at fylgja for- manninum í hesum, og hvør í sínum lagið takað í egnan barm og saman lyfta tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. - Føroyska samfelagið og serliga fiskivinnan er í eini støðu har tað er avgerandi neyðugt at vit innanflokka eins og í samgongu við aðrar flokkar megnað at standa saman og ikki broyta kós hvørja ferð trupulleikar stinga seg upp, varð stað- festingin av fundinum, har eisini støðan í fiskivinnuni og serstakliga rækjuvinnuni var havd á munni. Norðoya Sambandsfelag havt aðalfund Anna Lousia Joensen frá Ferðslutrygd greiddi frá, hvussu tey hesaferð hava sett fokus á menniskjansliga aspektið av ferðslutrygdini Mynd: Jens Kristian Vang Ingi Gunnarsson varð mikudagin valdur sum fyrsti ferðsluvinurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd Mynd: Ráðið fyri Ferðslutrygd